Olaf Johannessen fingið virðisløn

Nevndin fyri Olaf Poulsens Minde, hevur givið føroyska sjónleikaranum Olaf Johannessen minnilegatið, sum er ein peningagáva á 30.000 krónir

Mikudagin varð Olaf Poulsens Mindelegat handað føroyska sjónleikaranum, Olaf Johannessen. Virðislønin hevur verið givin sjónleikarum í fleiri ár har í millum hava Bodil Kjær, Githa Nørby, Buster Larsen, Ulla Henningsen og Aksel Erhardtsen, í fjør varð hon handað Lars Mikkelsen.
- Hetta er eitt herðaklapp, og eg eri sera fegin um tað, serliga tí tað kemur frá starvsfeløgum, og tað hevur stóran týdning fyri meg, at teir viðurkenna mítt arbeiði, sigur Olaf Johannessen. Í nevndini fyri Olaf Poulsens Mindelegat sita sjónleikarir, journalistar og ein sakførari.
Olaf Johannesen hevur so at siga fingið sjónleikin inn við móðurmjólkini. Hann var sum barn mangan í sjónleikarahúsinum við pápanum Eyðun Johannessen, og har sat hann fegin kvøld eftir kvøl og eygleiddi leikararnar, meðan teir vandu.
- Eg var sera hugtikin av hesum, at tú kanst siga eina søgu við at brúka teg sjálvan, og eg elskaði hendan serliga dámin í Sjónleikarahúsinum, fortelur hann.
Fyrstu fer Olaf stóð á pall,i var hann 17 ár, tað var í leikinum Hatursfuglar, og stutt eftir hevði hann høvuðsleiklutin í Skógardrongurin.
- Eg havi nokk altíð vitað, at eg vildi vera sjónleikari, men tað var ikki fyrr enn, eg var 18 ár, at eg gjørdi av, at tað skuldi vera mítt yrki - so fór eg á sjónleikaraskúla í 1982 - eg var annars í læru sum krambakallur, greiðir hann frá. Hann hevur altíð lati hugin stýrt yrkisleiðini, og tað førdi millum annað við sær, at hann takkaði nei til eitt starv á Kongaliga Teatrinum, tí hann hevði fingið høvuðsleiklutin í Hamlet, sum skuldi setast upp í Århus árið eftir.
- Tað var sera óheppi, serliga av tí at eg fyrst hevði sagt ja, men eg vildi so fegin royna Hamlet - eg så ein stóran møguleika í tí leiklutinum. Hugurin og forvitni er drívemegin, og tað hevur altíð verið tað, sum er avgerandi fyri meg, leggur hann aftrat.

Ì ein kassa:

Lesa meria um sjónleikaran, Olaf Johannessen, í stórari samrøðu í blaðnum í morgin


Blá bók
Olaf Heine Johannesen
Føddur 08.07.1961
Ùbúgvin á Sjónleikaraskúlanum í Odense í 1986
Århus Teater 1986-1994
Det Kongelige Teater fra 1994 til 2004
Á Kongaliga Teatrinum hevur Olaf Johannessen millum annað hevur verið við í leikunum Richard III, Livet er en drøm, Engle i Amerika I og II, Prinsen af Homburg, Kjartan og Gudrun, Jesus, Menneskereden, Fønikerinderne, Det? skam hun er en mær, Fostbrødrene, Ci-vi-li-sa-tion, Gengangere, Sparekassen, Urene hænder, Celestina, Lyden af skyer og Den stundesløse. Á Århus Teater var hann millum annað við í Hamlet, har hann hevði høvuðsleiklutin, Roberto Zucco og Gengangere. Har umframt hevur Olaf Johannessen verið við í I hired a Contract Killer á Mammutteatret og Dæmonernes port á Odense Teater, eins og hann var við í Morten Korch sjónvarpsrøðini á TV2.