Bæði tjóðveldisflokkurin og sambandsflokkurin hava lagt út, helst tí teir halda, at teir hava tey greiðastu boðini ? loysing ella samband, einki um hvussu samfelagið skal verða umsitið.
At fólkaflokkurin enn einki hevur spælt út við beinleiðis er greitt. Teir gera tað á ein annan hátt, og við sambandsins hjálp eru teir við at avtofta livimøguleikarnar úti um landið. Arbeiðsplássini, sum eru bundin av, hvat sjógvurin gevur, verða nú niðurbundin, og hetta gongur serliga út yvir tey, sum búgva í Suðuroy.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen hevur verið frammi og kunngjørt veruligan borgarligan politikk, tí hann heldur fast við, at íløgustuðulin, sum er grundarlag undir vinnuligu tiltøkunum í Suðuroy, skal avtakast og skulu pengarnir brúkast til nýgerð av verandi fiskiflota. Tað er rætt, at okkara fiskifloti er niðurslitin, men tað hjálpir lítið at avtofta verandi fyri at byggja upp ein nýggjan. Tað minnir ikki so lítið um »Medens græsset grod, dør horsemor«.
Landsstýrismaðurin heldur fyri, at hetta sum hann nú ætlar, kemur at merkjast, jú, sanniliga kemur tað at merkjast og helst í Suðuroy, har arbeiðspláss bæði á sjógvi og landi verða rakt, men sjálvandi sakar hetta ikki fólkaflokkin og samgonguna sum heild. Heldur ikki teir, sum nú eru stuðulsflokkar hjá verandi samgongu, sjálvt um teirra valdømi júst er Suðuroy. Teir fjálga um síni. Tað er reinur fólkaflokspolitikkur fyriuttan, at nú skulu pengarnir, sum sparast við avtøku av íløgustuðulinum, 40 milliónir, gevast reiðarunum, og hetta fyriuttan tær milliónirnar, sum landskassin frammanundan hevur strikað. Var tað ikki ætlan-in, at tað, sum har kom reiðaranum til góðar, skuldi brúkast til nýgerð, ella var tað bara ein gáva. Tað gongur týðuliga fram, hvør og hvørjir skulu fjálgast, og hvørjir skulu niður við nakkanum.
Arbeiðsfólkið, sum er bundið av tí, sum verandi fiskifloti veiðir, tey skulu nú verða gjørd arbeiðsleys. Og ágangurin heldur fram við stuðli frá samgonguni og helst ímóti útjaðaranum og serliga Suðuroy, nú tað frættist, at Fiskavirking við góðkenning samgongunnar skal fremja eina nýmótansgerð av fiskavirkinum í Tórshavn. Hetta vil so føra við sær, at tað Fiskavirking, sm vit hava í Suðuroy, verður søga, og verður hartil eisini ein fiskamarknaður tillagaður í Tórshavn, so verður tað at ganga út yvir verandi uppboðssølu á Toftum. Tað, sum hendir nú tað nærkast vali, er álvarsligt og fær vónandi veljaran at gera upp við seg sjálvan, tí um hesar ætlanir ikki verða steðgaðar, so verður Fiska-virking úti um landið søga. Javnaðarflokkurin góðkennir ikki hesa gongdina og fer, um hann eftir valið fær tann stuðul, sum skal til, so vilja vit fremja tiltøk fyri at varðveita verandi búskaparmynstur, soleiðis at tað eisini verður liviligt uttan fyri miðstaðarøkið.
Bogi Mortensen, stjóri í Vági, er ein maður, ið veit hvat tað vil siga, um ætlan samgongunnar verður veruleiki, ávarar ímóti gongdini, men tað tykist ikki sum um løgtingslimir, sum eru farnir at stuðla samgonguin og sum umboða útjaðaran, hava skilt vanda. Avleiðingarnar av ætlan samgongunnar verða ein avtoftan av útjaðaranum til fyrimuns fyri miðstaðarøkið, tí tað er greitt, at mynstrið er, at alt skal samskipast á einum øki, ja, eisini fiskauppboðssølan, sum er á Toftum, skal nú við stuðli frá samgonguni stovnast í Tórshavn við tí avleiðing, at fiskauppboðsølan á Toftum bert verður ein viðfáningur. Hetta er borgarligur politikkur, tá hann er bestur.
Javnaðarflokkurin hevur verið við til at minka um íløgustuðulin, men vit fara ikki at avtaka hann við teimum avleiðingum, sum verða fylgjan, men í samráð við teir, sum umsita okkara vinnulív bæði á sjógvi og landi, fara vit at tillaga viðurskiftini soleiðis, at verandi livimynstur verður varðveitt.
Javnaðarflokkurin er tann einasti flokkur, sum verjir vunnin rættindi, og vil hann, um hann fær styrki til tað, at tryggja arbeiðsplássini úti um landið. Hetta fólkatingsvalið vil vísa, um ætlanin hjá samgonguni verður góðkend, ella um Føroya fólk bara letur standa til.
Sverre Midjord










