Aarhus Chess Summer

John Arni Nilssen tekur lut í siðvandari IM-kapping í Aarhus. Tvey umfør eru telvd.

Talv

Føroya ratingsterkasti telvari, skopuningurin og útisetin John Arni Nilssen, fór beint eftir lokna 1st Suðuroy International til enn eina altjóða talvkapping, hesaferð í Aarhus. Í fjør fekk Eyðun Nolsøe møguleikan at royna seg í Aarhus Chess Summer, uttan tó at vera nær við ein altjóða meistaranorm.
Níggju umfør skulu telvast og kravið fyri at vinna sær ein norm er seks stig. Miðalratingin í kappingini er 2361.
Vit sóu herfyri á Tvøroyri, at føroyingar saktans kunna mynda toppin í altjóða kapping og eisini vinna sær normar, eins og Hans Kristian Simonsen gjørdi. John Arni telvaði tá ikki upp til vanliga styrki, men í Aarhus hevur hann so aftur ein møguleika.
31 ára gamli skopuningurin manglar bert ein norm fyri at kunna kalla seg altjóða meistara. Hann hevur longu tveir normar, umframt at hann einaferð hevur havt omanfyri 2400 í altjóða rating, sum eisini er eitt krav.

Spennandi javnleikir
Í skrivandi løtu eru tvey umfør leikt í Aarhus. Í fyrsta umfari hitti John Arni við svarta fólkinum danan Martin Matthiesen (2311), ið seinastu árini hevur ment seg nógv. John Arni leikti sum vant Grunfeld-byrjanina (1.d4 Rif6 2.c4 g6 3. Ric3 d5) og fekk eina áhugaverda og komplisera støðu fram á borðið í miðspælinum. Talvið endaði við leikendurtøku og harvið javnleiki.
Í øðrum umfari hitti John Arni sterka altjóða meistaran, Klaus Berg, eisini av flatlondum. Tað tyktist sum John Arni hevði yvirspælt sína støðu nakað, men eftir at hava hugsað sera leingi, fann hann eina góða leikrøð við frúgvaoffri, samstundis sum bæði rókur og bispur hansara stóðu í deyða (!). Snøgga offrið tryggjaði John Arna javnleik. Talvið er við í blaðnum.
Tískil ein hampiliga góð byrjan hjá okkara manni, sum mánadagin eftir evstamark hitti Christian Kyndel (2364). Fimm stig av sjey møguligum skal John Arni ogna sær fyri at fáa triðja og tittulgevandi normin. Meira verður at frætta um kappingina í næsta talvteigi.

Nisipeanu evropameistari
Rumenin Liviu Nisipeanu (2670) vann heldur óvæntað sterka evropameistarakappingina, sum endaði leygardagin. Rumenin fekk 10 stig burturúr 13 umførum. Næstin honum varð evnaríki Teimour Radjabov við 9,5 stigum. Radjabov telvaði við í 1st Tórshavn International í 2000. Tá var hann einans 13 ár og hevði umleið 2470 ratingstig. Nú er hann vælkendur stórmeistari og umleið 200 ratingstig ríkari.
Sjey telvarar endaðu á triðja plássi við 8,5 stigum, eitt nú Vassily Ivanchuk, sum var ratingfavorittur, og 15 ára gamli Sergey Karjakin.
Norska undurbarnið, Magnus Carlsen hevði eina góða kapping við 8 stigum. Sama stigatal fekk Ivan Sokolov. Danin Peter Heine Nielsen, ið er hægstrataður norðurlendingur, hevði eina ringa kapping við einans 7 stigum. Íslendingurin Hannes H. Stefánsson, sviin Lars Karlsson og finnlendingurin Tomi Nyback fingu somuleiðis 7 stig. Sviin Ulf Andersson, ið var sannur heimselitutelvari í 70´unum, fekk 6,5 stig.