Tveir bilar út av við Norðskálatunnilin

Tann eini bilførarin er skuldsettur fyri at koyra við kenning

 

Tvær ferðir hetta vikuskiftið er løgreglan boðsend til ferðsluóhapp við Norðskálatunnilin, beint við tunnilismunnan, sunnanfyri. Fyrru ferð var talan um ein ungan og óroyndan bilførara, sum misti tamarhaldið á bílinum, tí vegurin vátur so hann rendi í grótið fram við vegjaðaranum.

Løgreglan sigur, at bilurin fekk skaða, men tað var eingin fólkaskaði. Av trygdarávum fór bilførarin kortini á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Tíðliga í morgun ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá einum óhappi á sama vegastrekki. Hesa ferð var talan um ein bil, sum var farin tvørtur ígjøgnum bilaverjuna og 30 metrar út av vegnum, tó uttan at fara runt.

Tá ið løgreglan kom á staðið, fingu tey illgruna um, at bilførarin var ikki edrúur, so hann vað tikin við á løgreglustøðina. Blóðroynd er tikin av honum og hann varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, áðrenn hann varð leyslatin aftur klokkan átta í morgun.

Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar í Hvalvík, og har um vegir og har vórðu tríggir bilførarar tiknir. Tveir av teimum fáa klipp í koyrikortið tí teir koyrdu ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, men tann eini slapp akkurát undan klippinum, ti hann koyrdi ímillum 100 og 101 kilometrar um tíman.