Regin og mál-irritatión 2015

Tíverri eru fá við evnum, sum duga at skriva, men sum tíma at skriva!

Eyðun Mohr Viderø

Millum hesi fáu telist Regin Eikholm. Hesin hevur hugsanir um ymisk mál, ið eru viðkomandi. Avgerandi fyri at tíma at lesa tílíkt valdast ikki, um ein er samdur við skrivaran, men um viðkomandi hevur eina meining um ávísa málið, og harvið kann birta undir hugan hjá øðrum at taka støðu um spurningin.
Í Dimmalætting og Sosialinum hevur hann eina grein við endamálinum: Legaliserið føroyska móðurmálið!
Sum vant í tílíkum førum, so las eg greinina, men eg sat eftir við ringum smakki í munninum, tí hóast eg ikki hevði fremmandaorðabók hjá mær fyri at skilja fleiri av orðunum, so tóktust tankarnir mær at vera ein sovorðin níðingsgerð móti føroyska málinum, at eg nærum fall í fátt!
Eg veit, at Regin er hugagóður í føroyskum dansi og kvøðari, og eg kenni hansara kenslur fyri einum føroyskum kvæði við góðum málburði. Hesin góði málburður ger kvæðið til meir enn eina hugsaða óveruliga hending, men heldur eina uppliving, har tú megnar at skipa kvæðið væl, og tað besta er, tá orðalagið situr serliga væl! Sum yndisligur tónleikur!
Nú skal allur hesin virðismikli máltónleikur sleppast fyri bakka, tí vit skulu vera við í teirri sokallaðu altjóðagerini. Hetta orð er nú vorðið eitt gandaorð fyri framburði, ið flestu ikki hava hóming um, hvat tað vil siga.
Hvat man henda altjóðagering hava at týða? Skulu vit einsrættast ímóti einum máli, so má hetta verða enskt, men tað ynskir hesin Regin ikki. Annars eru vit við í tí altjóðakenda. Vit njóta ágóðan av altjóða framburði innan vinnu, heilsu, vitan, gransking v.m.
Vit hámeta sermerkta mentan hjá lokalum menniskjum úti í stóru verð, hóast hesi ikki njóta??? okkara fíggjarliga ágóða.
Hvat væntar okkum so?
Snýr tað seg so bert um, hvat eg kann fáa av pengum úr danska statskassanum fyri at eg kann liva leingi og væl í landinum?
Eitt annað gandaorð verður nýtt í tílíkum førum í niðursetandi týdningi, og tað er nationalromantikkur!
Hvat merkir tað? Ert tað niðursetandi, at vera tjóðskaparsinnaður??? Er tað niðursetandi at vera romantiskur???
Eg skilji ikki Regin, men eg ynski heldur at vera tjóðskaparsinnaður og romantiskur við góðum føroyskum málburði, heldur enn peningagrabbi úr danska statskassanum!