Petur Reinert var 23. maðurin á vøllinum, og hann megnaði sera væl at halda skil á sum góður skúlalærari, uttan at tað nýttist honum at tveita um seg við kortum. Toftamenn vóru eitt vet grammari enn he [...] løtuna, inntil hann noyddist at gevast av skaðaávum, og 18 ára gamli Einar Hansen kom inn á vongverjan. Heimaliðið kundi havt fingið mál beinanvegin. Tórur Thomsen tóktist at vera eitt sindur áhælsin, og [...] royndu at leggja trýst á, men tað var ikki stór tyngd og broddur í, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir. B68 verjan hevði gott tak á, og tað hjálpti teimum, tá ið heimaliðið ofta fall í grøvina at royna
høvuðsstaðin. Fyrst og fremst fyri at royna nýggja skipið og síðani fyri at vitja í høvuðsstaðnum frá morgni til kvølds, tá farið verður heimaftur. Ein høvuðsorsøkin til at hetta í heila tikið ber til ella [...] sleppa vit fyri fyrstu ferð at royna ein veruligan svimjihyl, og tað gleða vit okkum ordiliga til sigur ein av dreingjunum í 2. b í Hvalbiar skúla. Í Miðlahúsinum fingu børnini høvi at síggja nýggju hølini hjá [...] ikki minst aldursforsetan, sjálvan veðurmannin Petur Skeel, sum eisini hevði góð tíðindi at bera teimum. Tað fór at vera allarbesta veðri um kvøldið kundi tann hugagóði og barnavinarliga veðurmaðurin siga
fjør fekk Eyðun Nolsøe møguleikan at royna seg í Aarhus Chess Summer, uttan tó at vera nær við ein altjóða meistaranorm. Níggju umfør skulu telvast og kravið fyri at vinna sær ein norm er seks stig. M [...] møguleika. 31 ára gamli skopuningurin manglar bert ein norm fyri at kunna kalla seg altjóða meistara. Hann hevur longu tveir normar, umframt at hann einaferð hevur havt omanfyri 2400 í altjóða rating, sum [...] Christian Kyndel (2364). Fimm stig av sjey møguligum skal John Arni ogna sær fyri at fáa triðja og tittulgevandi normin. Meira verður at frætta um kappingina í næsta talvteigi. Nisipeanu evropameistari Rumenin
høvuðsleiklutin í Skógardrongurin. - Eg havi nokk altíð vitað, at eg vildi vera sjónleikari, men tað var ikki fyrr enn, eg var 18 ár, at eg gjørdi av, at tað skuldi vera mítt yrki - so fór eg á sjónleikaraskúla [...] týdning fyri meg, at teir viðurkenna mítt arbeiði, sigur Olaf Johannessen. Í nevndini fyri Olaf Poulsens Mindelegat sita sjónleikarir, journalistar og ein sakførari. Olaf Johannesen hevur so at siga fingið [...] eftir kvøl og eygleiddi leikararnar, meðan teir vandu. - Eg var sera hugtikin av hesum, at tú kanst siga eina søgu við at brúka teg sjálvan, og eg elskaði hendan serliga dámin í Sjónleikarahúsinum, fortelur
tunnustavir, spælibretti o.s.fr. Hesir gripir eru at síggja í framsýningini hjá Føroya Fornminnissavni í Brekkutúni 6 í Hoyvík. Tað var somuleiðis møguligt at tíðarfesta gripirnar, bæði eftir útsjónd, skapi [...] for Grønlands-forskning, hevur gjørt tað møgligt í hesum árinum at gjøgnumganga tað rúgvismikla tilfarið og úrslitini frá grevstrinum fyri at gera tað klárt til endaliga almenna framløgu. Okkurt nýtt er komið [...] 920 e.Kr. Við krossunum á Toftanesi er nú funnið eitt ítøkiligt prógv um, at í Føroyum var eitt kristi samfelag framman undan, at Sigmundur Brestisson sambært Føroyingasøgu boðaði kristinboðskapin á tingi
alla sína tíð búð í Miðvági, har hann mest hevur fingist við at reka handil, inntil nakað eftir Ólavsøku í ár. Honum hevur altíð dámt væl at fingist við vøkstur í urtagarðinum og uppi í Høgagerði. Hann [...] kioskvørur, og høvdu eisini kiosk umborð á Ternuni, eftir at Meinhardt varð givin umborð á Barsskor. Meinhardt andaðist í 1997. Hannemia gavst at handla fyri tveimum árum síðani. Hannemia og Meinhardt fingu [...] teirra gjørdist sjúk eftir at tvíburðarnir vóru føddir, og var songjarliggjandi í eini 40 ár. Sjúkan lamdi hana og hon fekk ikki tosað. Hetta hevur uttan iva gjørt sítt til, at syskini altíð hava hildið
traditionelli House of The Rising Sun við. Toto siga á útgávuni millum annað, at - well, her eru teir aftur. Tíð er at kaða í bókina. At kaða aftur um bak, aftur í tíðina. Tí einaferð var tað ein sangur við einum [...] teimum í Toto til allar teir stóru, ið teir fingu loyvi, æru og eydnu til at hitta á leiðini. Lat eyguni aftur og finn útav, at ein kann síggja við oyrunum, sigur manningin í Toto millum annað í fløguhúsanum [...] Hold The Line, Rosana, Afrika og so framvegis. Nei, her læra vit eitt annað Toto at kenna og tað er spennandi, eftir at hava kent henda superbólkin í mong ár. Our love and apologies, siga Toto á húsanum
Steinø í lut at halda skil á borðhaldinum og tað, fyrsta, hon gjørdi, var at avmarka talitíðina til tríggjar minuttir - og tað mundi koma væl við, tí ikki færri enn 21 røðarar nýttu høvi til at heilsa Atla [...] høllina í Trongisvági í føðingardag at heiðra fyrrverandi stórpolitikaran, tey flestu úr Suðuroy, men annars gestir úr øllum landinum og tey siga sum við ein munn, at hetta var ein veitsla av teimum allarbestu [...] nevnd Betty hjá Rudolf, sum sang tveir gamlar, danskar sangir, sum tey plagdu at syngja fyrr og tað gjørdfi hon so yndisliga, at tað vóru nógvir vátir eygnakrókar við borðini. Áhaldandi stríð í fremstu røð
Tíðliga týsmorgunin byrjaði hon at breiða seg skjótt í USA, og umleið klokkan 10.30 gjørdi hon rættiliga innrás í Føroyum. Til alla lukku eydnaðist netumsitarunum á Føroya Tele at dagføra virusskannaran stutta [...] Sosialinum stríddist við at taka ímóti seinnapartin týsdagin. Men talan var tó ikki um nakað samskipað virusálop á blaðið frá landsins umsitingarligu aðalstjórum, og heldur ikki um at øll aðalstýrinini høvdu [...] vera vísur í, at tað ikki er tann veruligi avsendarin, sigur Páll Wiberg Joensen, leiðari á IP-Net deildini hjá Føroya Tele. Og hann skuldi, um nakar, vitað, tí hann hevur ábyrgdina av at tyggja meginpartin
fyrrenn mánadagin. Tá fara teir at fáa vitjan av Randers Freja. Tað hevur leingi ljóðað, at Vejle og Horsens ætlaðu at leggja bestu liðini saman, soleiðis at vánirnar at sleppa upp í part í superliguni [...] Vejle var í Odense og vitjaði B1909. Í fimmti, seksti og sjeyti árunum vóru hesi bæði feløgini við til at mynda toppin í donskum fótbólti, og tað vóru altíð nógvir áskoðarar á Odense stadion, tá hesi liðini [...] 20 og seks minuttir. Málskjúttar vóru Chris Sørensen og Jerry Brown. Sigurin í Odense bar við sær, at Vejle lyfti seg fram á fimta plássið. Tvey tey bestu flyta upp í superliguna. Herfølge er framvegis