Tað hevur ikki altíð verið full semja millum heilsufakliga myndugleikan og politisku skipanina um, hvørji tiltøk skuldu setast í verk í sambandi við koronusmittuna, og landsstýrið hevur ikki fylgt øllum tilmælunum frá Farsóttarnevndini.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Sosialin um vikuskiftið.
– At byrja við settu vit strangari tiltøk í verk, enn vit fingu tilmæli um frá heilsumyndugleikunum, men við tíðini hava vit vilja verið meira opin, enn tilmælini frá Farsóttarnevndini hava sagt, sigur løgmaður.
– Farsóttarnevndin er heilsumyndugleiki, sum skal tilmæla út frá tí heilsufakliga, men vit politikarar skulu taka atlit til onnur samfelagslig viðurskifti, og tí hava vit roynt at finna eina javnvág millum tað, sum er heilsufakliga forsvarligt, samstundis sum vit taka samfelagslig atlit – til dømis til langtíðarárin av tiltøkum á eitt nú sálarheilsuna, á búskapin hjá landinum og á fíggjarstøðuna hjá vinnulívinum.
Løgmaður heldur, at politiska skipanin og myndugleikarnir hava gjørt nógv rætt hetta seinasta árið.
– Onkur mistøk eru gjørd, men vit hava gjørt nógv rætt. Vit hava verið skjót at tillaga okkum, um vit hava sæð, at neyðugt hevur verið við broytingum í tilmælum, tí tey hava verið órímiliga ella hava manglað samanhang, sigur Bárður á Steig Nielsen við Sosialin.
Í Sosialinum hetta vikuskiftið er tema um 1 ár við koronutilmælum.