Tá 16 ára gamla Sára minnist aftur á barndómsárini, eru tað ikki myndir av tí fullkomnari familjuni, ið renna henni til hugs. Tað er nevniliga eitt, sum setur ein myrkan skugga á hesar myndirnar.
- Eg vil ikki siga, at eg havi havt ein ringan barndóm. Eg vildi bara ynskt, at babba ikki drakk so illa, tí tað er alt annað enn stuttligt at hava ein pápa, sum er alkoholikari, sigur Sára.
Barnaárini hjá Sáru hava verið merkt at vónbrotni og sakni. Kenslur sum hon eisini í dag javnan merkir.
- Hann hevur skuffað meg ofta, av tí hann ikki hevur megnað at hildið tað, hann hevur lovað. Eg vildi bara ynskt, at hann kundi hildið seg frá alkoholi og verið tann, sum hann í veruleikanum er. Tí tá hann er edrúur, er hann heimsins besti pápi, sigur Sára.
Visti tað altíð
Sára er uppvaksin í einum heimi saman við mammuni og tveimum systkjum. Foreldrini blivu skild, áðrenn Sára var farin í skúla. Pápin hevur verið bundin at rúsdrekka alt tað, hon minnist.
- Hann hevur altíð drukkið. Tað vóru tíðarbil, har hann kundi halda seg frá fløskuni í nakrar vikur, men tá ein tíð var fráliðin, datt hann útí aftur og gekk fullur, fortelur Sára.
Hóast hon bert var okkurt um seks ára gomul, visti hon altíð, nær pápin hevði drukkið.
- Eg hoyrdi tað altíð á røddini, og so dugdi eg eisini at síggja tað á eygunum. Eg gjørdist altíð ørg, minnist eg, tá hann royndi at spæla edrúur, tí eg visti væl, at hann var fullur, sigur Sára.
Av tí at foreldrini ikki livdu saman, var avtalan, at Sára skuldi vera hjá pápanum annaðhvørt vikuskiftið. Tíverri bleiv tað sum oftast longri ímillum vikuskiftini, har Sára var hjá pápanum, tí hon ikki kundi vera har.
- Onkuntíð tá eg fór til hann, var hann fullur, og so mátti mamma koma og avheinta meg aftur. Eg tímdi heldur ikki sjálv at vera hjá honum, tá hann var skít. Tá var hann akkurát sum eitt barn, sjálvt um hann royndi at fjala fyri mær, at hann ikki var edrúur, greiðir Sára frá.
Sára hevði altíð ilt við at skilja, hví pápin ikki kundi halda seg burtur frá fløskuni tey vikuskiftini, hon skuldi vera hjá honum.
- Tað gjørdi meg bæði kedda og illa, at hann ikki kundi halda sær teir fáu dagarnar, eg átti at vera hjá honum. Eg dugdi ikki at skilja, hví hann ikki bara kundi lata vera at drekka. Um ikki annað so bara fyri mína skyld.
Fekk onga jólagávu
Jólini eru tíðin, tá flestu familjurnar hugna sær saman, og nærvera er í hásæti. Jólini hjá Sáru hava altíð verið merkt av drykkjuskapinum hjá pápanum.
- Tað var ikki soleiðis, at hann drakk meira í desember mánaði, men eg minnist bara, at hann hevur ofta verið fullur jólaaftan, sigur Sára, sum eisini minnist aftur á fleiri enn eina jólaaftan, har pápin als ikki var til staðar.
- Onkuntíð ringdi hann, og hoyrdu vit, at hann var ávirkaður, vildu vit ikki hava hann at koma, tí tað bleiv bara ein keðiligur stemningur so, greiðir Sára frá.
Drekkaríið hjá pápanum gjørdi eisini, at hon ikki altíð kundi vera vís í, at ein jólagáva frá pápanum lá undir trænum.
- Onkuntíð fekk eg gávu frá babba, men ofta visti eg frammanundan, hvat var í pakkanum, tí eg hevði sjálv keypt tað fyri hann, sigur Sára.
Pápi Sáru hevur heldur ikki verið partur av flestu føðingardøgunum hjá dóttrini orsakað av drykkjuskapi.
- Ofta slapp hann ikki í mínar føðingardagar, tí eg var ill við hann, um at hann var skít, tá eg fylti. Tá hann ringdi fullur á mínum føðingardegi, skeldaði eg hann og bað hann fara at leggja seg. Hann skuldi í hvussu so er ikki koma í føðingardag, tí tað var einki stuttligt, minnist Sára.
Lærarinnan hjálpti
Serliga tey fyrstu árini í barnaskúlanum royndi Sára at fjala fyri hinum børnunum, at hon hevði ein pápa, sum var bundin at rúsdrekka, og tí javnan gekk fullur.
- Eg skammaðist og helt tað var flóvisligt, at babba gekk úti fullur, fortelur Sára. Av tí sama kundi hon onkuntíð gerast kedd í skúlanum, av tí at pápin ikki kundi hava hana í vikuskiftinum, ella hann hevði lovað okkurt, sum hann síðani ikki megnaði at halda.
Tá Sára fór í triðja flokk, fekk hon eina lærarinnu, sum var henni ein stór hjálp.
- Tá eg bleiv kedd, tók hon meg út úr flokshølinum, og so prátaði hon við meg. Hon visti, at babba hevði rúsdrekkatrupulleikar, sigur Sára. Henda sama lærarinnan fortaldi flokksfeløgunum hjá Sáru um pápan, og hví hon onkuntíð bleiv kedd, hóast tey ikki høvdu sagt ella gjørt henni nakað.
- Tað gjørdi alt nógv lættari, at tey vistu tað, tí so nýttist mær ikki longur at lúgva um babba. Eisini skiltu tey meg betur, um eg var í ringum lag, og spurdu meg, hvat mær bagdi, sigur Sára.
Hon heldur ikki, at børnini ella lærararnir kundu gjørt nakað annarleiðis, tey árini hon gekk í fólkaskúla.
- Eg hevði ikki hug til at tosa um tað, fyrr enn eg gekk í triðja flokki, og lærarinnan hevði prátað við meg og hini børnini um babba. Tá tey so sóu, at eg onkuntíð var kedd, spurdu tey, um tað hevði okkurt at gera við babba, og tað var fínt, tí tað vísti, at tey hugsaðu um meg og skiltu meg betur.
Vil ikki blíva sum hann
Pápi Sáru drekkur framvegis. Onkuntíð sær hon hann í býnum, tá hon er úti við vinfólki.
- Eg práti við hann, um hann er einsamallur, og um eg dugi at síggja, at hann er edrúur. Um hann er fullur, biði eg hann fara heim og tími ikki at práta við hann, greiðir Sára frá.
Pápin hevur fleiri ferðir roynt at komið úr rúsdrekkamisnýtsluni, men enn hevur tað ikki eydnast honum.
- Størsti trupulleikin er, at hann ikki sjálvur innast inni vil hava hjálp. Og tá nyttar eingin viðgerð ella nakað tílíkt, sum kann fáa hann burtur úr misnýtsluni, sigur Sára.
Javnaldrarnir eru byrjaðir at ganga í býnum, og so er eisini við Sáru. Men hon hevur ikki altíð sama hugburð til rúsdrekka eins og vinfólkini. Nøkur teirra eru byrjað at drekka, tá tey fara í býin.
- Fyrr hevði eg tað soleiðis, at eg ætlaði mær ongantíð at byrja at drekka, tí eg var bangin fyri at enda sum babba. Eg helt, at kjansurin fyri, at eg eisini fór at verða bundin at rúsdrekka, var ógvuliga stórur, fortelur Sára og leggur afturat:
- Men sum eg eri blivin eldri, haldi eg, at mann gott kann drekka eina ella tvær øl. Eg drekki sjáldan sjálv, tí okkurt innaní sigur mær, at eg ikki skal drekka, sigur Sára.
Hóast hon er hørm um, at pápin er alkoholikari, roynir hon at hugsa um pápan, soleiðis sum hann er, tá hann er edrúur. Men hon ynskir líka nógv í dag sum fyri 10 árum síðani, at hann gavst at drekka.
- So høvdu vit sæst oftari, eg hevði kunnað vitjað hann, vit kundu gjørt mat saman og annars bara havt tað sambandið, sum onnur børn hava við pápan.
Navnið Sára er uppspunnið fyri at verja 16 ára gomlu gentuna.
Øll hava rætt til góð barnaár
Fyri einum góðum ári síðani fór Blái Krossur undir verkætlanina “Øll hava rætt til góð barnaár”. Endamálið er at varpa ljós á tey børnini, har annað ella bæði foreldrini eru bundin at rúsdrekka. Jóngerð M. Nielsen, fyribyrgingarráðgevi, er samskipari og bólkaleiðari. Umvegis lærarar, Gigni, heilsufrøðingar og onnur fáa børn, sum koma úr heimum har rúsdrekka er ein trupulleiki, tilboð um at sleppa í bólk saman við javnaldrum, ið hava somu bakgrund. Til ber eisini at seta seg í samband við Bláa Kross fyri at koma í ein bólk. Hvør bólkur møtist umleið triðju hvørja viku, har prátað verður tær avbjóðingarnar og trupulleikarnir, sum kunnu vera, tá eitt foreldur er bundið at rúsdrekka.
Fyrsti bólkurin byrjaði í mars mánaði í ár, og í tí bólkinum var Sára saman við tveimum øðrum gentum.
- Tað er fantastiskt at vita, at eg ikki eri tann einasta, sum eri í hesi støðuni. Fyrr skammaðist eg um at hava ein pápa, sum er alkoholikari, og eg havi ongantíð veruliga viljað prátað opið um tað. Eftir at hava verið í bólkinum hjá Bláa Krossi tori eg nógv betur at vera erlig um støðuna og fortelja um tað, eg havi upplivað, sigur Sára.