Nøgdsom. Lítillátin. Trúføst. Samvitskufull. Bersøgin. Góða tendring. Men rættvís. Ósjálvsøkin. Hugnalig. Gávumild. Familjukær........!
Nógvir eginleikar komu fram fyri meg, tað kvøldið fastur og gumma mín, Davina Mikkelsen úr Torbisgerði á Toftum, hevði lagt eyguni saman fyri seinastu ferð.
Hevði ætlað at skrivað eina føðingardagheilsan, nú hon skuldi fylla 90 ár. Men 17. juni, 10 dagar áðrenn hon upplivdi sín 90. sjeysovaradag, legði hon árarnar inn og eitt hendingaríkt lív sløknaði. Føðingardagsheilsanin bleiv tí til seinkað minningarorð.
Davina hevur upplivað nógv í ymsum londum, har hon hevur starvast sum sjúkrasystir, ella sjúkrarøktarfrøðingur, ið tað nú verður nevnt. Tað merktist væl á henni, at hon hevði upplivað nógv. Men kortini var avmarkað, hvat man fekk at vita frá henni um sjálvt arbeiðið, tí tagnarskyldan kom fram um alt. Hon fór við henni í grøvina.
Hóast Davina var burtur í nógv ár, so var hon kortini stóran part av lívinum ein sjálvsagdur partur av Toftabygd. Hon hevði stórar kenslur fyri heimbygdini, hóast hon mangan vísti á viðurskifti, ið eftir hennara tykki kundu verið enn betri.
Davina bara hómaði pápan, Jákup Mikael, sum fórst við sluppini "Onnu" við Grindavík í Íslandi í 1924. Hon plagdi at siga frá, at hon stóð og fylti kava upp í dukkuvøgguna, tá pápin og mammubeiggin úr Kollafirði søgdu farvæl og fóru gjøgnum túnið. Syrgiliga hendingin í Grindavík bar í sær, at Davina og hini trý yngru systkini vuksu upp faðirleys.
Men mamman, Karolina, kláraði so væl at vera einsamallur forsyrgjari, at hon nøkur ár seinni fók eina bróðurdóttir úr Kollafirði til fosturs.
Sum ung genta var Davina eitt ár í Grønlandi og arbeiddi sum gongsgenta á sjúkrahúsinum í Føroyingahavnini. Har fekk hon av álvara áhuga fyri sjúkrarøktini, og fyrst í fýratiárunum fór hon at læra til sjúkrasystir á Dronning Alexandrines sjúkrahúsinum í Havn. Seinni fór hon so til Danmarkar at "supplera".
Hon upplivdi mangt og hvat sum sjúkrasystir. T.d. arbeiddi hon á sjúkrahúsinum á Tvøroyri, tá ein stórur bretskur vatnflúgvari kollsigldi uttan fyri Øravík. "Hetta er tað ringasta eg havi upplivað", segði Davina mangan.
Fýra fólk doyðu, og eini átta onnur sluppu frá hendingini við lívinum. Summi fingu varandi mein. Tey komu sjálvsagt øll á sjúkrahúsið á Tvøroyri, og Davina mintist, at øll bygdin kókaði suppu og kom niðan á sjúkrahúsið at geva teimum fremmandu.
Hon starvaðist bæði í Danmark, Svøríki og Norra. Longst var hon á sjúkrahúsinum í Mysen í Norra.
Davina var lætthent. Og tí mundi tað ikki vera tilvild, at tað júst var hon, ið gav fystu pensilinsproytuna, eftir at hetta evni var komið flótandi til Føroya. Haldi tað var fyri krígslok. Hetta fortaldi Davina mangan. Men ikki eitt orð um hvør tað var, sum fekk fyrstu sproytuna. Tað kom jú undir tagnarskylduna. Stóra uppfinningin hjá skotska læknanum Alexander Fleming hevur síðani bjargað mongum mannalívi kring allan heimin.
Samvitskufull, sum Davina var, segði hon seinast í sekstiárunum arbeiðið sum sjúkrasystir uttanlands frá sær, og kom heimaftur á Toftir at búgva saman við mammuni, ið var viknað, og systrini Palmu, sum alla sína tíð var merkt av sjúku. Fyri tær báðar var tað sjálvsagt trygt at hava eina sjúkrasystir í húsinum.
Davina fór nú at arbeiða á nýggja flakavirkinum í bygdini, Nyki. Tað gjørdi hon so leingi hon orkaði.
Eftir at hon var komin heimaftur á Toftir, vórðu mangan boð eftir Davinu, tá onkur skuldi hava sproytu, ella onnur bráfeingis sjúkrauppgáva var at loysa í bygdini. Læknin hevði eitt stórt øki at røkja, og tí var mangan hent, bæði hjá fólki og hjá læknanum, at hava hesa álitiskvinnu at heita á. Hesa tænastu røkti hon við sonnum samfelagssinni.
Davina hevði ikki mann og børn, og tí hevði hon góðar stundir at røkja síni áhugamál. Hugsi serliga um vinfólkini, sum hon fekk eitt tætt tilknýti til. Hon var trúgv móti teimum og tey vístu sanniliga eisini trúskap móti henni.
Tá Vesturskin á Toftum varð bygt fyri nøkrum árum síðani, fór Davina har at búgva, og hon var glað fyri hesi árini í nærumhvørvinum, nú hon ikki var før fyri at búgva heima. Men eftir at hon hevði havt eina heilabløðing og gjørdist meira óhjálpin, varð hon flutt inn á Eysturoyar Røktar- og Ellisheim.
Eg tori at siga, at eg havi ikki kent nakað menniskja, ið hevur verið reiðiligari og rættvísari enn Davina. Hon vildi ikki hava nakað útistandandi við nakað menniskja, og hon fór ongantíð upp um, har garðurin var lægstur. Tað hon gjørdi, gjørdi hon til lýtar.
Nú var hon troytt og ynskti at sleppa burtur. Men fyri okkum kennist tað løgið og tómligt, at man ikki kann fara á Røktarheimið at vitja hana og fáa sær ein kaffimunn saman við henni. Tað vóru hugnaligar løtur.
Við sorgblídni og takksemi kunnu vit lýsa frið yvir minnið um Davinu Mikkelsen av Toftum.
------
Tórður