Tað var um reppið at føroyskar fyritøkur vórðu raktar av teirri mest umfatandi teldufarsóttini nakrantíð. Tað var ein sonevndur ormur, hesin kallaður W32/Sobig.F, ið var atvoldin til farsóttina, sum orsaka av síni óvanligu stóru smittingarferð kom óvart á allar antivirusframleiðarar.
Farsóttin varð fyrstu ferð sædd mánadagin. Tíðliga týsmorgunin byrjaði hon at breiða seg skjótt í USA, og umleið klokkan 10.30 gjørdi hon rættiliga innrás í Føroyum. Til alla lukku eydnaðist netumsitarunum á Føroya Tele at dagføra virusskannaran stutta løtu frammanundan. Ígjøgnum dagin fangaði dagførdi viruskannarin 17.800 teldubrøv, ið bóru virusið. Hesi høvdu øll farið ótarnað út til móttakararnar, um ikki virusskannarin var dagførdur.
Vanliga er eingin trupulleiki at dagføra í góðari tíð. Føroya Tele leggur allar dagføringar inn umgangandi. Men hesaferð høvdu sjálvt framleiðararnir av teimum fremstu antivirus forritum trupulleikar, tí virusið ferðaðist so skjótt sum ongantíð sæð fyrr. Kenda antivirusforritið McAffeevar ikki klárt við sínari dagføring fyrr út ímóti klokkan fýra seinnapartin týsdagin. Hevði Føroya Tele dúvað upp á hetta forrit, vóru fleiri túsund virusteldubrøv farin ótarnað ígjøgnum.
Avsendarin tað bera gass
So fræg fólk sum aðalstjórar landsstýrisins, bæði núverandi og ein einsamallur fráfarin, stóðu í gjár sum avsendarar av nøkrum av teimum hundraðtals virusberandi teldubrøvunum, sum postservarin á Sosialinum stríddist við at taka ímóti seinnapartin týsdagin.
Men talan var tó ikki um nakað samskipað virusálop á blaðið frá landsins umsitingarligu aðalstjórum, og heldur ikki um at øll aðalstýrinini høvdu fingið virus. Talan var bert um ein frekan virusorm, sum setir guð og hvønn man sum avsendara av virussmittaðum telduposti.
- Avsendarin, sum stendur á virusteldupostunum er tað bera gass. Man kann vera vísur í, at tað ikki er tann veruligi avsendarin, sigur Páll Wiberg Joensen, leiðari á IP-Net deildini hjá Føroya Tele.
Og hann skuldi, um nakar, vitað, tí hann hevur ábyrgdina av at tyggja meginpartin av føroysku teldupostadressunum ímóti virusi. Týsdagurin var ein av hansara harðaru arbeiðsdøgum.
- Tað var trýst á týsdagin. Vit máttu blokera fleiri afsendarar, fyri at postservarin ikki skuldi fara niður. Og millum kl. 16 og 17.30 máttu vit stilla øll teldubrøv í kø, sigur Páll Wiberg Joensen, leiðari á IP-Net deildini hjá Føroya Tele.
Soleiðis kennir tú W32/Sobig.F
Eitt av hesum stendur í evnislinjuni á virusteldubrøvunum:
Re: Details
Re: Re: My details
Re: Approved
Re: Your application
Re: Wicked screensaver
Re: That movie
Eitt av hesum stendur í innihaldinum:
See the attached file for details
Please see the attached file for details.
Viðhefti filurin, sum ber sjálvt virusið, eitur eitt av hesum nøvnum:
your_document.pif
document_all.pif
thank_you.pif
your_details.pif
details.pif
document_9446.pif
application.pif
wicked_scr.scr
movie0045.pif
Kelda: Comendo A/S