Vóna at fáa gott samstarv við Suðuroyingar

Landsstýrið heitir nú á kommunurnar í Suðuroy um at taka stig til at byggjarøktarheim í Vági. Talan kann verða um 70-80 arbeiðspláss

Røktatrheim í Vági

Landsstýrið heitir nú á kommunurnar á Suðuroynni um at taka stig til at byggja røktarheim í Vági.
Nú um vikiskiftið fingu allar kommunurnar skriv frá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, har hann heitir á tær um at taka stig til at byggja røktarheim í Vági og at samstarva við landsstýrið um ætlanina.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað eru kommunurnar, ið eiga at taka stig til at byggja røktarheim.
? Tað eru kommunurnar sum eru byggiharrar og tað eru kommunurnar, sum gera av, hvussu nógvum fólkum, pláss skal vera fyri. Tað eru eisini kommunurnar, ið projekterað og skipa bygginevndina, sigur Landsstýrismaðurin.

Brúk fyri 38 plássum
Hans Pauli Strøm upplýsir fyri kommununum, at ein tørvsmeting vísir, at tað er tørvur á røktarheimsplássum til 33 fólk í Suðuroynni, umframt at tørvur er á umlættingarplásum til fimm fólk.
Men í hesari tørvskanningini er ikki lagt upp fyri, at talið á eldri fólkum í Suðuroynni fer at økjast komandi árini.
Landsstýrismaðurin sigur, at útrokningar vísa, at verður eitt røktarheim bygt til 38 fólk, har nøkur serlig pláss eisini verða gjørd til minnisveik, verður talan um 49 heildagsstørv á einum slíkum røktarheimi.
Hvørt heildagsstarv kostar umleið 310.000 krónur í lønum um árið.
Men á hesum øki er heilt vanligt at arbeiða niðursetta arbeiðstíð.
? Almanna- og heilsumálaráðið metir, tað fara umleið 1,6 starvsfólk til hvørt heildagsstarv. Sostatt fer eitt røktarheim í Vági til 38 fólk at geva arbeiði til 78 fólk.
Í hesum roknistykki eru roknskaparfólk, skrivstovufólk, húsavørður og annað, ikki talt uppí.
Tað er heldur ikki lagt upp fyri, at matur kanska verður útvegaður aðrastaðni frá.
Verður gjørt av at byggja eitt heim, sum er heldur minni, ella til eini 30 fólk, verður talan um 39 heildagsstørv, ella 62 starvsfólkum.
Ein meting vísir, at verður borið skjótt at, kann eitt slíkt røktarheim standa liðugt um tvey ár, ella í seinasta lagi um hálvttriðja ár.

Standa við tilboðið
Landsstýrismaðurin sigur, at eitt slíktrøktarheim kostar umleið eina millión fyri hvørt búpláss.
Til røktarheimsbygging kann Landsstýrið lata 500.000 krónur í stuðuli fyri hvørt búfólk. Tað svarar til umleið helvtina av kostnaðinum fyri hvørt búfólk.
Sostatt fer eitt røktarheim til 38 fólk at kosta einar 38 milliónir og eitt heim til 30 fólk fer at kosta umleið 30 milliónir.
Eftir hesum kann landsstýrið lata 19 milliónir í stuðuli til eitt heim til 38 fólk og 30 milliónir í stuðuli til eitt heim til 30 fólk
Í brævinum til kommunurnar nú um vikuskiftið, staðfestir Hans Pauli Strøm enn einaferð, at landsstýrið stendur við tilboðið um at finna loysn á tí fíggjarliga partinum, so at allar kommunurnar hava ráð at vera við.
Viðvíkjandi fíggingini staðfestir Almanna- og heilsumálaráðið, at tað eru serliga tveir trupulleikar, sum gera seg galdandi.
Fyrri trupulleikin er, at fleiri av kommununum hava ikki ráð til at gjalda sín part av útreiðslunum, sum fella í byggitíðini.
Seinni trupulleikin er, at fleiri av kommunum hava longu, ella fara at koma uppum eina skattaálíkning í skuld, sum er tað mesta, ein kommuna hevur loyvi at skylda og tí kunnu fleiri kommunur ikki taka lán til ætlana og sostatt fáa tær heldur ikki verið við.
Samstundis staðfestir Almanna- og Heilsumálaráðið, at tað er ein fortreyt, at allar kommunurnar eru við.
Men Hans Pauli Strøm staðfestir eisini, at landsstýrið er sinnað at finna eina loysn so at allar kommunurnar í Suðuroy hava ráð at vera við til at byggja røktareim.
Ein loysn kann vera, at landsstýrið lænur kommununum pening, so at tær klára at fíggjað sína helvt av byggikostnaðinum.
Hetta kann so vera eitt lán, sum kommunurnar skulu rinda aftur yvir eitt longri áramál enn sjálva byggitíðina.
Men Hans Pauli Strøm sigur, at taka kommunurnar stig til at byggja røktarheim, er hetta ein spurningurin sum kommunurnar og landsstýrið koma at samráðast um.
Kommunurnar í Suðuroy fara væntandi at viðgera áheitanina frá landsstýrinum í næstum.


Her hevur landsstýrið sett upp, hvussu rakstrarútreiðslurnar av einum røktarheimi til 38 fólk, har 17 pláss verða á røktarheimi og 16 pláss verða til minnisveik og 5 pláss verða til umlætting

Lønir: 15.221.796 milliónir
Rakstur: 2.686.199 milliónir
Tilsamans: 17.907.995 milliónir
Á einum slíkum heimi vera 49 ársverk, ella 78 starvsfólk, tí so nógv arbeiða niðursetta tíð, men hetta er ein meting, sum skal takast við fyrivarni
Og her er so sett upp, hvussu rakstrarútreiðslurnar av einum røktarheimi til 30 fólk, har 11 pláss verða á røktarheimi og 17 pláss verða til minnisveik og 2 pláss verða til umlætting:
Lønir: 12.235.950 milliónir
Rakstur: 2.159.285 milliónir
Tilsamans: 14.395.235 milliónir
Á einum slíkum heimi verða 39 ársverk og tað svarar til 62 starvsfólk, tí so nógv arbeiða hálva tíð ella 3/4 tíð. Men hetta er ein meting, sum skal takast við fyrivarni