byrjaði í mars mánaði í ár, og í tí bólkinum var Sára saman við tveimum øðrum gentum. - Tað er fantastiskt at vita, at eg ikki eri tann einasta, sum eri í hesi støðuni. Fyrr skammaðist eg um at hava ein pápa [...] so illa, tí tað er alt annað enn stuttligt at hava ein pápa, sum er alkoholikari, sigur Sára. Barnaárini hjá Sáru hava verið merkt at vónbrotni og sakni. Kenslur sum hon eisini í dag javnan merkir. - Hann [...] kundi hon onkuntíð gerast kedd í skúlanum, av tí at pápin ikki kundi hava hana í vikuskiftinum, ella hann hevði lovað okkurt, sum hann síðani ikki megnaði at halda. Tá Sára fór í triðja flokk, fekk hon eina
ur, tá B36 var í Miðvági. Hann hevur verið væl fyri í ár. Saman við liðfeløgunum vóru Jens Kristian Hansen og Heðin á Lakjuni ikki so eyðsýndir í Miðvági, sum teir hava verið fyrr í ár. Men tá tað var [...] landsliðsmálið so meistarliga í Beograd, í tveimum dystum síðani tá hevur verið noyddur at finna seg í at sita á beinkinum í Molde. Johan B. Hansen er onkra ferðina á beinkinum hjá OB í superliguni, men fyri tað [...] Johnsson, sum í kapping við fimm aðrar hevur megnað at vunnið sær fast pláss á miðvøllinum í Hull. Óli Johannesen og Øssur Hansen eru fastir menn á liðnum í ávikavíst Hvidovre og í B93. Teir hava báðir skorað
kommununum hava ikki ráð til at gjalda sín part av útreiðslunum, sum fella í byggitíðini. Seinni trupulleikin er, at fleiri av kommunum hava longu, ella fara at koma uppum eina skattaálíkning í skuld, sum [...] røktarheimsplássum til 33 fólk í Suðuroynni, umframt at tørvur er á umlættingarplásum til fimm fólk. Men í hesari tørvskanningini er ikki lagt upp fyri, at talið á eldri fólkum í Suðuroynni fer at økjast komandi [...] heildagsstarv. Sostatt fer eitt røktarheim í Vági til 38 fólk at geva arbeiði til 78 fólk. Í hesum roknistykki eru roknskaparfólk, skrivstovufólk, húsavørður og annað, ikki talt uppí. Tað er heldur ikki lagt
vald, men av tí, at ikki eins nógv kom út í árunum áðrenn hetta, fóru atkvøðugreiðslurnar síðan at fevna um tvey ár, og í løtuni verður atkvøtt um útgávur fyrst í 80unum. Odmar sigur, at hann ætlar at fara [...] copyright ár er á hesum. Men tað var frá 1957, at útgávur komu regluliga, greiður Odmar frá. Fólkatónleikur hevur munin Vit hava spurt Odmar, um hvørjar fimm fløgur veruliga standa út, sum tær bestu í hansara [...] seinastu tíggju árini hava verið gulltíðin fyri føroyskar tónleikaútgávur, so restar í við útgávum, ið bara eru larger than life. Fyrsta solofløgan hjá Eivør tykist stuðla seg væl í fortíðini, men býður
Millum tey mongu oljufeløgini, sum hava vitjað í Føroyum í seinastuni er eisini Mærsk Olie og Gas. Danska felagið er við í oljusamtaki saman við Amoco, Deminex og Fina. Umboð fyri feløgini kunnaðu Olj [...] landsstýrismannin í oljumálum, Eyðun Elttør. Bo Wilfang er stjóri í Mærsk Olie og Gas, og hann er samtíðis ein av oddamonnunum í stóra AP Møller samtakinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum, [...] oljuprísirnir hava so avgerandi týdning her og nú, tí tá feløg fara inn í nýggj øki, so rokna tey við einum útviklingi kanska eini 10-15-20 ár fram. Tí eru oljuprísir eitt ella tvey ávíst ár ikki avgerandi
Onglandi og Kanada. Janhild og børnini hava stegð-að leingi heima hesaferð, men í oktober gongur leiðin heimaftur til Ný Sælands, har eldra dóttirin skal byrja í skúla í februar. [...] leiti eftir kendum mati, sum nógvir útlendingar gera, ið búgva har yviri, sigur Janhild. Í 13 ár hevur hon búð í Ný Sælandi. Bert 19 ára gomul fór hon úr Klaksvík til Ný Sælands við dreingi sínum, sum var [...] ferðaseðil og fór avstað til fjarskotna landið, hon lítið og einki visti um. Eftir at hava verið í Ný Sælandi í 7 mánaðar, fór hon heimaftur til Føroya at ferðast, men tað var mest fyri at gera nýtlsu av re
teir koma umborð og uttan løn. Sjálvt um tað stendur í sáttmálanum, at tú skalt hava løn fyri hetta. Men tað fer aftur við borðinum sum so mangt annað. Í sáttmálanum stendur, at skipið skal vera siglingarklárt [...] Jan og hansara menn fara at megna at fáa hetta í sáttmálan og at Jan ikki kemur at standa einsamallur. Sjálvur sigli eg við partrolara undir Føroyum, og í fjør komu vit inn tann 23. des. og minnist meg [...] at vit standa slett ikki saman, tá ið man hevur mest brúk fyri tí. Vit eiga ein sáttmála í nógv stendur skrivað í, men tað verður lítið gingið eftir honum. Tað eru so nógv ting, ið sjómaðurin ger umborð
skrivari hjá kommununi í fleiri ár, og hon tekur sær eisini av tí bókhaldsliga. - Nú eg eri nýggj í borgarstjórastarvinum, og nógv verður at seta seg inn í, er tað gott at hava fólk, sum kenna øll viðurskifti [...] at fólkið í bygdini meira at kalla hevur havt eitt byggipláss í túninum í nøkur ár. - Nú stórar íløgur eru brúktar upp á fáa sóttreinsað vatn í Húsavík og Dali, verður sum nevnt eisini arbeitt við at betra [...] her, at eitt bygaráð kann seta út í kortið og mynda kommununa í valskeiðnum – og kanska leggja ætlanir, sum røkka nøkur ár fram. ##med4## Búgva á Skarvanesi Síðan 2008 hava 49 ára gamla, Anna Paulina Leo
Hetta gjørdist ein rimmar útróðrartúrur, sum ikki varð gloymdur í bræði. Biðin um ikki at siga upp Aftaná at hava verið í Grønlandi í 4 ár gjørdi Niclas av at fara heim og at siga starvið upp. Komin til [...] leiddur í ”felluna”. Tað var annars ein dani, sum búði í Narssak, sum legði Jørgeni og Niclasi lag á, og sum royndir fiskimenn komu teir jú skjótt eftir at bera kunnskapin víðari. Í fleiri ár var veiðan [...] fyri frammanundan. Læknin í økinum var sera stúrin fyri, hvat kundi henda í teimum smærru bygdunum í økinum, um øll blivu sjúk í senn. Her hevði gingið ein ring influensa, og nógv vóru framvegis illa fyri
haldi, at tekstirnir hjá Steintór og løgini hjá Eyðun hava verið okkara størsta styrki. Teir hava fylgt meginpartin av tí, sum vit hava gjørt. Teir hava gjørt slagarar upp á strípu, og tað hevur givið Frændur [...] og tað er størsta styrkin. Neyvan 25 ár afturat Hava tit frammanundan vitað, hvørji hittini hjá tykkum hava verið? Ja, fyrstu skeringarnar á øllum fløgunum hava verið sokallað hitt. At tað so onkuntíð [...] og í sendingini Hvonn Live á Rás2 farna leygarkvøldið prátaðu høvuðsmenninir í Frændum um gamlar og komandi dagar. Lurtarar sendu eisini spurningar til Frændum, og teir svaraðu nøkrum av hesum í sendingini