Tað kom sum ein skelkur í gjár, tá B36 kunngjørdi at Jákup á Borg gevst á staðnum sum venjari hjá besta liðnum. Orsøkin er ónøgd hjá nøkrum spælarum við arbeiði hjá Jákupi á Borg, ið annars hevur góð úrslit at vísa á, síðani hann í 2017 tók við sum venjari.
Les eisini: Jákup á Borg gevst í B36
Í dag hevur In.fo fingið upplýst, at alt venjaratoymið velur at gevast. Talan er um landskenda málmansvenjaran, Trónd Vatnhamar, og hjálparvenjararnar Fróða Clementsen og André Olsen. Jákup á Borg, Tróndur Vanthamar og Fróði Clementsen hava verið í venjaratoyminum síðani 2017, og hava ein drúgva fortíð í felagnum sum spælara, meðan André Olsen legðist afturat venjaratoyminum í 2019.
Les eisini: Eg eri bæði keddur og bilsin
Tað eru fleiri nøvn uppi at venda sum avloysarar. Tveir fyrrverandi venjarar hjá felagnum, Sámal Erik Hentze og Eyðun Klakstein, eru ikki venjarar hjá nøkrum felag í løtuni. Sámal Erik Hentze er U21-landsliðiðvenjari og er á ferð við liðnum til seinastu uppgávurnar í ár, meðan Eyðun Klakstein var venjari hjá Víkingi fram til í summar.
Eitt annað boð er Símun Joensen, sum er venjari hjá næstbesta liðnum hjá B36. Hann er í holt við venjaraprógvið.