munur longu er gjørdur á feløgunum! LØGMAÐUR hevur tosað um, hvussu umráðandi tað er ikki geva ymisk signal til umheimin, nú tað ræður um at standa saman. Er tað, ið hendir nú ikki júst dømi um tað øvugta [...] HENDA sannroynd er ein greið ávaring til føroyskar politikarar um, at vandi er á ferð. So fá vit eru hava vit ikki ráðtil at spjaða kreftirnar. Og reyði tráðurin í politikkinum higartil, um at draga eina [...] sum enn ikki hava tikið stig til beinleiðis samstarv ella hava fingið áheitanir frá føroyskum vinnulívi um at virka saman í sambandi við komandi útbjóðingar! Er ikki vandi fyri, at hesi feløg, um so er
til hugs alt annað enn Guds egna land, tá boðini frættust tíðliga mikumorgunin um, at staturin Texas hevði tikið ta fyrstu kvinnuna í meira enn 130 ár av døgum. TAÐ er einki nýtt - hetta at USA tekur sínar [...] framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum gera uttan at blunka. TAÐ nýggja er tó, at hetta sokallaða siviliseraða landið, hetta landið, sum altíð er frammi við peikifingurinum [...] fremja slík brotsverk, men veruleikin er ein annar. Hann er - og hetta er aftur og aftur skjalprógvað - at deyðarevsing virkar ikki fyribyrgjandi og ræðandi. SKAL tú minka um hesi brotsverk mást tú til sjálva
gjalda 323 mill. kr. fyri bæði rentu og avdrátt. Hetta er umleið 100 mill. kr. minni enn vit okkurt árið hava goldið fyri rentur einans. Í avtaluni er eisini ásett, at føroyingar komandi trý árini skulu [...] skulu fáa góðar 900 mill. kr. í blokkstuðuli um málið. At enda stendur í avtaluni, at stjórnin viðurkennir føroysku ynskini um størri sjálvstýri. EINGIN ivi er um, at vit her hava fingið eina góða avtalu, [...] avtala er gjørd er so spurningurin, hvussu verður við víðari viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Landsstýrið hevur gjørt greitt, at tað ynskir kollveltandi broytingar millum londini, har málið er ein
tala um, býr hann uttan fyri Norðurlond - frættir einki heiman. Men ein føroyingur, sum heldur Internet-Sosialin, hann kann lesa alt tilfarið í blaðnum - áðrenn prentaða blaðið er á gøtuni. Hetta er kynstrið [...] fleiri, men har eru tey komin eftir, at hetta ikki er tann stóra inntøkukleldan hjá bløðunum - men heldur ein tænasta til lesaran. Men hjá einum føroyskum blað er øðrvísi: Ein føroyingur, sum býr uttan [...] og allar greinarnar liggja á einum stórum dátabása, ið kann lesast, hvar í heiminum tú enn ert, og greinarnar eru um 5.000 í tali higartil. Tað eru sjálvsagt fleiri bløð undan okkum, sum hava fingist við
hollari vitan um møguleikarnar at finna olju. Er tað so, at bretska stjórnin situr inni við upplýsingum um Hvíta økið og inn at føroyskum øki, sum vit ikki hava, so er greitt, at talan er um tveir samrá [...] verið frammi áður, men tað er greitt, at hetta er gott ?stoff? nú beint undan samráðingunum týsdagin. TAÐ er greitt, at danska stjórnin vil gera alt fyri at stuðla donskum vinnulívi, ikki minst í sambandi [...] føroyska oljuvinnu. Men eftir okkara tykki er umráðandi ikki at lata danir sleppa at gera hetta til nakran kardinalspurning, tí vit vita jú ikki, um nøkur olja er til. Hinvegin eiga vit eisini at vera ómetaliga
ein vansi er, at tú í dag sært fleiri full fólk á gøtuni vanligar yrkadagar, enn tú gjørdi fyrr. Hetta kundi so bent á, at tað ikki verður gjørt nóg nógv við upplýsingina, sum í kjakinum um rúsdrekkalógina [...] in er, at hann skal hyggja upp á skipanina við skeinkiloyvum - lata fleiri loyvi, um tað kann gerast við skili - og ikki minst skal hann leggja nógv størri dent á upplýsingararbeiðið, enn gjørt er higartil [...] a í Føroyum er komin fyri at vera. Broytingar í rúsdrekkalógini í framtíðini fara helst at snúgva seg um skeinkiloyvini. Skipanin við rúsdrekkasøluni virkar sum væntað, og verður kravið um fría rúsdrekkaslølu
sveinaroynd. Talan er um samráðingarnar við danir. FUNDUR er fráboðaður at vera í næstu viku í Keypmannhavn. Og eftir øllum at døma eru partnir vornir samdir um samráðingarhátt og -karmin. Tað er so eitt stig [...] samráðast um bankaendurgjald og skuld hvør í sær, so verða hesi málini nú tikin undir eitt. Harumframt vil landsstýrið eisini hava blokkin uppí samráðingarnar, og eitt sindur óvist er enn, um nomið fer [...] størri týdning enn bankaendurgjald er marknatrætan við bretar. Tað er eitt mál, sum landsstýrið ikki eigur at geva minni gætur og eigur løgmaður, sum umsitur málið, ikki at undirmeta hetta í mun til sam
sum er. Ella er hetta nú allur veruleikin kundi verið spurt? HVUSSU og ikki so er tað ómøguligt at fáa íbúð í miðstaðarøkinum. Tað er ómøguligt at fáa barnaansingarpláss.Meðan vit áður tosaðu um arbeiðsloysi [...] óvist. Hetta vísir bert, hvussu viðbrekið okkara samfelag er og er hetta eisini nakað, sum okkara politikarar eiga at taka við, nú tá tað verður lagt so hart út á sjálvstýrisleið. Eingin ivi er um, at flestu [...] din er himmalhøg - so merkist hetta ikki sum nakar stórur trupulleiki og nakað, sum veruliga tyngir landsbúskapin ella fíggjaligu viðurskiftini hjá mongum av teimum her búgva. Hetta er í hvussu er tann
summarið er komið. Mánadagin kemur Norrøna til Føroya á sínum fyrsta túri í ár. Vert er at bíta merki í, at Smyril Line hevur víðkað um sesongina við heilum tveimum viku. Siglt verður eina viku fyrr enn í fjør [...] siglt varð uppá Scrabster ella Aberdeen, men hetta tykist ikki at bera til soleiðis sum heildarferðaætlanin er løgd. Tað var annars eitt ynski frá landsstýrinum um at fáa Norrønu at sigla uppá Hetland, sum [...] at Smyril Line tók hetta stigið. Ætlanin var so at tað skuldi bøta nakað um ta syrgiligu sannroynd, at nógv eftirspurda siglingin hjá Smyrli uppá Skotland varð niðurløgd. Hvussu hetta fer at eydnast vil
kom fólkatingsvalið og so løgtingsvalið og nú er so fólkaatkvøða í Danmark um Amsterdamtraktatina. Hetta hevur gjørt, at enn er einki gjørt. SPURNINGURIN er nú, hvat landsstýrið ætlar at gera. Eftir okkara [...] uttan at nakað endaligt úrslit er komið burtur úr. Ein komandi oljuvinna bankar á dyrnar hjá okkum, men tað er ein veruleiki, at soleingi markið ikki er ásett, so er hetta ein meinbogi fyri hesa vinnu. [...] og átti hetta at verið ein orsøk til at fingið gongd á. Harvið er ikki sagt, at føroyingar skulu til at slaka og ganga burtur frá kravinum um miðlinjumark. Spurningurin er at fáa tann neyðuga dynamikkin