aftanfyri miðstrikuna, Allan Mørkøre, ið hesa ferð ikki var so eyðsýndur, sum hann hevur verið fyrr í ár, spældi Jens Erik Rasmussen leysan mitt fyri, og so var HB á odda, og allir dreymar hjá B36 tóktist liggja [...] hegnisliga lobbaði upp um beinið á Kaj Leo, sum var á veg út. Næstsíðsta fótin á bóltinum átti Jákup á Borg, sum ofta hevði vítt øki at spæla á í høgru, har HB verjan alla tíðina var so mikið tunn, at Jens [...] fyri skadda Rógva Larsen og sum so at siga einki konstruktivt hevði gjørt í álopinum, vann úti á síðulinjuni í vinstru nærdyst við Hans Fróða Hansen. Tað sá út, sum um B36 maðurin flutti HB mannin burtur
Ferðaráðið hugt at lógini um tjalding. Eisini er faldari gjørdur, ið vísur, hvar tjalding kann fara fram. Eisini sigur faldarin eitt sindur um, hvussu ein eigur at fara fram í føroysku náttúruni. Fáa faldaran [...] gista á loyvdu støðunum, so tey ikki eru til ampa fyri nakran. Tá hetta áður er hent, og onkur hevur tikið sær nær, so er ikki víst, at ferðamaðurin hevur vitað betur. Nú er so bøtt um hetta. Ferðaráðið sigur [...] fyri, at fáa skil á tjalding í Føroyum, so trupulleikin við tjalding á ikki loyvdum støðum ikki heldur fram. Ferðaráðið hevur tí samstarvað við fleiri stovnar um, hvussu hesin trupulleiki kann basast. Í
kvinnurnar hjá GÍ og NSÍ tveir dystir um rættin til at spæla í 1. deild. GÍ vann samanlagt, men nú hava feløgini bæði so avgjørt, at kvinnuliðini skulu leggjast saman, so at liðið komandi ár helst ber heitið [...] nógv best Hjá monnunum var ivin ikki so stórur. Tá endaspælið byrjaði, var VÍF á odda, og StÍF var sum so einasta liðið, sum hevði samband við vestmenningar. Men so kom stígur í hjá strandingum, samstundis [...] einaferð í áttatiárunum. Síðani tá hevur Kyndil hildið seg til føroyskar venjarar, men nú eru teir so farnir út um landoddarnar aftur. Felagið hevur verið í okkara brøðratjóð fyri vestan, Íslandi, og har hava
lagt eina ætlan fram fyri Norðurlendska ráðharraráðnum. Endamálið við ætlanini er at kunna føroyingar og grønlendingarnar um grunnin, og hvørjir lánimøguleikar eru har, tá talan er um at seta á stovn fyritøkur [...] skal veita lán til Føroyar og Grønland, meðan íslendskar fyritøkur bert fáa lán úr grunninum, um talan er um samstarv við fyritøkur í Grønlandi ella Føroyum. Fýra lánitilboð til Føroya Nevndin sigur í [...] tá roknskapur stovnsins vísti eitt yvirskot uppá 2,8 mió. krónur. Verður hugt nærri at rakstrinum so sæst, at yvirskotið av vanliga rakstrinum er knappar tvær mió. krónur verri í 1997 enn í 1996. Orsøkin
ert óskettin, var seinni helmingur av 1. hálvleiki ímóti Svøríki gott dømi um. 20 minuttir vóru farnir, tá sviar, ið ikki vóru so sannførandi hesa ferð, sum teir onkuntíð hava verið í slíkum kappingum, fingu [...] vóru ikki so heilt fáir áskoðarar, og teir tóku á við føroyingum. Millum áskoðararnar vóru Uni Arge, Jens Martin Knudsen og Páll Guðlaugsson og aðrir føroyingar, sum búgva har á leið. Sum altíð so var íslendska [...] U-16 landslið, sum í hesum døgum er á norðurlandinum í Íslandi, hevur verið at fáa venjingarstøðuna so mikið góða, at spælararnir orka at fylgja við í allar 80 minuttirnar og ikki fella saman síðstu løtuna
á eina kunngerð um at longja loyvi hjá bátunum at trola á landleiðini fram til 20. august Annars er loyvið galdandi til 11. august í allarflestu førum. Meginfelagið vísir til lógina um vinnuligan fiskiskap [...] skal hon aftur víkja tí troltíðin skal longjast. Serliga óskiljandi eru hesi frávikini, tí talan er um ein skipabólk, sum hevur ein stóran part av landgrunninum uttan fyri 12 fjórðingar fyri seg sjálvan [...] víkja. Chris Jan Michelsen sigur, at tað er undarligt, at samstundis, sum Landsstýrið herðir krøvini um búskaparligan burðardyggleika, roynir tað at skerja møguleikarnar hjá pørtum av flotanum at uppfylla
orðingarnar aðrar- tá er talan um ? at bøta um , varðveita, økja fíggjarkarmar, stuðla?- og einki verður sagt um at laga hetta eftir nøkrum fíggjarkarmi. Tilvitað ella tilætlað? Um stórøkið heilsumál verður [...] Vónandi eru ikki ætlanir um at ognartaka hann og geva hann út til tey fáu! Spurningurin hevur verið frammi um at seta aftur gr. 18 nevndina- fari at spyrja um ætlanir eru um at finna offrini fyri 80 ìni [...] eiði og ikki minst? framrokningar um ein sjálvberðandi Føroyskan búskap??- alt hetta ber boð um, at borgarin kann kenna seg tryggan, her er ikki ætlanin at fara fram eftir fummum. Við landsstyrismannin
, nú 90 ára haldið fer fram. Nógv fólk hava gjørt sítt til at fáa eina so fjølbroytta skrá, sum gjørligt, og tað hevur eydnast væl. Tiltøkini byrjaðu longu í gjár og halda fram til sunnudagin. Tá hátíðarhaldið [...] í dag er rúgvusmikil. Lagt verður fyri við fyrilestri í Tekniska Skúla. Oluf C. Jacobsen skal røða um vinnulívsmøguleikar í Russlandi. Ymsar framsýningar eru á skránni og skótarnir hava tiltøk. Frá kl [...] verður skrúðgonga úr Klaksvíksgarðinum. 17 sangarar Nógv er skránni , bæði fyri ung og eldri. Framsýning um vinarbýirnar hjá Klaksvík verður frá kl. 18.00 til 20.00. í fimleikarhallunum. Samstundis verður eisini
lógaruppskotum: Løgtingslóg um flaggið. Løgtingslóg um fólkanøvn. Løgtingslóg um kommunusamanlegging. Nýggj styrisskipan. Løgtingslóg um umsiting av gjaldførislánum. Løgtingslóg um eftirgeving av ella gjaldsskipan [...] aðurin í sjálvstýrismálum leggja fram uppskot um loysingini her og nú, so sum hann tykist at ætla. Møguleikin er nú fyri broytingum, um vit vilja arbeiða okkum fram til ta breiðu semjuna, sum liggur og [...] túrin kl. 6 mánamorgun, so mást tú bíða heilar 25 tímar, áðrenn næsti túrur er. Henda farleið hevur færri túrar um vikuna enn aðrar hava um samdøgrið. Tí hevði tað verið gott at vita, um landsstýrið hevur nakrar
spurningum um hesi viðurskifti. Støðan ikki so ring Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri viðgongur, at trupulleikar hava verið. Men hann er ikki samdur við partamannin í, at trupulleikar eru heilt so stórur [...] ?Heilt so ring, sum Hergeir Nielsen vil vera við, er støðan ikki. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, er ikki heilt samdur í, at tað er so ringt skil í roknskaparhaldinum hjá landskassanum, sum partamaður [...] skuldi verið lagdur fyri tingið 1. juli í ár. ? Men hann er verri enn so liðugur enn. ? Seinasti roknskapur, sum varð lagdur fram, var tann fyri 1994. Hergeir Nielsen segði, at hann ætlaði at reisa málið