Signar sigraði. Men líkist kortini einum tapara í politiskum talvi. Sjálvur dylir fyrrverandi, og nú reinsaði, landsstýrismaðurin ikki fyri, at hann er fegin. Og vónbrotin.
Fegin um, at tað loksins og endaligt bleiv staðfest týsdagin í 83 síðurs frágreiðing hjá kanningarstjóranum Petur Even Djurhuus, at Signar á Brúnni gjørdi onki galið, tá hann sum landsstýrismaður í snarari vending í fjørsummar skrivaði illa sperda SvF ein tjekk upp á 1,6 milliónir krónur.
Vónbrotin um, at lyftið um at sleppa aftur í Tinganes - um ein kanning reinsaði hann - ikki verður hildið.
Herskin biti
Signar vísir til niðurstøðuna hjá Tjóðveldisflokkinum og beinleiðis endurgevingar í eitt nú Sosialinum frá formanni floksins Høgna Hoydal um, at varð Signar reinsaður, so bíðaði sami landsstýrissessur eftir tí politiskt roynda fuglfirðinginum.
Men nú tykist vera greitt, at nývaldi landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum Tórbjórn Jacobsen verður sitandi.
Ein herskin bitið at svølgja hjá Signari, sum ikki hevur gloymt, at tað var Tórbjórn, sum í mars í ár alment kravdi, at Signar mátti fara frá. Víst varð til frágreiðingina hjá løgtings-grannskoðarunum, sum funnust at embætismannaførsluni hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í sjónvarpsmálinum. Tórbjórn segði í viðtal við Dimmalætting 28. mars, at var niðurstøðan hjá grannskoðarunum røtt, so hevði maðurin við ábyrgdini brotið skottið millum tað útinnandi og tað lóggevandi valdið. Og tí mátti Signar frá.
- Tórbjórn var tann fyrsti at fella dóm í hesum máli, sigur Signar, ið kortini ikki vil siga stórvegis um tað, sum í síðsta enda eisini kann gerast eitt stríð um tjóðveldisatkvøður í Eysturoynni. Men hann leggur kortini aftrat.
- Eg haldi meg tó kunna siga við vissu, at var hann í mínari støðu og eg í hansara, so hevði eg aldrin funnið upp á at gjørt tað sama sum hann. Ja, eg føldi tað at vera óloyalt. Hann kundi um ikki annað ringt og spurt meg um málið.
Blást upp
Sjálvur ivast Signar á Brúnni onga løtu í, at mest oyðileggjandi fyri hann hevur verið trongdin hjá tí, hann kallar "pørtum av pressuni og ávísum politikarum" at gera málið politiskt, uttan at seta seg inn í øll fakta.
- Eg haldi, hetta málið bleiv frá byrjan blást upp til nakað, tað ikki var. Og lýsingin av málinum var serstakliga eintáttað. Okkara grundgevingar høvdu ongan áhuga, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin, sum enn einaferð leggur dent á, at málið var serstakliga væl viðgjørt og kannað av umsitingini í undirvísingar- og mentamálastýrinum, áðrenn gjørt varð av at flyta SvF pengar fyri lønir og rokningar til Gramex og Koda, sum skuldu rindast. Annars kundi svartur skíggi og í evsta enda húsagangur raka almenna sjónvarpið.
- Okkara grundgevingar stóðu eisini at lesa í endurskoðaðu frágreiðingini frá løgtingsgrannskoðarunum. Men kortini vóru hesar grundgevingar ongantíð tiknar upp á tungu í almenna orðaskiftinum. Tær sluppu slettis ikki við í hetta kjakið, sigur Signar á Brúnni og hann leggur aftrat:
- Trupulleikin er - og tað vita allir politikarar - at andsøgn ofta er millum ymsar lógir. Stýrini sita hvør í sínum lagi og gera lógir, sum løgtingið samtykkir, og brádliga situr tú sum landsstýrismaður við ábyrgd av einum málsøki, har lógirnar ikki eru í tráð við hvørja aðra. Ein grein sigur eitt, meðan ein onnur sigur okkurt annað.
- Júst hesi støðu sat eg í. Hvat er so at gera?, spyr Signar og vísir á, at sjónvarpsmálið varð eisini sent út til økonomar hjá fíggjarmálastýrinum til viðgerðar, áðrenn tað loksins bleiv avgjørt at rinda 1,6 millión krónur til SvF.
Ynskti sjálvur kanning
Signar á Brúnni leggur dent á, at hann sjálvur mest av øllum ynskti at fáa eina kanning av málinum. Hann var fullvísur í, at ein kanning fór at reinsa hann.
Tað var eisini Signar, ið sjálvur bað løgmann Anfinn Kallsberg loysa seg úr starvinum í vár. Men hann váttar, at hetta var ikki bara hansara egna hugskot.
- Ja, eg kanska føldi tað sum eitt trýst at gera tað, viðgongur Signar á Brúnni.
Trýstið varð eisini innanborðs í Tjóðveldisflokkinum, har tað sum síðani alment hevur fingið heitið "minst møguligi meirilutin" fekk Signar at biðja løgmann loysa seg úr starvi.
- Eg má eisini viðganga, at eg haldi mannagongdin síðani hevur verið løgin. Eg dugi ikki rættiliga at skilja, hví tað mitt í tí annars traditionelt friðarligu summarfrítíðini gjørdist so átroðkandi at seta nýggjan landsstýrismann. Serliga tá hugsað verður um, at frágreiðingin var so væl ávegis. Spyrt tú meg, so haldið eg, at tað hevði neyvan verið tann stóri skaðin, um bíðað varð eini 14 dagar aftrat, sigur Signar á Brúnni.
Verður verandi
Hóast Signar ikki kennir seg væl viðfarnan í hesum máli, so hevur hann ongar ætlanir um at stinga í sekkin.
- Eg haldi, at málið um føroyskt fullveldið er meira týðandi enn so, og eg ætli mær at vera við til at gjøgnumføra hesa stóru ætlan. So eg eri ikki á veg úr Tjóðveldisflokkinum, sigur royndi løgtingsmaðurin, sum var valdur á ting fyrstu ferðina í 1970 og sum hevur røkt landsstýrissess undir trimum ymsum landsstýrum.
Hinvegin, so er síðsta orðið neyvan sagt í hesum máli. Signar vil nevniliga hava fund í Tjóðveldisflokkinum.
- Tað besta er, at eg eri reinsaður. Serliga stórt hevur trýstið verið á familjuna, sum í longri tíð hevur mugu liva við, at eg dagliga havi verið kriminaliseraður í fjølmiðlunum.;rdi við sær, at Signar á Brúnni flutti 1,6 milliónir krónur til Sjónvarp Føroya úr gjaldføri landskassans. Kanningarstjórin skuldi gera av, um fyrisitingin í málinum var farin fram á lógligan hátt.
Týsdagin var Petur Even Djurhuus liðugur við kanningina, og niðurstøðan hjá honum var púra greið. Signar á Brúnni hevði einki ólógligt gjørt, tá hann gjørdi umstríddu flytingina til Sjónvarp Føroya. Alt var í samsvar við lógir og reglur.
So skuldi málið verið loyst, og Signar á Brúnni skuldi verið settur aftur sum landsstýrismaður. Men so einfalt gjørdist tað ikki.
Fyri næstan tveimum vikum síðani gav løgmaður Tórbirni Jacobsen handanarbrævið omanfyri bøgarðarnar í Kunoy. Við hesum var Torbjørn Jacobsen endaliga settur sum landsstýrismaður í mentamálum, eftir Tjóðveldisflokkurin á innanhýsis fundi varð vorðin samdur um, at nýggjur landsstýrismaður mátti setast fyri Signar á Brúnni.
Eftir situr so ein reinsaður og styrktur Signar á Brúnni, sum ikki sleppur aftur í landsstýrissessin, sum honum varð lovað, um hann varð reinsaður av kanningarstjóranum.