Hondbóltsskúli í Hoyvík hetta vikuskiftið

Í hesum døgum skipar hondbóltsfelagið H71 fyri honbóltsskúla í Hoyvíkshøllini. Tiltakið er hetta vikuskifti, í dag og í morgin.

 

Í hesum døgum skipar hondbóltsfelagið H71 fyri honbóltsskúla í Hoyvíkshøllini. Tiltakið er hetta vikuskifti, í dag og í morgin.

 

Børnini møta í morgun klokkan 10 og í morgin klokkan 12. Síðani er honbóltur á skránni til væl út á seinnapartin.

 

– Øll børnini verða fyrst býtt í bólkar og fáa eitt armband við litinum á tí bólkinum, sum tey koma at hoyra til teir báðar dagarnar, sum skúlin er. Tá øll eru skrásett, byrja vit við felags upphiting. Tá tað er liðugt, fara bólkarnir hvør í sína ætt og byrja virksemi sítt, skrivar H71 á heimasíðuni.

 

Við á honbóltskúlanum verður eisini ungdómsmennarin hjá H71, Flemming Oliver Jensen, sum fer at hava teoretiska undirvísing og venjingar í Gundadalshøllini og í fimleikahøllini í skúlanum við Løgmannabreyt saman við góðum fólki frá H71 og hjálparfólki annars.

 

Allir bólkar fáa somu venjing og fara at skiftast millum hallir og aktivitetir