fólkatalið í fjør helt sær á 1264. Burðaravlop var, tí 15 børn vórðu fødd - og 10 andaðust. 82 fólk fluttu í kommununa at búgva og 87 fólk fluttu úr kommununi. Úrslitið var tískil, at fólkatalið stóð í stað [...] gjørdust til 0,5 miljónir krónur, tá avtornaði. - Sostatt høvdu vit samanlagt eina meirinntøku av skattum og avgjøldum í 2010 á 2,3 miljónir krónur, sigur borgarstjórin, Símun Johannesen.
Berthelsen og Menn av Strondum syngja Fríggjadagin 4/1 kl. 20.00 talar Jógvan Fríðrikson og Hannis syngur Leygardagin 5/1 kl. 20.00 talar Regin Høgnesen og Petur Hans Hansen og Thomas Dam syngja og spæla [...] jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Frá Dagtilhaldinum á Strondum Vit hava opið týsdag og hósdag millum kl. 15 og 18, vit eru byrjaði aftur. Tilhaldið Hugnin í Sandoy hevur opið mánadag og mikudag [...] O'Campo og Boaz Petersen Sunnukvøldið kl. 20.00 Gallaveitslan hjá Flare. Nýggjársmorgun kl. 1.00 Lovsongsløta. www.filadelfia.fo Hebron, Argir Sunnudagin 30. december. kl. 10.30 Morgunmøti og samstundis
rýmdu 40 prosent av teimum iraksku hermonnunum av støðum sínum, tá ófriðurin tók seg upp herfyri, og 10 prosent av hermonnunum fóru beinleiðis í part við ófriðarmonnunum, sigur hann við tíðindastovuna AP [...] irakska trygdartænastu, sum hevur umleið 200.000 mans, harav teir flestu eru løgreglumenn. Amerikanskir og aðrir útlendskir serfrøðingar hava vant trygdarmenninar, men gongdin ta seinastu tíðina hevur víst [...] fyri býin Fallujah, sýtti ein heil iraksk herdeild fyri at taka lut í álopinum,. skrivar AP. Í Najaf og øðrum býum hevur tað víst seg, at teir iraksku løgreglumenninir hava sera lítlan hug at berjast ímóti
kakao og bollum í hugnaligu náttúruni við Kerjar. - Ikki tí, tá til stykkis kom, so rann eg 1,5 km teinin saman við soninum og nógvum øðrum vinfólkum, sum vit komu fram á so við og við. Prát og gott lag [...] tann langa, sum er 10,5 kilometrar. Byrjan og endi er við Hotel Føroyar. Aftur til Annleyg: - Maðurin hevði hug til at renna 5 km teinin, sonurin tímdi væl tann heilt stutta teinin, og sjálv helt eg, at [...] lag. Flennandi børn og foreldur, og ikki minst hitt fríska lotið føldist deiligt. Har komu tivandi, sveittandi 10 km rennarar, sum við andaneyð hoknaðu í knøunum eftir ein avbjóðandi túr í fjallalendinum
ólogiskt og tápuligt ”sjálvbjargnismenn” av hesum slag hugsa og skriva. Jammur og grenj. Matematiskt fiks-faks og nonsens-argumentir. Eitt lærustykki um, hvussu tað ikki skal gerast. 19.10.2008 [...] Ístíðin”, sum valdaði. Kuldi og illveður, misvøkstur og felli, hungur og neyð. Samfelagið var um at útdoyggja, sum norðbúgvar í Grønlandi eini 200 ár fyrr. So kom Gabelstíðin, og fólkið fór aftur at nørast [...] fupp-metodu kundi hann líka væl valt onnur tøl og ”prógvað” tað mótsatta. Hann sigur seg vita, at ”sambært samgonguskjalinum er ríkisveitingin burturi um 365 ár”, og at ríkisveitingin, ella blokkurin sum fólk
Útbúgvingar- og arbeiðsviðurskifti broytast støðugt, og tað setur stór krøv til, at borgarar kunnu fáa dygdargóða vegleiðing um útbúgvingar- og vinnumøguleikar, og í tí sambandi letur Undirvísingarstýrið [...] savnar saman verandi vegleiðaratænastur, og eggjar til samstarv á sama fysiska stað. Fyribils eru tað útbúgvingarvegleiðarin, Bára A. Haraldsen, og lestrar- og yrkisvegleiðarin, Deirdre Hansen, sum manna [...] samanhangandi og landsumfevnandi skipan upp, umframt at tøkniligar loysnir innan karrieruvegleiðing, so sum fjarvegleiðing gjøgnum netfundir og kjatt, góður tíðarhóskandi kunningarpallur og annað verða mentar
stinnari, málverjin bjargaði, og í álopsspælinum var tað avgerandi, at Jana Mittún av álvara varð so eyðsýnd, sum hon plagar at vera. Hon breyt aftur og aftur ígjøgnum, og H71 át seg støðugt nærri móts [...] heimaliðnum ikki arbeiddu so væl og nógv, sum tær hava gjørt í undanfarnu altjóða dystunum. Men so vendi gongdin, og tá ið bríkslað varð fyri hálvleiki var H71 frammanfyri 13 – 10, eftir at tær fyrstu løtuna [...] nýggjum. Tað snúði seg um at steðga Mariu Halsdóttir Weyhe og serliga Janu Mittún, og so snúði tað seg um at vera meiri avgjørdar í verju og ikki minst álopspartinum. Í handavend eftir steðgin eydnaðist
endatalvinum og dammaði seg til sigurs. 5. umfar, 28. mars, Landsliðsbólkurin Carl Eli Samuelsen - Rógvi Mortensen 1-0 Ólavur Simonsen - Rógvi Egilstoft Nielsen 0-1 Helgi Dam Ziska - Rani Nolsøe 1-0 Sjúrður [...] Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen. Talvið um FM-heitið. Rógvi hevur hvíta fólkið. Hvussu víkir og vendir, fær Helgi ikki verið annað enn favorittur. Hann er stórmeistari og hevur fleiri enn 200 [...] Helga Dam Ziska og Rógva Egilstoft Nielsen. Teir eru javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum - eitt stig undan teimum næstu í røðini. Báðir vunnu í dag. Helgi syfti Rana Nolsøe sum ein vøtt, og Rógvi vann eisini
Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av eystri og yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið regn ella mjørki. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið [...] andøvsgul av suðri og um morgunin regn annars yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin gul av suðri og ælingur, men leygardagin [...] leygardagin lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 1006 hPa. við Føroyar fer eystureftir. Eitt hátrýst, 1022 hPa. við Jan Mayen fer spakuliga
vikuskifti, í dag og í morgin. Børnini møta í morgun klokkan 10 og í morgin klokkan 12. Síðani er honbóltur á skránni til væl út á seinnapartin. – Øll børnini verða fyrst býtt í bólkar og fáa eitt armband [...] Gundadalshøllini og í fimleikahøllini í skúlanum við Løgmannabreyt saman við góðum fólki frá H71 og hjálparfólki annars. Allir bólkar fáa somu venjing og fara at skiftast millum hallir og aktivitetir [...] í sína ætt og byrja virksemi sítt, skrivar H71 á heimasíðuni. Við á honbóltskúlanum verður eisini ungdómsmennarin hjá H71, Flemming Oliver Jensen, sum fer at hava teoretiska undirvísing og venjingar í