Í 2012 gjørdist tá 23 ára gamli bretin, Matt Topham, tíðarinnar yngsti lotto-miljóningur, tá hann vann heili 45 miljónir pund - ella einar 373 miljónir danskar krónur - í lotto. Hann og konan, Cassey Topham, skaptu stórar yvirskriftir kring heimin, tá tey greiddu frá, hvat tey ætlaðu at brúka nógva peningin til.
Men, tá pengarnir byrjaðu at koma inn á konto, brúkti ungi maðurin úr Nottingham nógvar pengar upp á marglætisbilar. Nú er maðurin, sum í dag er 31 ára gamal, sambært Nottingham Live ákærdur fyri við vandamiklari koyring at hava dripið eina eldri kvinnu.
Tað var 1. jóladag í fjør, at Matt Topham sambært ákæruni drap 75 ára gomlu, Mary Jane Regler, tá hann í einum av sínum marglætisbilum koyrdi inn í lítla Ford Fiesta bilin hjá kvinnuni, har Mary Jane Regler og maður hennara, 78 ára gamli Rodney Regler, sótu í.
Rodney Regler slapp við lívinum í varðveitslu, men við stórum likamligum skaðum.
Tað eydnaðist ikki at bjarga lívinum á kvinnuni, Mary Jane Regler. - Vit vóru sálarvinir. Eg havi eitt stórt hol, sum ongantíð verður fylt. Sjálvur fekk eg stórar løstir, men eg varðveitti lívið, sigur Rodney Regler við The Mirror.
Rættarmálið móti manninum, Matt Topham, ið gjørdist ovurríkur sum 23 ára gamal í 2012, byrjar væntandi í mars næsta ár.