KJ Greenland skal byggja terminalin í Ilulissat

Bygningarnir í Ilulissat skulu standa lidnir og klárir at taka í brúk saman við restini av flogvallarverkætlanini í 2024.

 

Tað verður byggifyritøkan, KJ Greenland A/S, sum skal byggja nýggju farstøðina við flogvøllin í Ilulissat.

Í dag hevur KAIR, Kalaallit Airports International A/S, undirskrivað sáttmála við KJ Greenland A/S um byggingina. Talan er um farstøðina, umframt tænastubygning og torn til altjóða floghavnina í Ilulissat. 

Avtalan við KJ Greenland A/S er úrslit av einari lisitatión, sum varð hildin í november mánaði í fjør, og sum í dag er endað við, at partarnir hava undirskrivað sáttmála.

Verkætlanarstjórin í Kalaallit Airports International A/S, Aviaaja Karlshøj Knudsen, er væl nøgd við avtaluna og sigur, at lisitatiónin í samband við bygningarnar hevur verið væleydnað, og tey síggja fram til gott samstarv við KJ Greenland A/S.

- Tað eru tey stóru vegamótini, at vit nú hava sett gongd á hesar verkætlanir í Nuuk og Ilulissat, sigur hon.

Í tiðindaskrivi í dag, sum Sermitsiaq endurgevur, sigur Kalaallit Airports International A/S, at bygningarnir í Ilulissat skulu standa lidnir og klárir at taka í brúk saman við restini av flogvallarverkætlanini í 2024.

Heildararbeiðstøkan hjá KJ Greenland A/S fevnir um ferðafólkaterminal á 4.750 fermetrar umframt ein tænastubygning á 1.900 fermetrar. Tað er Zeso Architects, sum hava teknað nýggju terminalarnar bæði í Ilulissat og Nuuk. 

##med2##