Hon hevur tey seinastu árini búð á røktarheiminum í Klaksvík. Hóast hon ikki er før fyri at ganga longur, so er Regina á mangan hátt væl fyri, og føðingardagin vóru tað mong, sum nýttu høvi at heilsa upp á hana á Sjómansheiminum í Klaksvík, har hølini í kjallaranum eru vorðin so ljós og hugnalig.
Regina hevur altíð verið lívsglað og fús. Takksemið fyri lívið og allar Guds gávur hevur altíð eyðkent hana. Uttan á nakran hátt at seta seg sjálva í miðdepulin hevur hon dugað so væl at skapa vælveru og trivna kring so. At tað framvegis er soleiðis, sást og hoyrdist henda dagin í føðingardegnum. Fleiri, sum høvdu orðið, høvdu lært Reginu at kenna, síðani hon fór um tey níti og fór at búgva í Klaksvík.
Skoðsmálið, sum nýggju – um tað ber til at siga tað soleiðis - vinirnir góvu Reginu, var tað sama, sum tey geva henni, ið hava kent hana í alla sína tíð. Hon er framvegis tann sama positiva, uppmuntrandi og kveikjandi Regina, sum hon altíð hevur verið. Ongantíð fjalir hon yvir, at keldan til gleðina og hvíldina er æviga fyrijáttanin, sum er at finna í Orð Guds. At lesa dámar henni framvegis væl, og hon er altíð klár at vera við, tá ið starvsfólkini um kvøldarnar syngja saman við búfólkunum.
Heimið hjá Reginu er á Fløtti í Svínoy, og har hevur hon búð alla sína tíð. Foreldrini vóru Anna og Fríðrikur Frederiksen. Mamman var av Norðtoftum, og pápin var av Fløtti í Svínoy. Tí varð hann nevndur Fríðrikur á Fløtti.
Edvard í Svínoy skrivar so vakurt í endurminningum sínum um, hvussu hann sum tíggju ára gamal minnist, tá ið tey bæði, Anna og Fríðrikur á Fløtti, komu út í barnaheim hansara úti í Váli at vitja á heysti í 1913, eftir at tey 19. mars hetta sama várið vóru vorðin foreldur:
“Væl dugdi eg at síggja, hvussu stór frøi teirra var yvir fyrsta barn teirra, sum bleiv tað einasta. ..Fríðrikur og Anna høvdu verið gift í sjey ár, tá ið tey gjørdust foreldur”.
Søgan hjá føroyingum og norðoyingum og ikki minst svínoyingum telur mong sorgarbløð um skip og bátar, ið ikki vunnu upp aftur land. Kvinnur sótu einkir og smábørn gjørdust faðirloysingar. Soleiðis var tað hjá Annu og Reginu, sum mistu mann og pápa 13. desember 1913 ella bara níggju mánaðir eftir, at Regina var fødd.
Edvard sigur í sínum endurminningum, at seksmannafarið Havgásin hevði verið á útróðri norðan fyri Høvdan, og at teir fórust í fjarðarbroddinum í einum stak ringum æli í íðuni á Lundaskor. Fýra ungar kvinnur sótu eftir syndarliga skaðadagin einkjur í Svínoy, og níggju smábørn gjørdust henda dagin faðirleys. Fyri bygdina var hetta serliga dyggur smeitur, tí undan jólum í 1912 fórust fimm ungir menn í Svínoy á útróðri.
Edvard lýsir soleiðis Reginu og mammu hennara: “Tann kærleika, Anna tá kastaði yvir dóttur sína, dugir eingin at skilja. Undir slíkum umstøðum kann einki menniskja troysta, men bert Gud, sum hevur talað og sagt: Eg eri Faðir teirra faðirleysu og verji einkjunnar! Tað var hetta, Anna leit seg á og hvíldi í tey 50 árini, hon livdi eftir hetta – í fastari trúgv á Harra og Frelsara sín.
Tær vóru báðar raskar, og tær dugdu væl alt handarbeiði, og soleiðis lívbjargaðu tær sær, inntil Regina giftist og tað harvið kom nýggjur forsyrgjari í húsið.
Regina giftist í 1934 við Hendriki Sóloy. Hann var ættaður Frammi úr Smið í Árnafirði. Hendrik doyði í 1981. Hann var útróðrarmaður og skipsmaður. Tey bæði giftust inn á Fløtti, og tey fingu fýra børn: Fróði, Ásmundur, Anna og Høgni, sum Gina hevur oyst tann kærleika og ta umsorgan yvir, ið hon hevði fingið frá mammu síni.
Fróði og Anna búgva í Klaksvík, og Høgni býr á Eiði. Ásmundur búði í Esbjerg og seinni í Keypmannahavn. Tað var ein dyggur smeitur fyri Ginu, tá ið hann doyði av herviligari sjúku fyri fjúrtan árum síðani. Ásmundur er grivin í Svínoy.
Hóast høga aldurin livir Regina fyri familjuni og sínum næstu, sum hon kennir at fevna um - millum so mong onnur - allar svínoyingar og Svínoy. Hon fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum, og hon er ein meistari í práti at siga frá tí, sum hon hevur upplivað og hoyrt um í sínum langa lívi.
Vit takka fyri hugnaligan føðingardag og ynskja 95 ára føðingardagsbarninum og øllum hennara alt tað besta. Jóannes










