27 – 26 tap. Tað var úrslitið, tá ið H71 kvinnurnar í kvøld í Høllini á Hálsi í Havn spældu í Europa Cup ímóti ukrainska HC Galychanka LVIV.
-Eg vóni, at vit fáa høvi at spæla á útivølli, tí gongdin í kvøld vísti, at vit eiga at hava møguleika ímóti teimum.
Tað segði Maria Halsdóttir Weyhe, tá ið síðsta bríkslið hevði ljóðað á Hálsi í kvøld. Hon skoraði níggju mál og var sera eyðsýnd á H71 liðnum í kvøld. Saman við Mariu var Jana Mittún toppskjútti við níggju málum.
-Vit kunnu takka okkum sjálvum fyri, at tað ikki gekk frægari, enn tað gjørdi. Serliga var tað fyrsta løtan eftir steðgin, sum var avgerandi. Tá skoraðu tær í handavend fýra mál, meðan vit ikki fótaðu okkum – hvørki í verju ella álopi, sigur annar av H71 venjarunum Ingi Olsen.
Síðstu løtuna undan steðginum var høllin á Hálsi á gosi. Tá sá tað út til, at H71 kvinnurnar av álvara høvdu fótað sær. Verjan varð stinnari, málverjin bjargaði, og í álopsspælinum var tað avgerandi, at Jana Mittún av álvara varð so eyðsýnd, sum hon plagar at vera. Hon breyt aftur og aftur ígjøgnum, og H71 át seg støðugt nærri mótstøðuliðnum.
Fyrstu løtuna var fjáltur á heimaliðnum. Tað var ov lætt hjá gestunum at bróta ígjøgnum, tí tær á heimaliðnum ikki arbeiddu so væl og nógv, sum tær hava gjørt í undanfarnu altjóða dystunum. Men so vendi gongdin, og tá ið bríkslað varð fyri hálvleiki var H71 frammanfyri 13 – 10, eftir at tær fyrstu løtuna høvdu verið aftanfyri við fýra málum.
Gestirnir nýttu steðgin til at ráðleggja av nýggjum. Tað snúði seg um at steðga Mariu Halsdóttir Weyhe og serliga Janu Mittún, og so snúði tað seg um at vera meiri avgjørdar í verju og ikki minst álopspartinum.
Í handavend eftir steðgin eydnaðist tað gestunum at venda øllum á høvdið. Frá at H71 hevði verið frammanfyri 13 – 10, tá ið hálvur tími var farin, var liðið úr Ukraina frammanfyri 15 – 13, tá ið seinni hálvleikur var fýra minuttir gamal.
Sum í fyrra hálvleiki so eydnaðist tað so við og við H71 at fóta sær, og tá ið tað restaðu 12 minuttir, vóru gestirnir frammanfyri 21 – 18.
H71 stríddist í verjuni, og í álopinum var tað nú serliga Mariu Halsdóttir Weyhe, sum gjørdi um seg, hóast tær ansaðu henni væl. H71 verjan fótaði sær, og í álopinum hekk nógv á Janu Mittún og serliga Mariu Halsdóttir Weyhe.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 26 - 27.
So er spurningurin, hvussu tað verður við dystinum á útivølli.
Í kvøld var avrikið hjá H71 nógv upp og niður ella rættari niður, upp, niður og so uppaftur.
Munurin á liðunum í kvøld var ikki størri enn so, enn at tað framvegis er møguleiki fyri, at H71 skal spæla seg í hálvfinaluna.
Um tað ikki verður í hesi kappingini, so er einki at ivast í, at H71 kvinnurnar skjótt aftur vera at síggja í europeiskari kapping, Treytin er, at avrikið á útivølli verður støðugari gott, enn tað var í kvøld. Tí tað er øll orsøk at halda, at tær av álvara hava fingið blóð upp á tonna.
H71 – HC Galychanka LVIV 26 – 27 (13 – 10)
H71: Alda av Skarði, Rúna Jógvansdóttir Larsen – Jana Mittún 9, Maria Halsdóttir Weyhe 9, Brynhild Pálsdóttir 3, Eva Barba Arge 2, Vár B. Zachariasen 1, Rannvá Olsen 1, Marita Mortensen 1, Elsa Egholm, Björk Brimnes, Karina Eysturtún Rubeksen, Lív B. Zachariasen, Sara Jacobsen, Lukka Arge, Guðrið Bogadóttir á Borg
Á beinkinum: Ingi Olsen, Mark Lausen Marcher, Jens á Skipagøtu og Sebastian Christensen