Toto - Through The Looking Glass

Ummæli av nýggjastu Toto fløguni

So eru teir aftur, menninir í Toto. Óbundnir og leysir av ósjónligum trælaeigarum, sum teir taka til. Superbólkurin, sum enntá hevur staðið á palli í Føroyum.
Men hesaferð eru teir aftur, sum vit ongantíð hava hoyrt teir áður. Teir spæla ikki síni egnu løg, sum teir jú oftast koma sera væl frá, men teir spæla ístaðin løg hjá øðrum. Cover-løg. Klassikarar.
Toto byrjaði, siga søgur, sum ein samanrenning av nøkrum studiotónleikarum, sum dugdu síni ting og sum funnu útav, at teir hóskaðu saman. Og teir hava hóskað væl, bæði saman, og saman við okkum øðrum nú í mong ár.
Toto og nýggja útgávan Through the looking glass er ein framúr fløga. Toto er ein av teimum bólkunum, har ein ikki fer skeivur av, hvørjum tað er ein lurtar eftir. Tað hoyrist, tá tað er Toto.
Tó er alt so nógv øðrvísi hesaferð. Hetta er og verður ein øðrvísi Toto útgáva.
Teir leika løg hjá Bob Marley, Walter Becker og Donald Fagan, George Harrison, Barrett Strong og Norman Whitfield, Stevie Wonder, Herbie Hancock, Elton John og Bernie Taupin, Jack Bruce, Peter Constant og Eric Clapton, Elvis Costello og Bob Dylan. Og so er eisini tann traditionelli House of The Rising Sun við.
Toto siga á útgávuni millum annað, at - well, her eru teir aftur. Tíð er at kaða í bókina. At kaða aftur um bak, aftur í tíðina. Tí einaferð var tað ein sangur við einum lag, ið hevði orð við eini meining. Gev okkum eitt beat, útgerð, nakrar wannabes og so framvegis og eitt upptøkutól, ið er eitt tól, ið loyvir einum at ferðast í tíð til eina og hvørja tíð.

We?re not worthy!!!, siga teir í Toto við allar teir stóru sangararnar og sangskrivararnar, ið teir leika á fløguni. Løgini, ið teir leika, ljóða enn í dag líka væl, sum tá teir fyrstu ferð hoyrdu tey. Hetta er tó gávan frá teimum í Toto til allar teir stóru, ið teir fingu loyvi, æru og eydnu til at hitta á leiðini.
Lat eyguni aftur og finn útav, at ein kann síggja við oyrunum, sigur manningin í Toto millum annað í fløguhúsanum.
Ein góð fløga frá Toto. Og als ikki líka sum allar hinar, tit vita, Hold The Line, Rosana, Afrika og so framvegis. Nei, her læra vit eitt annað Toto at kenna og tað er spennandi, eftir at hava kent henda superbólkin í mong ár.
Our love and apologies, siga Toto á húsanum til fløguna, sum teir hava ognað minninum um Jeff Pocaro.


Fakta:

Bólkur/einstaklingur: Toto
Heiti á útgávu: Through the looking glass
Skeringar: 11
Longd á útgávu: 55:42 min
Framleitt: Toto
Útgávufelag: Toto Recording Inc.,CMC

Meting:
Ljóðgóðska: 0000
Dygd á løgum: 000
Heildarmeting: 0000