Í útjaðaranum av danska býnum Esbjerg situr 29 ára gamli vágbingurin, Jan Allan Müller, og umhugsar støðu sína. Jan Allan er júst afturkomin av seks daga langari venjingarlegu í Belgia, har hann hevur vant við ísraelska liðnum Hapoel Rishon.
Spæld fýra dystir
upp á tríggjar dagar
Jan Allan og møguligu liðfelagar hansara í ísraelska felagnum spældu eisini nakrar dystir í Belgia. Fýra dystir vóru leiktir upp á tríggjar dagar, og tað gekk bara heilt væl, sigur Jan Allan.
Spælt varð ímóti bæði belgiskum og ísraelskum liðum. Best kenda liðið, sum leikt varð ímoti, var belgiska 1. deildarliðið St. Truiden, sum hevur havt fleiri danir í hópinum seinastu árini. Henda dystin tapti Hapoel Rishon 1-2.
Ódisiplineraðir ísraelar
Í telefonini úr Esbjerg sigur Jan Allan, at fótbóltsmentanin er ein heilt onnur millum ísraelar, enn hon er millum okkum her í norður-Europa.
Jan Allan greiðir frá, at tá ið teir vandu okkurt spæl, har teir skuldu halda seg innan eitt ávíst øki, sum var merkt av við keylum, tá løgdu ísraelsku leikararnir einki í, um teir fóru væl út um økið, og venjarin legði heldur einki í tað. Ísraelsku leikararnir taka tað heldur ikki ov tungt, um teir eru nakað seinkaðir til venjing.
Gott tilboð
Tilboðið, sum Jan Allan hevur fingið frá Hapoel Rishon, er gott. Jan Allan sigur, at hann er væl nøgdur við lønina og alt tað fíggjarliga, men at hann er ikki heilt samdur við ísraelska felagið um longdina á einum møguligum sáttmála. Haraftrat eru onkur smærri ting, sum partarnir ikki eru samdir um enn.
Jan Allan hevur eisini kravt av ísraelska felagnum, at kemur lønin ikki í bankan rættstundis, so kann hann beinan vegin fáa spæliloyvið hjá sær og verða loystur frá sáttmálanum.
Sum umrøtt í Sosialinum, so var Jan Allan í Ísrael fyri tveimum vikum síðani, og hann sigur seg verða sera væl nøgdan við umstøðurnar har niðri.
Hevur tilboð
frá superligafelagi
Tað er ikki bert Hapoel Rishon, sum fegin vil hava Jan Allan í sín hóp. Eisini eitt superligafelag í Danmark vil fegið hava hendur á vágbinginum og hevur givið honum eitt tilboð, sum er galdandi frá 1/1-99.
Hvat fyri eitt superligafelag, ið talan er um, vil Jan Allan ikki út við, men eitt gott boð er helst Aarhus Fremad. Í Aarhus Fremad eru fleiri leikarar, sum Jan Allan hevur spælt saman við í Danmark, bæði í Esbjerg og AC Horsens. Haraftrat er fyrrverandi venjarin hjá Jan Allani í Horsens, Per Bie, fyri stuttum givin sum venjari hjá Aarhus Fremad, og hann hevur helst umrøtt vágbingin fyri leiðsluni í århusianska felagnum.
Tekur støðu
í komandi viku
Jan Allan fór undir aftur venjingina í Esbjerg í gjár, men hann sigur, at hann nú fer at tosa við superligafelagið, og so fer hann í kom-
andi viku at taka støðu til, um hann í næstum skal búleikast í tí heilaga landinum Ísrael, ella um hann fram-
haldandi skal hava bústað í Danmark.










