Ólavur í Beiti
Hósdagin í farnu viku legði Finnbogi Arge fram nýtt uppskot um djóralæknavirksemi v.m. í Føroyum.
Fyrst av øllum verður staðfest, hvat hetta virksemi er, og sigur uppskotstillarin, at tað er: at taka sjúkuavgerðir um dýr, ella um sýnið av dýrum, og at gera kanningar í tí sambandi; at gera skurð- og aðrar pínuvaldandi viðgerðir av dýrum; at seta í verk fulla ella staðbundna doyving av dýrum; at gera kviðkanningar, taka út sáð, egg, og embryonir, ísáða og seta upp gitin egg, gera ílegubroytingar og aðra viðgerð í sambandi við nøring hjá dýrum; at taka dýr í viðgerð fyri sjúku, sum kemur undir galdandi lóggávu um smittandi sjúkur hjá dýrum; at taka dýr í viðgerð fyri aðra sjúku, har ið veterinert innlit er ein fortreyt; at taka dýr í viðgerð við nýtslu av forskriftaskyldigum heilivági, herundir serum og koppingarevni; at reka djóralæknastovur og djórasjúkrahús; at reka veterinerar starvsstovur; at útinna veterinert matvøru- og slátureftirlit; at geva veterinerar váttanir og ummæli um heilsustøðuna hjá dýrum og úrdráttum av dýrauppruna og at útinna annað virksemi, har ið djóralæknaútbúgving er av stórum týdningi.
Leggja saman stovnar
Í almennu viðmerkingunum til uppskotið, sigur Finnbogi Arge, at í Føroyum er eingin lóggáva fyri djóralæknavirksemi ella løggilding av djóralæknum. Í januar 1997 setti landsstýrismaðurin eina nevnd at arbeiða við at gera uppskot til lóg um útinning av djóralæknavirksemi v. m. í Føroyum. Eisini skuldi nevndin arbeiða við samanlegging av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Landsdjóralæknaembætinum við tí endamáli at gera lógaruppskot um, hvussu øll veterinerviðurskifti kunnu samskipast, soleiðis at trygd kann fáast fyri, at ressursir innan nevnda øki verða gagnnýttar optimalt.
Upplýst verður eisini, at tvær nevndir hava verið settar. Tann fyrra var umboðað soleiðis: Landsdjóralæknin, 1 umboð fyri Vinnumálastýrið, 1 umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, 1 umboð fyri privat virkandi djóralæknar og 1 umboð fyri Bóndafelag Føroya. Men tá tað í juni 1997 vísti seg trupult hjá hesi nevndini at koma ásamt um ítøkiliga lóggávu og samskipan av veterineru viðurskiftunum, gjørdi landsstýrismaðurin av at skifta út síðstnevndu umboð, t.e. umboðini fyri Bóndafelag Føroya og privat virkandi djóralæknar, og setti ístaðin ein løgfrøðing og eitt umboð fyri løgmansskrivstovuna í nevndina.
Føroyskar umstøður
Um ætlanina við lógaruppskotinum um djóralæknavirksemi í Føroyum, sigur Finnbogi Arge, at hon er at seta á stovn eina lóggávu fyri privatum djóralæknavirksemi í Føroyum. Lógaruppskotið er evnað til við støði í samsvarandi reglum í øðrum Norðurlondum og við atliti til føroyskar umstøður.
? Lógaruppskotið er ein rein professiónslóg, sum ásetir reglur fyri tann privata partin av veterinerverkinum, sum fevnir um privatar løggildar djóralæknar og onnur løggild ella góðkend fólk, djóralæknastovur og veterinerar starvsstovur, annaðhvørt teirra virki er gjørt í privatari ella almennari tænastu. Lógaruppskotið nemur ikki við tann almenna partin av veterinerverkinum, undantikið tey viðurskifti, sum beinleiðis viðkoma tí privata partinum.
? Uppskotið til lóg um djóralæknavirksemi er fyrsta stig til eina neyðuga nútímansgerð og dagføran av lóggávuni á veterinera økinum, sum skal verða grundarlag fyri, at privat virkandi djóralæknar kunnu taka ein virknan lut í almennari basan av sjúkum hjá dýrum. Annað stigið av hesi mannagongd verður ein nútímansgerð av lóggávuni um sjúkur hjá dýrum, sum við nøkrum undantøkum stavar frá 1908.
Førleikan í lagi
Og um endamálið, sigur landsstýrismaðurin, at tað er at tryggja at djóralæknar og onnur fólk, ið verða løggild ella góðkend sambært lógini, hava tann førleika, ið samfelagið væntar, at tey hava. Samstundis skal lógin tryggja, at djóralæknar medvirka til at verja vælferð og heilsustøðu hjá dýrum og soleiðis eisini verja fólkið í landinum móti sjúkum, ið kunnu berast til menniskju, annaðhvørt beinleiðis frá dýrum ella óbeinleiðis gjøgnum matvøru av dýrauppruna.
? Fyri teir virkandi djóralæknarnar ber lógaruppskotið við sær, at greiðar reglur verða gjørdar fyri teirra fyriskipan og útflýggjan av forskriftaskyldigum heilivági til dýr og fyri teirra skyldur við atliti til neyðkomin dýr og smittandi sjúku hjá dýrum, ið eru fevnd av lóggávu.
? Fyri dýraánarar ber lógaruppskotið við sær, at teimum verður tryggjað ta neyðugu djóralæknahjálp og tann neyðugi forskriftaskyldigi heilivágur, tá og nær tørvur er á hesum.
? Vinnumálastýrið metir, at fyriliggjandi lógaruppskot er eitt neyðugt amboð til at staðfesta, hvat endamálið er við útinning av djóralæknavirksemi, og hvørjar reglur verða at galda fyri veterinera økið frameftir, sigur Finnborgi Arge at enda í drúgva uppskotinum um djóralæknavirksemi v. m. í Føroyum.