stuðla um hesar felagskapir, sum eru í oynni og geva teimum bestu karmar at virka undir. Besti máti at verja okkara børn er at hava tey upptikin av sunnum og góðum felagsskapi og boðskapi. Veit ikki, um [...] Felags fyri øll menniskju er, at vit trívast best í felagsskapum við onnur. Felagsskapirnir eru ymiskir, ítróttur, ungmannafeløg, føroyskur dansur, samkomur og mangt annað. Tíbetur eru felagskapirnir nógvir [...] partur av hesum arbeiði. Vit hugsa neyvan so nógv um hetta í tí dagliga, tí hetta er bara ein partur av at liva her. Børnini eru okkara dýrgripar. Lat okkum taka saman hendur og vísa teimum álit og røttu leiðina
gjár, tá B36 kunngjørdi at Jákup á Borg gevst á staðnum sum venjari hjá besta liðnum. Orsøkin er ónøgd hjá nøkrum spælarum við arbeiði hjá Jákupi á Borg, ið annars hevur góð úrslit at vísa á, síðani hann í [...] við sum venjari. Les eisini: Jákup á Borg gevst í B36 Í dag hevur In.fo fingið upplýst, at alt venjaratoymið velur at gevast. Talan er um landskenda málmansvenjaran, Trónd Vatnhamar, og hjálparvenjararnar [...] legðist afturat venjaratoyminum í 2019. Les eisini: Eg eri bæði keddur og bilsin Tað eru fleiri nøvn uppi at venda sum avloysarar. Tveir fyrrverandi venjarar hjá felagnum, Sámal Erik Hentze og Eyðun Klakstein
skaptu stórar yvirskriftir kring heimin, tá tey greiddu frá, hvat tey ætlaðu at brúka nógva peningin til. Men, tá pengarnir byrjaðu at koma inn á konto, brúkti ungi maðurin úr Nottingham nógvar pengar upp á [...] gamal, sambært Nottingham Live ákærdur fyri við vandamiklari koyring at hava dripið eina eldri kvinnu. Tað var 1. jóladag í fjør, at Matt Topham sambært ákæruni drap 75 ára gomlu, Mary Jane Regler, tá hann [...] Rodney Regler slapp við lívinum í varðveitslu, men við stórum likamligum skaðum. Tað eydnaðist ikki at bjarga lívinum á kvinnuni, Mary Jane Regler. - Vit vóru sálarvinir. Eg havi eitt stórt hol, sum ongantíð
Løgreglan sigur, at bilurin fekk skaða, men tað var eingin fólkaskaði. Av trygdarávum fór bilførarin kortini á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tíðliga í morgun ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá einum [...] tvørtur ígjøgnum bilaverjuna og 30 metrar út av vegnum, tó uttan at fara runt. Tá ið løgreglan kom á staðið, fingu tey illgruna um, at bilførarin var ikki edrúur, so hann vað tikin við á løgreglustøðina [...] teimum fáa klipp í koyrikortið tí teir koyrdu ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, men tann eini slapp akkurát undan klippinum, ti hann koyrdi ímillum 100 og 101 kilometrar
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur verið íðin eftir at sleppa at taka uppaftur veljarafundirnar upp til valið í næsta mánaði. Og tað hendi í nátt, tá hann í Sanford í statinum Florida helt sín fyrsta [...] var í býnum Cincinnati í statinum Ohio fyri lítlari samkomu. Her fanst hann millum annað at Trump fyri ikki at taka koronufarsóttina í álvara. Veljarafundirnir eru týdningarmiklir, serliga fyri Trump, [...] pallinum í Sanford sigur forsetin, athann hevur tað »stórfingið«. – Eg kom ígjøgnum tað, og nú siga tey, at eg eri immunur. Eg havi tað frálíkt, eg vil út og kyssa allar áhoyrarnar. Eg vil kyssa menninir og
sagt, at hesin varð stovnsettur hin 6. mai 1946, og tískil fyllir grunnurin 75 ár í ár. Heimildargrundarlagið fyri grunnin eru í løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000, og grunnurin hevur til endamáls at styðja [...] r kommunu hava tey fyrr í dag lagt nýggja kunning út á sína Facebook-síðu. Hetta er í samband við, at Dávur Juul, borgarstjóri og Rønn Elisasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu, eru tilnevnd í tvær [...] Eliasen, mentanarleiðara, sum varalim í nevndina hjá Mentanargrunni Landsins. Í kunningini verður víst á, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, stytt KAF, er sjálvstøðugt limafelag undir Kommunufelagnum. Limir í
dag er endað við, at partarnir hava undirskrivað sáttmála. Verkætlanarstjórin í Kalaallit Airports International A/S, Aviaaja Karlshøj Knudsen, er væl nøgd við avtaluna og sigur, at lisitatiónin í samband [...] stóru vegamótini, at vit nú hava sett gongd á hesar verkætlanir í Nuuk og Ilulissat, sigur hon. Í tiðindaskrivi í dag, sum Sermitsiaq endurgevur, sigur Kalaallit Airports International A/S, at bygningarnir [...] í Ilulissat skulu standa lidnir og klárir at taka í brúk saman við restini av flogvallarverkætlanini í 2024. Heildararbeiðstøkan hjá KJ Greenland A/S fevnir um ferðafólkaterminal á 4.750 fermetrar umframt
. Løgmaður heldur, at politiska skipanin og myndugleikarnir hava gjørt nógv rætt hetta seinasta árið. – Onkur mistøk eru gjørd, men vit hava gjørt nógv rætt. Vit hava verið skjót at tillaga okkum, um vit [...] frá Farsóttarnevndini. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Sosialin um vikuskiftið. – At byrja við settu vit strangari tiltøk í verk, enn vit fingu tilmæli um frá heilsumyndugleikunum, men [...] iga, men vit politikarar skulu taka atlit til onnur samfelagslig viðurskifti, og tí hava vit roynt at finna eina javnvág millum tað, sum er heilsufakliga forsvarligt, samstundis sum vit taka samfelagslig
Havn. - Eg eri øgiliga takksom fyri vælvildina frá kommununi. Henda gávan gevur áræði at halda fram við arbeiðinum at fáa eini hús bygd til Kvinnuhúsið, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðari í Kvi [...] herfyri Tórshavnar kommunu játtandi svar um at nevndu grunnar kundu verða upploystir. Samlaða grunnfæið skuldi latast grunni við sosialum endamáli, soleiðis at endamálið hjá grunnunum á tann hátt verður [...] Petersens legat • Det Restoffske legat Grunnfæið er ikki longur rentuberandi, og sostatt hevur einki verið at útlutað í nógv ár. Tí eru grunnarnir nú tiknir av, og peningurin handaður Kvinnuhúsinum. Gávan fer
hugt at alkohol og tubbaksnýtslu, sum eru vanligasta orsøkin til krabba, nær krabbin er staðfestur og ymsum tíðarlinjum. Niðurstøðan í afturlítandi kanningini av tilburðum í Føroyum 1985-2017 er, at tølini [...] kvinnum eru munandi betur enn hjá monnum. Hetta tykist bæði hanga saman við roykivanum og at menn bíða longri við at fara til lækna enn kvinnur. Støðan í mun til útlit er betri í tiðarskeiðnum 2000-2017 [...] títtleikan av krabba í høvdi og hálsi í Føroyum 1985-2017 og um útlit fyri ymsu sjúkubólkarnar 5 ár aftaná, at sjúkan er staðfest. Hetta er fyrsta kanning av sínum slag í Føroyum. Hetta skrivar Granskingarráðið