Sum ein góð upptakt til kappingarnar í teimum ovastu svensku hondbóltsdeildunum, so spæla liðini í einum innleiðandi bólkaspæli í svensku steypakappingini.
Í kvøld spældi Tróndur Mikkelsen sín fyrsta kappingardyst fyri HF Karlskrona.
Tróndur skoraði fýra mál og var triðbesti málskjúttin, tá Karlskrona á heimavølli tapti 28-29 fyri gamla liðnum hjá Pæturi Mikkjalssyni, AMO. AMO skoraði sigursmálið beint áðrenn hallarlúðurin ýldi á seinasta sinni. AMO var á odda 13-11 í steðginum
Hini bæði liðini í innleiðandi bólki 4 eru Linköping og Drott. Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Karlskrona dyst á útivølli móti Drott.
Ísak Vedelsbøl, ið nú er einsamallur føroyingur í Sävehof skoraði tvey mál, tá hann og liðfelagarnir í málríkum dysti á útivølli taptu 37-39 móti Tyresö.
Tað gekk av skriðuni hjá Sävehof í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Tyresö á odda 22-13. Tað gekk munandi frægari í seinna hálvleiki, men ikki nóg væl til at knógva eitt stig.
Hini bæði liðini í innleiðandi bólki 6 eru Huddinge og Guif. Leygardagin klokkan 15.45 spælir Sävehof dyst á útivølli móti Huddinge.
##med2##