Fjórði hvør veljari hevur ongan flokk

Teir smáu flokkarnir - Kristiligi Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og hvørgin parturin av Verkamannafylkingini stilla upp til fólkatingsvalið 11. mars. Zacharias Wang stillar kanska upp á tjóðveldislistanum

Tað verða helst bara teir fimm gomlu flokkarinr, sum stilla upp til fólkatingsvalið hesarferð:


Sambandsflokkurin

Fólkaflokkurin

Javnaðarflokkurin

Sjálvstýrisflokkurin og

Tjóðveldisflokkurin


Teir smáu hava boðað frá, at teir ikki stilla upp hesaferð. Miðflokkurin stillaði ikki upp seinast, men tað gjørdi Kristiligi Fólkaflokkurin, Verkamannafylkingin og Uttanflokkalistin hjá Zachariasi Wang.


Tjóðveldisflokkurin hevur boðið Zachariasi Wang at stilla upp á tjóðveldislistanum, og ger hann tað, verður helst heldur eingin uttanflokkalisti. Um so verður, skulu tær 4.704 atkøvðurnar, sum hesir listar fingu til samans, kanska býtast øðrvísi.


Kristiligi Fólkaflokkurin fekk 466 atkvøður

Verkamannafylkingin fekk 3111

Uttanflokkalistin fekk 1127


Sambandsflokkurin, sum fekk fyrra mannin valdan, fekk 4.301 atkvøður.

Fólkaflokkurin fekk tann seinna mannin valdan við 4.156


Næstur teimum var Javnaðarflokkurin við 3.720. Síðani kom Verkamannafylkingin við 3.111 atkvøðum, Tjóðveldisflokkurin við 1.798, Uttanflokkalistin við 1.127, Sjálvstýrisflokkurin við 469 og Kristiligi Fólkaflokkurin við 466.


Teir listar, sum hesaferð ikki stilla upp, fingu seinast 24,5% av atkvøðunum. Ella við øðrum orðum: Fjórði hvør veljari, sum valdi seinast, kann ikki velja sama flokk aftur!