Kavin verður nokk liggjandi

Veðurfrøðingurin hjá Sosialinum sigur, at vit kunnu rokna við at kavin verður liggjandi í nakrar dagar. Í dag verður kaldari og betri veður, men Petur Skeel dugir ikki at siga, hvussu leingi tað fer at halda

Illfýsið og lítið hugaligt er tað veðrið. Hesum pástandi kann Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, uttan trupulleikar taka undir við, men hann torir ikki at siga hvussu leingi vánaliga veðrið fer at standa við.

- Kavin verður eftir øllum at døma liggjandi í nakrar dagar í hvussu er, men eg tori ikki at siga hvussu leingi hetta veðrið fer at standa við, sigur Petur Skeel.

Veðurfrøðingurin sigur, at tað er sera torført at spáa fleiri dagar fram í tíðina og at tað vil hann ikki gera.

- Men eftir forsøgnunum hjá BBC, so sær út til at tað verður betri veður í dag og í morgin. Tað sær út sum um at tað fer at gerast kaldari og at vindurin fer at minka nakað, men tað merkir nokk ikki, at kavin hvørvur fyri tað.

- Í fyrsta umfari verður kavin liggjandi í eina tíð, og eg vænti ikki, at hann hvørvur fyrr enn hann kemur av útsynningi.

Og sambært veðurmonnunum eru útlitini ikki so góð fyri tí enn. Veðurvánirnar søgdu undan vikuskiftinum, at hann snaraði í ein eystan í eina tíð, men at hann síðani aftur fór norðurum.

Vit mugu tí geva tol og vóna, at vit, hvør í sínum lagi, fáa sum mest burtur úr kavaveðrinum.