Minningarorð um Ednu Højgaard í Saltnesi

f. 12. nov. 1958. d. 3. sept. 2013

------

Í dag, 3. september 2014, er eitt ár síðani Edna Højgaard í Saltnesi andaðist bert 55 ára gomul. Edna var elst av teimum trimum børnum hjá Annu og Hans Karl Saltá.                    Edna vaks upp í Saltnesi. Hon gekk sjey ár í skúla á Toft­um og so í realskúla á Glyvrum. Í 1977 byrjaði hon í starvi hjá Føroya Banka, sum 19 ára gomul, og tað gjørdist hennara lívsstarv. Hon starv­aðist í Føroya Banka og so í BankNordik, heilt til hon vegna sjúku mátti gevast. 
Edna giftist við Hilmari Høj­gaard úr Rituvík í no­vemb­er 1978. Tey bygdu sær hús í Saltnesi. Tey fingu trý børn: Kjartan í 1979, Hans Karl í 1980 og Hildegerð í 1986. Edna og Hilmar eiga 6 ommu og abbabørn. Opinleiki, gesta­blídni og vinsemi eyðkendu bæði Ednu og Hilmar, og tí kom tað at seta sín góða dám á teirra heim og familjulív.
Edna var ein sjálsama kvik, røsk, skipað og ordulig kvinna. Tað hon skuldi gera, gjørdi hon bæði skjótt og væl. Hon hevði sínar meiningar, og var ikki bangin fyri at siga tær. Hon var viljasterk, tá hon setti sær mál fyri.                                                                                                 Edna vísti tíðliga at hon hevði sett álit sítt á Guð. Kristiligi barnalærdómurin, hon fekk í barnaheiminum, í kirkju og skúla,  var sum ein “matpakki”,  hon fekk við út í lívið, og sum hon livdi av og í.
Í 1994 byrjaði Edna sum deknur í Nes kirkju. Sama ár varð Fríðrikskirkjan vígd, og Edna helt á fram sum deknur har. Hon gekk høgt upp í sítt arbeiðið sum deknur, og læs so leingi hon orkaði, og kanska eitt sindur afturat.  
Í 2006 fekk Edna staðfest krabbamein. Hon fekk við­gerð og var frísk fram til 2010, tá sjúkan vitjaði aftur. Eftir tað stríddist hon við sjúkuna, inntil hon 3. september í fjør sovnaði burtur. 
Hóast Edna alt sítt lív trúði á Jesus, var tíðuligt at síggja, at sjúkan knýtti hana fastari og fastari at Jesusi. Hon gjørdist meiri og meiri opin við at tosa um Jesus og bíbliuna, og tað bæði heima við hús, á arbeiðsplássinum, í missiónshúsinum – ja, alla­staðni.
Edna var millum annað virkin í barnaringinum í missi­ónshúsinum í mong ár. Eisini har var hon virkin so leingi hon orkaði – og nakað afturat. Soleiðis var Edna. Eitt hjartamál var eitt hjartamál,  og tí kundi hon ikki loypa frá - hóast mátt­urin gekk undan.
Vit eru mong, sum hava notið gott av góða hjarta­lag­­num og gestablídn­in­um hjá Ednu og Hilmari á Róka­vegi 26. Altíð kendi eg meg  vælkomnan. Prátið gekk bæði lætt og lívligt  og áðr­enn ein visti av, so hevði Edna gjørt ein drekka­munn. Ofta endaði løtan við einum bíbliu­­orði og bøn. Alt meðan Edna gjørdist meiri og meiri sjúk, gjørdust samrøðurnar okkara millum um lívið, deyð­an og ævinleikan, um Jesus og bíbliuna djúpari og djúpari.
Edna vildi liva. Hon hevði so nógv at liva fyri og kendi líka­sum, at hon var ikki liðug at liva. Hon livdi í mót­setn­inginum – sum kortini ikki er ein mót­setningur, men eitt “paradoks”:      At seta sítt álit á tann almáttuga Guð, sum kann grøða her og nú, og samstundis hvíldi í tí bíb­i­lska sann­leikanum, sum Paulus umrøður soleiðis í Rómverja­bræv­inum 14.8: “Tí um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til”                                                                                               Tað gevur dirvið at liva og frið at doyggja, tá tann løtan kemur. Tað upplivdi Edna.
Góða Edna. Hóast tú nú ert “burturi úr likaminum og heima hjá Harranum” vil eg einaferð enn takka tær fyri tað tú vart fyri tíni nærmastu og fyri okkum onnur við, sum komu at kenna teg. Tøkk eisini fyri títt stóra og trúfasta ar­beiðið bæði í kirkjuni og í missiónshúsinum. Vit eru mong, sum takka Guði fyri teg – og sakna teg!
Góðu Hilmar og familjan øll. Takk fyri tað, tit vóru fyri Ednu. Hon var bæði takk­som fyri tykkum og stolt av tykkum. Jesus styrki tykkum í sakni og sorg tykkara.
Eg vil enda hesi minning­ar­orð við einum orði, sum Edna, Hilmar og eg javnan tosaðu um tá eg vitjaði tey, síðstu tíðina hon livdi. Tað stendur í Sálmi 73,26.                                                                    “Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Guð mín klettur og mín lutur allar ævir”-
Tað var eydnan í lívinum hjá Ednu – og vitnisburður hennara.
Ærað veri minnið um Ednu Højgaard.
--
Torleif Johannesen