Rektarin var kúllasligur næmingur

- Eg kenni meg aftur í nógvum av tí, sum rørir seg millum studentarnar og teir trupulleikarnar, næmingarnir kunnu hava. Tað haldi eg, er ein stórur fyrimunur nú. Soleiðis sigur nýggi rektarin í Studentaskúlanum í Hoydølum, Herleif Hammer, sum longu hevur tikið avgerð um, at hann ikki verður at síggja í stjórasessinum í Skúladeplinum í Marknagili. – Eg fari at royna at gera hesi seinastu tíðina í Hoydølum so góða og virðiliga sum gjørligt, sigur Herleif Hammer

Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Hoydølum hava fingið ein nýggjan rektara. Talan er um 43 ára gamla Herleif Hammer, sum hevur verið vararektari síðani í summar, tá Mikkjal Helmsdal fór frá.

Nýggi rektarin er settur í eitt tíðaravmarkað starv, tí tá Skúladepilin í Marknagili stendur klárur í 2016, er skúlin í Hoydølum ein farin tíð.

- Eg haldi avgjørt ikki, at mín uppgávu nú bara er at avvikla skúlan. Tað snýr seg um, at skúlin skal stýrast og leiðast fram til tað, sum verður í Marknagili, men hinvegin skal hetta vera eitt gott stað at vera inntil ta tíð. Næmingarnir skulu hava sína útbúgving og trívast á staðnum, og eisini skal hetta vera eitt gott arbeiðspláss fyri lærarar og onnur starvsfólk á skúlanum. Tí síggi eg ikki hetta sum eitt starv, har skúlin bara skal avviklast, greiðir Herleif Hammer frá.



Ein kúllasligur næmingur

Herleif Hammer er uppvaksin í Tórshavn og Norðradali. Í 1989 fekk hann sjálvur sítt studensprógv, og júst tíðina í Hoydølum minnist hann væl.

- Fyri at siga sum er, so var eg nokk ein av teimum næmingunum, sum eg havi trupulleikar av í dag, sigur Herleif Hammer, ristir eitt sindur við høvdinum, smílist og heldur fram:

- Eg gjørdi heimaarbeiðið onkuntíð, men tað at ganga í studentaskúlanum var so nógv meira enn bara tað. Umhvørvið var so fantastiskt upp á fleiri mátar, og eg lærdi nýggj fólk at kenna og fekk vinmenn, sum eg enn tann dag í dag havi samband við. Fyri meg var tað nokk meira alt tað sosiala rundan um skúlan, sum var minst líka so týdningarmikið sum sjálvur skúlin. Men samstundis var tað eisini ein búning í tí, sigur Herleif Hammer.

Umframt at gera ymsar fyristingarligar uppgávur er ein partur av rektarastarvinum, at harta næmingar, um teir ikki gera sínar skyldur á skúlanum. Eisini tað er nakað, sum nýggi rektarin á ein hátt hevur royndir við.

- Í míni tíð á studentaskúlanum var eg eisini inni hjá rektaranum. Ikki ofta, men nakrar ferðir, sigur Herleif Hammer og er skjótur at leggja afturat, at tað ikki bara var í teimum førunum, har hann eitt nú ikki hevði gjørt heimaarbeiðið ella hevði havt fráveru.

- Tað var soleiðis, at eg sat í samstarvsnevndini í næmingaráðnum, so onkuntíð bleiv tað líkasum samantvinna, sigur Herleif Hammer og smílist.


Ein kreativur rektari

Herleif Hammer leggur stóran dent á, at umhvørvið á skúlanum framhaldandi skal vera skapandi, eins og tað var, tá hann gekk á skúlanum. Sjálvur dámar honum væl sang og er eisini partur av mannfólkakórinum Bollarnir, sum plaga at fara heim til fólk at syngja, tá serligt høvi er.

- Tann kreativi parturin er nakað, sum eyðkennir skúlan, og vit hava eitt nú skipað fyri fleiri stórum sangleikum, sigur Herleif Hammer, sum sjálvur hevur verið við til at framleiða seks teir seinastu sangleikirnar, sum hava verið. Longu nú eru greitt, at skúlin fer at seta upp enn ein sangleik í heyst.

Hóast Herleif Hammer ikki sigur seg vera skapandi á tann hátt, at hann ikki dugir at mála ein málning, so vil hann lýsa seg sjálvan sum ein kreativan persón.

- Eg haldi, at eg eri kreativur, tá tað kemur til loysnir. Gjarna praktiskar loysnir, og ein styrki hjá mær er, at eg dugi at síggja loysnir og eisini finna upp á loysnir. Tað havi eg lært frá teimum mongu sangleikunum, eg havi verið partur av at framleiða, og eisini frá tíðini, tá eg arbeiddi sum framleiðslustjóri í Sjónvarpi Føroya. Tað, at duga at síggja loysnir, er avgjørt nakað, sum eg kann brúka hesa komandi tíðina sum rektari, heldur Herleif Hammer fyri.


Ein góð seinasta tíð

Tá lýst varð eftir nýggjum rektara til skúlan í Hoydølum, var Herleif Hammer als ikki í iva um, at hann skuldi søkja.

- Orsøkin til, at eg bjóðaði meg fram um rektari, er, at eg kenni skúlan ógvuliga væl, havi sitið í leiðsluni í seks ár og havi undirvíst á skúlanum í tilsamans 11 ár, so eg kenni starvsfólkini og skúlaskipaninar væl. Eg haldi, at hatta eru nakrar fortreytir, sum skulu til, um tað skal eydnast væl at fyrireika skúlan til at leggja saman við hinum skúlunum, og tá eg hevði hasar fortreytirnar kendist tað natúrligt at bjóða meg fram, greiðir Herleif Hammer frá.

Nýggi rektarin hevur gjørt sær tankar um, hvussu seinasta tíðin í Hoydølum skal verða.

Eg havi ambitiónir um, at hetta skal vera eitt gott stað at vera, og at tey, sum eru her hesi árini, merkja, at hóast skúlin bleiv avviklaður, so bleiv tað gjørt upp á ein tryggan og virðiligan máta, sigur Herleif Hammer.

Hóast tað í fleiri ár javnan hevur verið frammi um vánaligu umstøðurnar á skúlanum heldur Herleif Hammer ikki, at tað skal verða tað, sum skal fylla mest hesa seinastu tíðina.

- Onkursvegna skulu vit royna at leggja alt tað afturum okkum, tí eitt nú parkeringsviðurskifti og vánaligu fysisku karmarnar á skúlanum, fái eg ikki gjørt nakað við. Og hóast trupulleikarnir framvegis eru, so eiga vit heldur at hugsavna okkum um innihaldið í skúlanum og hugsa, hvat gott vit kunnu hava seinastu tíðina, heldur enn hvat vit mangla, sigur Herleif Hammer.

Hann sigur seg ikki hava nakrar beinleiðis hugsjónir fyri skúlan, men meira fyri produktunum, sum skúlin framleiðir.

- Næmingarnir skulu mennast fakliga og menniskjaliga, soleiðis at teir fara frá skúlanum sum sjálvstøðug, kritisk menniskju, ið eru før fyri at velja tað, sum er rættast fyri tey, sigur hann.


Ikki stjóri á Skúladeplinum

Tá nýggi Skúladepilin í Marknagili stendur klárur at brúka í 2016, skal eisini nýggjur stjóri finnast til depilin. Tó skal eingin vænta at síggja Herleif Hammer í tí sessinum.

- Eg havi ongar ætlanir um at standa á odda fyri Skúladeplinum, og eg kann longu nú siga við vissu, at eg fari ikki at søkja tað starvið, sigur Herleif Hammer, sum sigur seg ongantíð hava havt ætlanir um at vera toppstjóri.

- Eg havi altíð verið skúlamenniskja, og longu sum smádrongur ynskti eg at blíva lærari. Nú havi eg undirvíst í 11 ár á Studentaskúlanum, og mær dámar tað stak væl, og tí veit eg, at tá mín tíð sum rektari í Hoydølum er av, fari eg aftur at undirvísa, sigur Herleif Hammer og leggur afturat:

- Ella eisini endi eg í onkrari leiðslu, tí eg havi nógvar royndir. Men stjórastarvinum á Skúladeplinum fari eg ikki eftir, sigur Herleif Hammer.



Fakta:

Navn: Herleif Hammer
Aldur: 43 ár
Bústaður: Hoyvík
Útbúgving: Cand. phil. í søgu