Felags fyri øll menniskju er, at vit trívast best í felagsskapum við onnur. Felagsskapirnir eru ymiskir, ítróttur, ungmannafeløg, føroyskur dansur, samkomur og mangt annað. Tíbetur eru felagskapirnir nógvir, har vit kunnu royna okkum fram og finna út av, hvar vit føla okkum best heima í einum ella fleiri teirra.
Hesir felagskapir eru í dag so umráðandi sum ongantíð fyrr, tí freistingarnar eru nógvar, tíverri eisini í okkara lítla samfelag. Tí mugu vit í felag savnast og stuðla um hesar felagskapir, sum eru í oynni og geva teimum bestu karmar at virka undir.
Besti máti at verja okkara børn er at hava tey upptikin av sunnum og góðum felagsskapi og boðskapi. Veit ikki, um hetta er alt svarið, men hetta er ein góð byrjan hjá okkara børnum og ungu.
Allir hesir felagsskapir hava eitt til felags, og hetta er tað sjálvbodna arbeiði, sum so mong gera. Í einari bygd sum okkara eru flestu partur av hesum arbeiði. Vit hugsa neyvan so nógv um hetta í tí dagliga, tí hetta er bara ein partur av at liva her.
Børnini eru okkara dýrgripar. Lat okkum taka saman hendur og vísa teimum álit og røttu leiðina.
Kristian Oskar Henriksen, valevni á lista C, Sandur