súrepli, sum Eva lokkaði Adam at smakka! Tað sigi eg tykkum fyri satt, at eydnast tað ikki okkum monnum at halda grabbarnar frá kvinnuni ella egnum kynsgøgnum, eru hyggjuráðini, at vit halda okkum frá súreplum [...] við báðum hesum skriftunum er at trælka mannaættina. At kúga hana við boðum um at spekja likamið og kúga tær kenslur og teir eginleikar, ið eru íborin menniskjanum, og at fordøma ein og hvønn, ið hugsar [...] tað ikki vera heilt av leið at meina, at tað er hesin sami Gud, ið hevur syrgt fyri, at vit eru fylt á tremur við eginleikum og kenslum, ið millum annað eru neyðug fyri, at vit kunna nørast sum slag. Tí
Fyrsta stigið var at koma uppí tað norðurlendska samstarvið. Síðani royndi ein at tamba tað ein kundi fyri at fáa norðurlendingar at siga gott fyri føroyingar. Hetta hevði við sær, at Føroyar fingu limaskap [...] mugu fylgjast at. Torleif Sigurðsson sigur, at tað finnast mong dømi um, at føroyingar hava fingið rættindi, sum vit hava biðið um, men at vit ikki hava megnað at stýrt teimum. -So tú metir, at tað var rætt [...] vísir bert á, at nú boð hava verið eftir sær at vera við til at gera manngarð um javnaðarflokkin í Norðoyggjum, kendi hann tað sum sína skyldu at játta. Antin hetta gevur møguleika fyri at koma á ting,
avgjørt ikki, at mín uppgávu nú bara er at avvikla skúlan. Tað snýr seg um, at skúlin skal stýrast og leiðast fram til tað, sum verður í Marknagili, men hinvegin skal hetta vera eitt gott stað at vera inntil [...] Hammer og er skjótur at leggja afturat, at tað ikki bara var í teimum førunum, har hann eitt nú ikki hevði gjørt heimaarbeiðið ella hevði havt fráveru. - Tað var soleiðis, at eg sat í samstarvsnevndini [...] haldi, at hatta eru nakrar fortreytir, sum skulu til, um tað skal eydnast væl at fyrireika skúlan til at leggja saman við hinum skúlunum, og tá eg hevði hasar fortreytirnar kendist tað natúrligt at bjóða
handilsmann at eg kenni hann og undrist á hansara evnir at duga at fara við sínum viðskiftafólkum. Eivind er ongantíð leingi fornermaður við nakran sum helst. Tað er hann for klókur til. Ikki dugir at saga ta [...] ið í Oyndarfirði í míni tíð. Árstíðin, Eivind verður mintur á, at eitt ár er komið aftur at hansara lívsleið, er hugalig á tann hátt, at nú ber móti ljósari tíðum. Sólin liggur og gresjar á Reyðafellstindi [...] haldilsmaður við einum hópi av álitisstørvum og tí minnist eg hann serliga nógv frá barnaárunum. Og Eivind´sa lív ber til at býta sundur í tvey, sum eg minnist. Fyrst mongu árini í Hálvmørkhandlinum, har hann
Berlevaag í Noregi at vera skuldsettur fyri at hava sent ónærisligt sms til dóttrina. Nú eru næstan allar skuldsetingar tiknar aftur. Løgreglan er komin til, at har er ikki grundarlag fyri at reisa ákæru og [...] kvøld, og hitt kom so við og við. Tey fingu at vita, at telefonirnar vórðu kannaðar meir enn tvey ár aftur í tíðina. Aftaná er komið alment fram, at einki var at finna hvørki á telefonunum ella í teldunum [...] Eg segði tað við tey beinanvegin, at har var einki at finna. Vit hava einki at dylja, sigur Hans Eiler Hammer. Bæði børn og foreldur vórðu avhoyrd, men tey høvdu einki at upplýsa. Í fyrsta umfari hevði Hans
aftrat. - Eg haldi meg tó kunna siga við vissu, at var hann í mínari støðu og eg í hansara, so hevði eg aldrin funnið upp á at gjørt tað sama sum hann. Ja, eg føldi tað at vera óloyalt. Hann kundi um ikki [...] hesi støðu sat eg í. Hvat er so at gera?, spyr Signar og vísir á, at sjónvarpsmálið varð eisini sent út til økonomar hjá fíggjarmálastýrinum til viðgerðar, áðrenn tað loksins bleiv avgjørt at rinda 1,6 [...] sjálvur kanning Signar á Brúnni leggur dent á, at hann sjálvur mest av øllum ynskti at fáa eina kanning av málinum. Hann var fullvísur í, at ein kanning fór at reinsa hann. Tað var eisini Signar, ið sjálvur
ni. Men tað var ikki sum at siga tað at finna frú Prellberg. Tí tað vísti seg, at Willfried Prellberg doyði í 1986, og ilt var at finna nakrar eftirkomarar. Men so var tað, at Rudi Graeter fekk samband [...] eru boðini frá savnsvørðinum Vit royna at greiða honum frá, at vit eru komnir heilt úr Føroyum, og at tað er rættiliga umráðandi at sleppa inn á savnið. Endin er, at savnsvørðurin við ringum tannabiti biður [...] bera til, at skiparin á týska kavbátinum læt teir sleppa við lívinum? Var tað menniskjansliga medvitið, ella var tað kanska tí, at hann væntaði teir kortini ikki fara at vinna upp land, og at tað sostatt
ætlanin at skriva minningarorð um hana. Tað sum fyrst kemur í drag kemur seinni í lag, plagar at verða tikið til, og soleiðis er tað í hesum førinum. At hesi orð verða fest á blað í dag kemst av, at tað í [...] lívssælt og minningarríkt at vera við til. Tá ið vit skiltust hetta kvøldið, helt eg við hana, at hon skuldi bara ringja aftur um fimm ár, tá ið hundrað ára føðingardagurin fór at verða. Hon var við upp á [...] kveikjandi hon var. Ongantíð fjaldi hon yvir, at keldan til gleðina og hvíldina var æviga fyrijáttanin, sum er at finna í Orði Guds. Hon tók so ofta til, at hon mintist so væl 19. mars 1949. Tann dagin
Fleiri, sum høvdu orðið, høvdu lært Reginu at kenna, síðani hon fór um tey níti og fór at búgva í Klaksvík. Skoðsmálið, sum nýggju – um tað ber til at siga tað soleiðis - vinirnir góvu Reginu, var tað [...] verið. Ongantíð fjalir hon yvir, at keldan til gleðina og hvíldina er æviga fyrijáttanin, sum er at finna í Orð Guds. At lesa dámar henni framvegis væl, og hon er altíð klár at vera við, tá ið starvsfólkini [...] Guds gávur hevur altíð eyðkent hana. Uttan á nakran hátt at seta seg sjálva í miðdepulin hevur hon dugað so væl at skapa vælveru og trivna kring so. At tað framvegis er soleiðis, sást og hoyrdist henda dagin
Avgerandi fyri at tíma at lesa tílíkt valdast ikki, um ein er samdur við skrivaran, men um viðkomandi hevur eina meining um ávísa málið, og harvið kann birta undir hugan hjá øðrum at taka støðu um spurningin [...] so las eg greinina, men eg sat eftir við ringum smakki í munninum, tí hóast eg ikki hevði fremmandaorðabók hjá mær fyri at skilja fleiri av orðunum, so tóktust tankarnir mær at vera ein sovorðin níðingsgerð [...] níðingsgerð móti føroyska málinum, at eg nærum fall í fátt! Eg veit, at Regin er hugagóður í føroyskum dansi og kvøðari, og eg kenni hansara kenslur fyri einum føroyskum kvæði við góðum málburði. Hesin góði málburður