Gaman og álvara í Klaksvík

Í samband við 90 ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu, eru nógv tiltøk á skránni. Tiltøk til gaman og álvara merkja skránna, ið má sigast at hava nógv at bjóða.

Longu í gjár varð lagt fyri við framsýningum, tónleiki og øðrum. Eisini varð skipað fyri útitalvi fyri børnum og ungum.

Skráin fyri dagin í dag er rúgvusmikil.

Lagt verður fyri við fyrilestri í Tekniska Skúla. Oluf C. Jacobsen skal røða um vinnulívsmøguleikar í Russlandi.

Ymsar framsýningar eru á skránni og skótarnir hava tiltøk.

Frá kl. 16 til 18 verður internet-café í Tekniska skúla.


Vágstún

Meginparturin av skránni, ella týdningarmiklasti parturin, gongur fyri seg í Vágstúni.

Býráðsformaðurin setir hátíðarhaldið í dag 17.00. Men longu kl 16:30 verður skrúðgonga úr Klaksvíksgarðinum.


17 sangarar

Nógv er skránni , bæði fyri ung og eldri.

Framsýning um vinarbýirnar hjá Klaksvík verður frá kl. 18.00 til 20.00. í fimleikarhallunum. Samstundis verður eisini listaframsýning í Gl. Tekniska Skúla.

Kl. 19 verður talvkapping fyri børn í Skákinum.

Hereford skipar fyri tónleika-café og í Atlantis fara 17 sangarar og kamartrio at framføra.

Ongum nýtist at keða seg í Klaksvík í hesum døgum, tí nóg mikið er at fara til hjá klaksvíkingum og vitjandi.



90 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar kommunu verður sett í dag


í dag kl. 16:30 fer skrúðgonga úr Klaksvíksgarðinum. Millum luttakararnar vera hornorkestur, skótar, fyrr- og núverandi býráðslimir, sløkkiliðið, KÍ - 1. deild menn og kvinnur.

Kl. 17 setir Jógvan við Keldu, býráðsformaður, 90 ára haldið. Ymisk onnur seta eisini dám á; skótar, hornorkestur, Klaksvíkar Dansifelag og Klaksvíkar Sjónleikarafelag framføra part av Blankansrímu.


Okkurt fyri øll

Rættuligur hátíðardámur má sigast at vera yvir Klaksvíkini, nú 90 ára haldið fer fram. Nógv fólk hava gjørt sítt til at fáa eina so fjølbroytta skrá, sum gjørligt, og tað hevur eydnast væl.

Tiltøkini byrjaðu longu í gjár og halda fram til sunnudagin.

Tá hátíðarhaldið er sett, er møguleiki at fara til framsýningar, talvkapping ella at hoyra tónleik av ymsum slag ymsa staðni í býnum.