- Við Kerjar ljóðaði sum eitt hugnaligt familjutiltak, og tað var eisini tí, at vit meldaðu okkum til. Soleiðis sigur Annleyg, sum tók lut í tiltakinum náttúrurenning við Kerjar í fjør.
Náttúrurenningin gongur fyri seg við Kerjar, sum er vorðið eitt væl umtókt túrøki hjá havnafólki. Tað er rennifelagið Hvirlan, sum skipar fyri tiltakinum.
- Seinastu árini hava tað verið millum 400 og 500 luttakarar, sigur Anna Simonsen, ein av fyriskiparunum.
Tríggir ymiskir teinar eru í at velja. Ein kann velja tann stutta 1,5 kilometrateinin, tann miðal á 5,5 kilometrar ella tann langa, sum er 10,5 kilometrar. Byrjan og endi er við Hotel Føroyar.
Aftur til Annleyg:
- Maðurin hevði hug til at renna 5 km teinin, sonurin tímdi væl tann heilt stutta teinin, og sjálv helt eg, at tað ljóðaði so sera hugnaligt við kakao og bollum í hugnaligu náttúruni við Kerjar.
- Ikki tí, tá til stykkis kom, so rann eg 1,5 km teinin saman við soninum og nógvum øðrum vinfólkum, sum vit komu fram á so við og við. Prát og gott lag. Flennandi børn og foreldur, og ikki minst hitt fríska lotið føldist deiligt. Har komu tivandi, sveittandi 10 km rennarar, sum við andaneyð hoknaðu í knøunum eftir ein avbjóðandi túr í fjallalendinum. Ruturnar vóru fyri øll, sigur Annleyg.
- Tiltakið er nevniliga fyri alla familjuna, ung sum gomul, nýbyrjarar og tey royndu. Ein kann ganga ella renna, sum ein sjálvur vil, sigur Elsa, ið eisini plagar at luttaka í kappingini.
Fyri tey heilt ídnu, skipar Hvirlan samstundis fyri árligu Vetrarkappingini.
- Økið við Kerjar er sera náttúruvakurt og passaliga fjøltáttað við undan- og mótbrekkum og longum sløttum teinum, sigur Elsa.
Anna Simonsen sigur, at eftir at ein gestarøðari hevur sett tiltakið, verður felags upphiting fyri allar rennararnar, og síðani seta øll í gongd í senn.
Eftir tiltakið verður borðreitt við kakao og bollum í Kerjulon, sum er gott at hita seg við í kuldanum, meðan lutakast verður drigið millum rennararnar um ymiskar vinningar. Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti á Hotel Føroyum fyri tvey.
- At enda samlaðust vit øll við Kerjalon, har angin av heitum kakao breiddi seg millum. Bollar við ríkiligt av smøri fóru niðurum. Onkursvegna væl fortjent eftir góðan innsats, sigur Annleyg, sum eisini avdúkar, at hon heilt víst verður við aftur í ár.
Í ár verður tiltakið 22. Novembur klokkan 13.00. Tilmelding fer fram á www.hvirlan.fo.










