Eg haldi, at tað er so langt úti, at liggja úti á havinum um jólini, tí at reiðararnir skulu fáa endarnar at røkka saman.
Tað ber simpulthen ikki til, at flotin er so illa fyri, at man ikki kann siga sum so, at nú leggja vit skipini í 10-12 dagar og geva sjómanninum eina væl fortjenta jólaferiu.
Tað skuldi borið til, tí eg veit at 90% av teimum fiskimonnum, ið sigla undir Føroyum høvdu vilja sloppi at verið heima hjá sínum kæru um jólini og er tað mítt ynski og nógvir við mær, at tann føroyski flotin kemur at liggja stillum frá 20. des. til 2. jan., og hopi eg, at Jan og hansara menn fara at megna at fáa hetta í sáttmálan og at Jan ikki kemur at standa einsamallur.
Sjálvur sigli eg við partrolara undir Føroyum, og í fjør komu vit inn tann 23. des. og minnist meg rætt, vóru teir longu úti aftur 26. ella 27. des., og sum eg havi forstaðið, var tað ikki við góðum huga at avstað var farið. Tíbetur átti eg frítúr, og haldi eg, at hetta líkist svartasta ongum og vissi tann túrurin skal redda árinum, ja, so veit eg bara ikki, men tann føroyski sjómaðurin hann sigur bara ja til alt, uttan at siga eitt orð og haldi eg, at vit standa slett ikki saman, tá ið man hevur mest brúk fyri tí.
Vit eiga ein sáttmála í nógv stendur skrivað í, men tað verður lítið gingið eftir honum. Tað eru so nógv ting, ið sjómaðurin ger umborð og á kaini, ið hann eigur at fáa løn fyri enn havið og veit eg um fleiri dømir har menn liggja og taka ís og nógv onnur ting, tá teir koma umborð og uttan løn. Sjálvt um tað stendur í sáttmálanum, at tú skalt hava løn fyri hetta. Men tað fer aftur við borðinum sum so mangt annað.
Í sáttmálanum stendur, at skipið skal vera siglingarklárt tá man kemur umborð, alt fyri at spara reiðarínum nakrar krónur, og tað verður bara gjørt uttan at brokka seg, og líka eitt afturat, ið eg havi upp á hjarta - dugi ikki ordiliga at síggja hvat hendan fiskidagaskiparnin er til, tí at hjá partrolarunum er tað soleiðis, at tú kemur inn um morgunin at landa og seinnapartin verður longu farið avstaðaftur, so tað vil næstan siga, at tú fiskar hvønn dag í árinum. Nei, tað skuldi verið so, at flotin lá stillur nakrar bestemtar tíðir av árinum, so sum á jólum/páskum osf.
Annars vil eg hopa, at Fiskimannafelagið kemur at standa fast um nøkur ting, tá ið samráðingar fara at verða, ið koma okkum sjómonnum til góðar og ikki at slaka, tá farið verður til borðið og hopi at ynskir okkara koma í sáttmálan.
Annars vil eg bara siga, at eg taki hattin av fyri Jan Højgaard og haldi, at hann hevur gjørt eitt megnar arbeiði síðan hann bleiv formaður í FF. Ja meir enn Óli nakrantíð kláraði og hopi, at hann fær nógv ár afturat, tí at hann kempar fyri sjómannin - bara mín meining.
Annars ynski eg góðar samráðingar, tá tær verða og góða eydnu Jan Højgaard.