umborð ella á veg í land. Gongubreytin kemur eisini at ganga eftir rampuni og eftir ferjuleguni. Í hesum báðum støðum kemur rimagirðing at vera ímillum, so at bilar og ferðafólk als ikki koma ov nær hvørjum [...] ætlaði ferðafólkum. Eisini eru gjørdir beinkir til tey, ið hava ov stív bein til at kunna krøkja tey undir eitt borð. Hesir beinkir hava eisini armhvíld, ið somuleiðis ber til at halda sær í, um tað skuldi [...] eru ov smalar til hana. Somuleiðis eru trupulleikar við dypdini. Á Gomlurætt gongur ein grótgarður undir rampuni, og kemur hesin at taka í botnin á ferjuni, um hann ikki verður tikin burtur. Somuleiðis er
formaður í 12. manni, sum er áskoðarafelagið hjá føroyska A-landsliðnum, hevur eisini fylgt væl við í hesum málinum, og hann hevur nú sent kekkiska fótbóltssambandinum eitt bræv, har hann vegna føroysku ás [...] hvørja viku. ? Felagið verður tvey ár um mánaðarskiftið apríl-mai, og higartil hava fólk tikið væl undir við tí, sigur Regin Egholm. Hugskotið at stovna felagið kom niðri á Malta, tá føroyska liðið var har [...] Tað fekk meg at hugsa um EM-undandystin millum Føroyar og Kekkia í september í fjør. Tilburðirnir í hesum báðum dystunum vóru rættiliga líkir, tí í báðum førum var talan um ein meiddan spælara, eitt innkast
Marknagilsvegurin Til at gera ein part av Marknagilsvegnum afturat, vórðu játtaðar 7,5 mió. kr. Í hesum umfari er tað strekkið út til Svaldbardsvegin, talan er um. Páll Petersen sigur, at hetta er enn eitt [...] num. 2. byggistig við Landavegin Á Landavegnum, frá Málinghandlinum niðan á Frælsið, skal farast undir 2. byggistig. Til hetta endamál játtaði býráðið 300.000 kr. til gongubreyt o.l. Kloakk til Eysturbðin [...] standin á lokinum á Havnará. Fólk eru vorðin varðug við, at økið frammanfyri Gamla Apotek hoknar undir nógvu ferðsluni, og tí er vandi fyri at okkurt tungt akfar kann detta ígjøgnum asfaltið.
fakfólk. Tí hava vit verið í sambandi við stovnar, fyritøkur og fólk, sum hava ymsar royndir og vitan á hesum økinum. Vit hava fingið fatur á tilfari, ið eitt nú arkitektar hava til innanhýsis arbeiðsbrúk. - [...] og uttan dyggan stuðul frá teimum var arbeiðið ikki byrjað, sigur Zakaris Svabo Hansen. Farið varð undir at gera orðabókina síðsta heyst, men Zakaris Svabo Hansen hevur ikki hug at siga nakað um, nær bókin
hesa skipanina, sum kom undir krígnum, skuldu vit hava bókhaldsformularar, skjøl av ymiskum slag, kontobløð, kontokort, rammur til at føra bókhaldið í og bókhaldskassar. Einki av hesum fekst uttanlands. B [...] klisjéirnar. - Eliesar og Theodor fóru undir heilsølu, sum teir kallaðu Rona, har alt líka frá keks til gransbíløt kundi keypast. Eitt fólk ferðaðist kring alt landið við hesum vørum og so komu ordrar inn. Hetta [...] lítla prentmaskinu, summi kalla hana ein flugusmekkara. Skrift varð keypt úr Onglandi og so fóru vit undir at prenta skjøl og smáar formularar. - Vit fluttu síðan í húsini, sum Theodor við Keldu átti á Vágsheygnum
verður broytt enn einaferð. Hetta sigur stjórin í Saga Petroleum Føroyar, Geir Atle Rishovd, sum í hesum døgum er vitni til, at umleið 400 av hansara starvsfeløgum í Noregi verða sagdir úr starvi. Skerjingarnar [...] varðveita støðu okkara í heildaríløguætlanini hjá SAGA, so mugu vit sleppa til arbeiðis av álvara í hesum árinum. Tí seti eg mítt álit á, at útbjóðingin verður latin upp í heyst, soleiðis sum tað er boðað [...] at ávirka Føroyaøkið. Ætlanin er, at uppgávurnar, sum viðvíkja Føroyum, og sum higartil hava hoyrt undir skrivstov-una í Danmark, nú verða fluttar til London, sum kemur at dekka alt økið vestan fyri Hetland
prinsipiell og týdningarmikil mál, so fingu tey ongar avleiðingar yvirhøvur. Hetta var tá skotið undir, at stýrisskipanarlógin var so nýggj, at tingmenn høvdu ikki vant seg við sín nýggja leiklut og at [...] løgmaður hevði stórar trupulleikar við at fata sín leiklut sambært stýrisskipanarlógina. Royndirnar nú Undir núverandi samgongu hevur higartil lítið verið av tílíkum. Hendan samgongan hevur sett sær fyri at [...] øvugta niðurstøðu enn hann kemur til. Eftir mínum tykki er hetta eitt dømi um, at stýrisskipanin á hesum øki er farin at rigga. Tá vinnan hevði útinnandi vald Í nógv ár var føroyska siðvenjan, at vinnan
gar og aðra viðgerð í sambandi við nøring hjá dýrum; at taka dýr í viðgerð fyri sjúku, sum kemur undir galdandi lóggávu um smittandi sjúkur hjá dýrum; at taka dýr í viðgerð fyri aðra sjúku, har ið veterinert [...] tryggjað ta neyðugu djóralæknahjálp og tann neyðugi forskriftaskyldigi heilivágur, tá og nær tørvur er á hesum. ? Vinnumálastýrið metir, at fyriliggjandi lógaruppskot er eitt neyðugt amboð til at staðfesta, hvat
í tíðini er farið í tvey. Ein fær eitt stutt og greitt søguligt yvirlit hesum viðvíkjandi. Jógvan ó Lon sigur, at fólkið í hesum grannalondum hevur nakað felags. Fólkið er av somu rót og hevur havt og [...] útgávuni. Ú Føroyum luttekur Berg og Jacobsens Dansiorkestur. Harumframt spæla føroyskir tónleikarar undir hjá íslendska harmonikuleikaranum Ørvar Kristjánsson, ið eisini hevur búð í Føroyum. Tónleikararnir
Illfýsið og lítið hugaligt er tað veðrið. Hesum pástandi kann Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, uttan trupulleikar taka undir við, men hann torir ikki at siga hvussu leingi vánaliga veðrið fer at standa