veðurlagið var heldur ikki til tað. Í 1941 fer flotamálaráði aftur at røra uppá seg, hóast loftverjumálaráðið mælir frá. Eitt kanningarlið hevur aftur verið í Føroyum, og nú verður mælt til at gera flogvøll [...] ímillum 6-7 milliardir. Ein av hesum íløguætlanum, sum ikki var framd í verki, var flogvøllur á Glyvursnesi, men sum spøkir aftur, nú tað stundar til val. Í 1940, beint eftir at seinni heimsbardagi var byrjaður [...] og á Streymoynni, kom kanningarnevndin til tað niðurstøðu, at einki pláss var egna. Skuldi nakað koma uppá tal, var tað Skálafjørðurin. Men kanningarliðið kom til tað niðurstøðu, at eingin flogvøllur kundi
flokkarinr, sum stilla upp til fólkatingsvalið hesarferð: Sambandsflokkurin Fólkaflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin Teir smáu hava boðað frá, at teir ikki stilla upp hesaferð [...] in við 466. Teir listar, sum hesaferð ikki stilla upp, fingu seinast 24,5% av atkvøðunum. Ella við øðrum orðum: Fjórði hvør veljari, sum valdi seinast, kann ikki velja sama flokk aftur! [...] hesaferð. Miðflokkurin stillaði ikki upp seinast, men tað gjørdi Kristiligi Fólkaflokkurin, Verkamannafylkingin og Uttanflokkalistin hjá Zachariasi Wang. Tjóðveldisflokkurin hevur boðið Zachariasi Wang at stilla
»vatnið« frá okkara egnu vinnu til føroyska búskapin er minkað. Ikki serliga nógv, í hvussu so er lítið og onki í mun til um vit missa blokkin. Hetta hevur álíkavæl ført til nógvar óhugnaligar sorgarleikir [...] búskapin. Uttan at hava skil fyri nationaløkonomi, loyvi eg mær at halda, at hesir báðir ikki hava skilt spurningin til fulnar Har aftur ímóti hoyrdi eg ein annan búskaparfrøðing meta, at skulu vit sjálvir [...] 1 milliard kr. meira at ráða yvir. Eg veit ikki um hetta er heilt rætt. Men tað ljóðar sannlíkt, burtursæð frá, at tað verður trupult at finna rávørur v.m. til eina slíka øking í útflutninginum. Hetta merkir
milliónirnar, sum landskassin frammanundan hevur strikað. Var tað ikki ætlan-in, at tað, sum har kom reiðaranum til góðar, skuldi brúkast til nýgerð, ella var tað bara ein gáva. Tað gongur týðuliga fram, hvør [...] um hesar ætlanir ikki verða steðgaðar, so verður Fiska-virking úti um landið søga. Javnaðarflokkurin góðkennir ikki hesa gongdina og fer, um hann eftir valið fær tann stuðul, sum skal til, so vilja vit fremja [...] pengarnir brúkast til nýgerð av verandi fiskiflota. Tað er rætt, at okkara fiskifloti er niðurslitin, men tað hjálpir lítið at avtofta verandi fyri at byggja upp ein nýggjan. Tað minnir ikki so lítið um »Medens
gentan á tekjuni, skrivar bræv til. Hetta brævaskifti byrjar av tilvild, og hóast hann er av ríkum fólki, og hon er fátøk, hava tey nógv í felag: Hon er smæðin og hevur ikki lætt at koma í samband við fólk [...] er føtt, er Egin stoltur sum ein pávi, men hann er eisini øvundsjúkur. Kortini hevði Egin avgjørt ikki viljað verið lítlusystrina fyri uttan? Lítlabarnið hjá okkum er 14 síður í litum, prentað á haldgott [...] Prøysen. Jens Ahlbom teknaði myndirnar. Óla Jákup Niclasen týddi úr svenskum. Hundurin Hálvmetur er ikki stórur, men hann heldur seg vera júst so langan, sum hann eigur. Óvitarnir siga, at tann dagin Hússi
landi, skuldi rættarnevndarformaðurin farið ein túr til Íslands og ráðført seg við teir um sjálvstýri. Teir ivaðust ikki, tá ið á stóð, og vildu ikki liva av danskari olmussu. Men eg skilji handan mannin [...] heruppi í ríkisstuðulin; men ikki eitt orð um, hvat danir fáa frá okkum. So skrivar hann um tann almenna sektorin; hvussu stórur og dýrur hann er vorðin. Men veit maðurin ikki, at tað er undir hesum sam [...] grannalond okkara halda um slíkt tos? Veit hasin maðurin ikki, at tað var undir hesum vælsignaða ríkissambandinum við Danmark, at fólk rýmdu av landinum. Ikki hevur tað verið betri enn so; umframt at danir snýttu
fiskaði 2000 tons í flaki í fjør, men upplýst verður ikki, hvussu nógv tolarin seldi fyri. Pf. Vesturvón hevur egið sølufelag, sum selir flakið til enska marknaðin. Flakavirki Í fjør keypti Pf. Vesturvón [...] Tað sær ikki so gott út hjá flakatrolarunum í ár sum í fjør og kemst hetta av stóra niðurskurðinum í kvotuni eystan fyri hjá flakatrolarunum. Sørvágstrolarin »Vesturvón«, sum byrjar nýggjan túr aftur í [...] Vesturvón ein bygning frá Fiskavirking, sum nú verður gjørdur klárur til flakavirki. Bygningurin er 1400 fermetrar stórur og frystaríið tekur 900 tons. Ætlanin er at flakavirkið West Fish, sum nú húsast í øðrum
samstundis sigur, at promillumarkið eigur at verða lækkað. Hetta hongur als ikki saman. Eisini fari eg at mæla útvarpinum til ikki at lata múgvuna (pøbilin) koma við ov nógvum ferðsluráðum. Hesi kunnu ofta [...] okkum, og sýnsfeltið gerst nógv minni. Ein onnur orsøk til ikki at hækka hámarksferðina er, at tey strekki ið hugsast kunnu at verða nóg góð til 90 km/t (ella 100?) eru so ógvuliga stutt; sjálvdan meir [...] knappliga gerst eitt fólkakrav at hækka hámarksferðina. Spyrjið heldur fakfólkið um ráð, tí tað er jú tað, tey eru til. Men lat tað vera sligið fast alt fyri eitt, at eingin grund í verðini er fyri at hækka
vikur, t.v.s. til barnið er 5 1/2 mðr. gamalt. Tí verði eg noydd til at fáa dóttur mína at eta vanliga føði longu tá hon er 4 1/2 mðr. gomul. Longu har noyðist eg at gera nakað, sum ikki er best fyri barnið [...] at vera heima hjá dótturini, til hon dugdi at eta og drekka. Hinvegin kostar tað bæði landi og kommunu at hava eitt barn í kommunalari dagrøkt ella vøggustovu. Tað kann ikki vera rætt, at man skal koma [...] er nógv longri í dag enn hon var fyrr, men eitt 5 1/2 mðr. gamalt barn er alt ov lítið at lata út til onnur at passa. Smá børn, ið verða passað úti, eru alt ov ofta sjúk. Møguleikin at verða smittaður
rættarkrav, als ikki verður nøkur sjálvfylgja í framtíðini. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum var, at tað almenna ikki framyvir fer at hava ráð til at fíggja eina nøktandi eftirløn til øll, og játtanin [...] uttan mun til tína persónligu umstøður, so kanst tú við eini privatari eftirlønarskipan avtala teg til eina eftirløn, ið passar júst tín tørv, sigur tryggingarstjórin. Tað, sum sipað verður til, er, at tú [...] spara upp til eftirlønarárini. So mikið er greitt, at við teirri gongd, sum tryggingarstjórin vísir á, at so ber til at siga, at tess sterkari tú stendur á arbeiðsmarknaðinum, jú betur ert tú fyri til at gera