børnum hjá Annu og Hans Karl Saltá. Edna vaks upp í Saltnesi. Hon gekk sjey ár í skúla á Toftum og so í realskúla á Glyvrum. Í 1977 byrjaði hon í starvi hjá Føroya Banka, sum 19 ára gomul, og tað gjørdist [...] lív trúði á Jesus, var tíðuligt at síggja, at sjúkan knýtti hana fastari og fastari at Jesusi. Hon gjørdist meiri og meiri opin við at tosa um Jesus og bíbliuna, og tað bæði heima við hús, á arbeiðsplássinum [...] Opinleiki, gestablídni og vinsemi eyðkendu bæði Ednu og Hilmar, og tí kom tað at seta sín góða dám á teirra heim og familjulív. Edna var ein sjálsama kvik, røsk, skipað og ordulig kvinna. Tað hon skuldi
sjálvsagt øll á sjúkrahúsið á Tvøroyri, og Davina mintist, at øll bygdin kókaði suppu og kom niðan á sjúkrahúsið at geva teimum fremmandu. Hon starvaðist bæði í Danmark, Svøríki og Norra. Longst var hon á sjúk [...] eginleikar komu fram fyri meg, tað kvøldið fastur og gumma mín, Davina Mikkelsen úr Torbisgerði á Toftum, hevði lagt eyguni saman fyri seinastu ferð. Hevði ætlað at skrivað eina føðingardagheilsan, nú [...] og arbeiddi sum gongsgenta á sjúkrahúsinum í Føroyingahavnini. Har fekk hon av álvara áhuga fyri sjúkrarøktini, og fyrst í fýratiárunum fór hon at læra til sjúkrasystir á Dronning Alexandrines sj
prátaðu saman við døgverðaborðið, tá eg slapp at gista har úti í Purkugerði á Ólavsøku. Eftir situr Greta, kona hansara, ættað av Toftum, fleiri ár yvir 90, hon sum so trúføst hevur fylgt Karl og altíð hevur
árini arbeiddi hann við saltfiskaframleiðslu og seinastu árini var hann virkisleiðari á saltfiskavirkinum á Toftum. Hugsi ikki eg fari nógv skeivur tá eg sigi, at hansara størstu og bestu eginleikar í [...] at hansara partur liggur ikki eftir, nú føroyskur saltfiskur er komin á ovastu rók og er millum best dámdu saltfiskaúrdráttir á marknaðinum. Besta tekin um hetta man vera, at tá hann fyri júst einum ári [...] yvir bygdina, sum lá í fagrasta vetrarskrúð, við høgu fjøllunum og Kallsoynni í baksýni og skoðandi út á Norðhavið, alt meðan sólin sendi sínar geislar millum Tyril og Middagsfjall, fingu vit báðir soleiðis
Føroyum. Hann bygdi upp og menti Vaðhorn, sum so seinni varð flutt út á Strendur og tað sama endurtók seg, tá ið flakavirkið Nykur á Toftum bleiv umbygt til eitt saltfiskavirki. Birgir hevði tað fatanina, at [...] betur og tað bleiv eisini gjørt. Nógvar av teimum nýggju maskinum, sum komu inn á bæði Vaðhorn og Fiskavirking á Toftum vóru skræddar úr skinninum og bygdar upp aftur av nýggjum, tí tær ikki virkaðu nóg [...] Reinert mundi vita, hvat hann gjørdi, tá ið hann bað Birgir koma norður á Norðís at arbeiða. Seinni flutti hann so út í Turkihúsið á Skála og stóð fyri uppbyggingini av Vaðhorn. Har ífrá byrjaði menningin
Soleiðis byrjar Nyholm Debess ein sang, har hann minnist aftur á barnaárini. Tá ið deyðin vitjar, støðgar ein á, og lívið saman við honum ið farin er, avmyndast sum ein filmur. Serliga barnaárini og u [...] eisini fyrimyndin tín. Sum óviti vart tú mangan túrin við pappa ella onkrum av smiðjumonnunum á bygd ella umborð á skipi í arbeiðsørindum. Seinni helt tú til niðuriundir í Garðasmiðjuni hjá Johan Jarnfoss [...] Manga skótaleguna hevur tú fyrireikað og verið á bæði her heimi og uttanlanda, og tá ið tú fekst familju hevði tú tey við. Konuna Arnfríð fanst tú tær á eini skótalegu í Danmark fyri 20 árum síðani. Tá
hesi sváru sorg. Øll á saltfiskavirkinum hjá United Seafood á Toftum. Bygdargøtan Eg gangi niðan tær gøtur Har áður var traðka so nógv At grasið tað slitið var burtur Væl sást inn á eyr mold og mógv Her [...] saltfiskaframleiðslu og gjørdist fyristøðumaður fyri tí nýstovnaða saltfiskavirkinum, United Seafood á Toftum, beint eftir kreppuna ið rakti landið alt. Hann gekk fult og heilt inn fyri fyritøkuni, og tað gav [...] undir mold So ymisk sum tíðin er givin At liva á hesari fold Um gøtan hon kundi tala Hon kundi sagt mær so mangt Um sólskins søgur í hoyna Um lagnudagar á sjógv Her gingu øll tey sum myndaðu Mín og fedranna
Í síðsta mánað legði Vensil Olsen á Toftum árarnar inn. Hesin merkismaður, sum fylti so nógv í bygdarmyndini á Toftum. Hann var næstan 98 ára gamal, nú hann andaðist. Vensil fór til skips í 1922 við d [...] seinni fór hann við Volunteer, har Piddi á Lakju var fiskiskipari, og Jens uppi á Regni var flaggskipari, tí Piddi var so ungur. Umleið 1930 varð Volunteer ásigld á Jerpagrunninum undir Íslandi. Teir vóru [...] heimsbardagi brast á. Undir krígnum róði hann út við deksbátinum Nýpuni saman við sváginum Jens uppi á Regni. D.P. Højgaard átti Nýpuna. Tá kríggið var av, fór Vensil at arbeiða fisk uppi á landi hjá D.P.
1940 føddur á Eiði. Pápi var formaður í Glottanum eina tíð og fekk í lag at stovna begravilsiskassan á Eiði, so fólk kundu fáa hjálp í slíkum føri. Á fyrsta flaggdagshaldi sum var hildið á Eiði 25. apríl [...] ofta á sjúkrahúsinum og hvíldarheiminum. Mín gongd tá eg kom niðri frá, var út á sjúkrahúsið ella niðan á hvíldarheimið, av tí sama var eg nógv hjá mostrum og mammubeiggjum í feriuni, hjá Kamillu á Toftum [...] Tey búðu á Eiði. Malla var dóttir Lenu og Hanus í Leirvík og Theodor var sonur Siggu hjá Hans Andreasi á Eiði. Mamma fór at tæna hjá Hans Joensen í Havn sum ung genta. Har var hon fyri tí óhappi at detta
Reykjavík. Nevniliga hjá manningini á Onnu, sum fórst í 1924, og Acorn, har sjey mans brendust til deyða í 1928. Tí var lagt inn í skránna á umrøddu ferð kransalegging á hesar gravir. Við nærri kanning vísti [...] Poulsen fyri tey avvarðandi á Onnu, Jógvan Mørkøre í Hósvík fyri tey avvarðandi á Acorn og Petur Nolsøe frá føroyska sjómansheiminum í Reykjavík. Theodor er abbasonur skiparan á Onnu við sama navni. Hann [...] eina serliga samkomu á Toftum, har upptøkan úr Íslandi skuldi vísast, og kundi hetta vera eitt framhald av minningarhaldinum í Íslandi. Henda samkoman varð hildin 11. september 1999 á Svangaskarði. Tað visti