AD vil siga frá, at honum dámar lítið nýggju ABC-samgonguna í Tinganesi. Tað er einki merkiligt í tí. Ein fullveldis-/tjóðveldis-/sjálvbjargnis-/lýðveldis-/sjálvstýris-/tjóðskaparsinnaður loysingarmaður gremur seg, tá hansara flokkur bráddliga er komin í stórar politiskar trupulleikar. Tjóðveldisflokkur uttan ávirkan, við einum politiskt óbrúkiligum formanni
Eingi argument, men misbrúk av tølum
AD roynir at argumentera við tølum, sum hann loftar úr bláu luft. Við hesi fupp-metodu kundi hann líka væl valt onnur tøl og ”prógvað” tað mótsatta.
Hann sigur seg vita, at ”sambært samgonguskjalinum er ríkisveitingin burturi um 365 ár”, og at ríkisveitingin, ella blokkurin sum fólk vanliga siga, er ein skomm, ein olmussa, eitt band sum bindur ”okkum”.
Ísland er glansbílætið?
Hann vil gjarna vísa á, at Ísland er tann stóra fyrimyndin. Teir hava klárað tað so væl, tí teir valdu lýðveldi í 1944. Ísland er ikki bert eitt ríki, tað er satt eitt himmiríki.
Hetta roynir hann at ”prógva” við demografiskum tølum. Men Hans Pauli Strøm (Sos. 10.10.08) hevur longu víst á, at hetta svassið ikki kann brúkast sum haldgóð argument.
Amtstíðin var besta tíð í Grønlandi?
Eg havi, sum eitt eyka dømi, kannað gongdina í fólkatalinum í Grønlandi, sum er ein partur av Ríkisfelagsskapinum, og hevur eitt fólkatal á nakað somu stødd sum Føroyar. Grønland var ein koloni til 1953. Harnæst eitt amt til 1979, tá teir fingu sjálvstýri (autonomi) eftir føroyskari fyrimynd.
Brúka vit sama ”logikk” sum sjálvbjargnismaðurin AD, so kann man siga at grønlendska amtstíðin var tann lukkuligasta við árligum vakstrarprocentum uppá 3 til 4%. Kolonitíðin var tann næstlukkuligasta, tá vøksturin seinnu árini ofta var uppi á 2 til 3%. Við sama AD-logikki verður sjálvstýristíðin ein katastrofa, tí vøksturin er minkaður niður í 0,5 til minus 0,2%. Seinastu árini, har nógv hevur verið tosað um loysing í Grønlandi, hevur fólkatalið verið í minking.
Soleiðis kunna tøl brúkast og misbrúkast.
Antiparlamentariskur undirtóni?
Men tó er ein vandamikil undirtóni í hesi mergleysu skriving hjá AD, haldi eg. Tað antidemokratiska, ella kanska heldur antiparlamentariska, kemur fram, har hann pástendur, at tey umleið 6.500, sum valdu sambandsflokkin ”hava fingið sín vilja”.
Veruleikin er, at tríggir stórir flokkar við stórum meiriluta á tingi, eru samdir um samgonguskjalið.
Hetta eru parlamentariska mannagongdin, sum er skrivað í okkara Grundlóg og Stýrisskipanarlóg. So hjálpir einki at gera umrokningar í procentum ella brotspartum. Hetta er alt eftir bókini. Problemið er, at Tjóðveldið og AD hava fingið ein politiskan lúsing ella knock-out, tí formaður floksins er politiskt óbrúkiligur. Hann má skiftast út áðrenn flokkurin fær ondina aftur. Um tað so tekur 365 ár, ella ikki?
Misbrúk av dýrum orðum
Tað er nógv fyri at síggja AD skriva, at Føroyar eru ”eitt ófrælst samfelag”. Grundlógin tryggjar øllum borgarum frælsi. Ella meinar hann, at føroyingar hava líka lítið frælsi, sum fólkið í diktaturinum Norður-Korea? Ella í tí totalt mislukkaða statinum Somalia?
Søguligt mistak
Við sínum matematisku kunnskapum trekkir AD nú 365 frá 2008 og lendir í 1643. Hvat skal hann brúka tað til? Jú til eina politiska neyðtøku av øllum ættarliðunum, sum hava livað í Føroyum tá og seinni. ”Hvussu nógvir føroyingar hava ikki droymt um einar frælsar Føroyar hesi árini?”
Hetta ber ikki til. Man kann ikki kroysta nútíðar politisku meiningar niður yvir eina fjara fortíð. Hetta er politiskt platt.
Eg trúgvi, at fólk tá - í 1643 - høvdu nakað heilt annað at hugsa um. Tað var tann sokallaða ”Lítla Ístíðin”, sum valdaði. Kuldi og illveður, misvøkstur og felli, hungur og neyð. Samfelagið var um at útdoyggja, sum norðbúgvar í Grønlandi eini 200 ár fyrr. So kom Gabelstíðin, og fólkið fór aftur at nørast.
Skriva endiliga meir!
Men, hald endiliga fram, AD. Tað er sera upplýsandi, at síggja hvussu innantómt, ólogiskt og tápuligt ”sjálvbjargnismenn” av hesum slag hugsa og skriva. Jammur og grenj. Matematiskt fiks-faks og nonsens-argumentir. Eitt lærustykki um, hvussu tað ikki skal gerast.
19.10.2008