Vejle gjørdi eitt lop

Nú eru fýra stig fram til næstfremsta plássið, sum felagið hjá Atla Gregersen situr á

DANMARK 1. DEILD

Christian Høgni Jacobsen var sunnudagin einasta føroyska íslettið í næstbestu donsku deildini. Randers Freja var sera sannførandi, tá ið teir sendu botnliðið úr HIK aftur til Keypmannahavnar við 4?0 tapi. Men Atli Gregersen var ikki á liðnum hjá Randers Freja, sum er næstfremst og harvið á uppflytingarplássi.
Johan B. Hansen og Horsens skuldu ikki spæla fyrrenn í gjárkvøldið, tá ið teir skuldu fáa vitjan av FC Aarhus.
Vejle var í Odense og vitjaði B1909. Í fimmti, seksti og sjeyti árunum vóru hesi bæði feløgini við til at mynda toppin í donskum fótbólti, og tað vóru altíð nógvir áskoðarar á Odense stadion, tá hesi liðini hittust. Nú eru feløgini í næstbestu deildini, tað verður ikki spælt á fínasta vøllinum í fjónska høvuðsstaðnum, og áhugin millum áskoðararnar er ikki so stórur, sum hann onkuntíð hevur verið.
Christian Høgni Jacobsen var allar 90 minuttirnar á vongverjanum í høgru hjá Vejle, sum vann 3?1. Men teir í Vejle fingu ein skelk, áðrenn teir fingu høvdið fyri seg. Bara 24 sekund vóru farin, tá B1909 legði seg á odda. Í 13. minutti javnaði Peter Degn eftir hornaspark. Vejle hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, teir høvdu nógvar málmøguleikar, men teir fingu ikki mál aftur, fyrrenn tað restaðu 20 og seks minuttir. Málskjúttar vóru Chris Sørensen og Jerry Brown.
Sigurin í Odense bar við sær, at Vejle lyfti seg fram á fimta plássið. Tvey tey bestu flyta upp í superliguna.
Herfølge er framvegis sannførandi oddalið. Hesa ferð høvdu teir vitjan av hinum árstalsfelagnum í Odense, B1913, og Herfølge vann 4?0.
Frem kiksaði næstsíðst á heimavølli ímóti Randers Freja. Leygardagin var eingin slingur í valsinum. Valby liðið var á Tingbjerg stadion, og teir vundu burturúr Brønshøj, sum legði rygg til 5?0 tap.
Skjold ger framvegis danska fótbóltsheimin ovfarnan. Hesa ferð var uppgávan ikki so torfør. Felagið á Eysturbrúgv vitjaði í Hvidovre, har skilið er vánaligt. Gestirnir vunnu 3?1, og Hvidovre tykist vera á veg niður úr næstbestu deildini.
Ølstykke legði bragdliga fyri, eftir at teir í summar við Henrik Larsen sum venjara fluttu upp í næstbestu deildina. Benny Johansen, sum í vár næstan varð føroyskur landsliðsvenjari, er venjari, og tað hevur ikki hilnast væl síðstu ferðirnar. Hesa ferð taptu teir á heimavølli 2?0 ímóti Fredericia.
Í fimtanda umfarinum skal Vejle ikki spæla fyrrenn mánadagin. Tá fara teir at fáa vitjan av Randers Freja.
Tað hevur leingi ljóðað, at Vejle og Horsens ætlaðu at leggja bestu liðini saman, soleiðis at vánirnar at sleppa upp í part í superliguni skuldu gerast størri. Nú er tað greitt, at í hesum umfarinum verður einki burturúr ætlanunum um samanlegging. Eingin vil vera høvuðsstuðul fyri ta upphæddina, sum feløgini hava mett er neyðug.