arbeiði. Gunnar K. er leiðari í einum ungdómsbólki í Sørvági, har hann skipar fyri fundum, legum, cafékvøldum o.a., sum er felags fyri oynna. Kristna trúgvin og etisku virðini - Hví stillar tú upp til løgtingsvalið [...] Eg vil hava tey virðini inn aftur í flokkin, sum kristna trúgvin stendur fyri. Tað er m.a. tey etisku virðini - virðingin fyri mannnalívinum - at vit virða menniskjuna frá giting til grøv, sigur Gunnar [...] livihátt, bert fyri at nevna dømi. Tað virkaði eitt sindur óvanligt, tá Gunnar K. herfyri í kjaksending mælti til at minka blokstuðulin, sum Sambandsflokkurin altíð hevur hildið vera neyðugur fyri føroyska
ikki at seta trumf á Í seinna hálvleiki gekk meginparturin av spælinum fyri seg á miðjuni og á Sumba-hálvuni. B36 hevði bóltin fyri tað mesta og spældi hann runt við stuttum sendingum. John Petersen kom [...] spælyvirvágin fyrr ella seinni fór at geva úrslit. Tíggju minuttir áðrenn hálvleik fekk B36 fríspark uttan fyri brotsteigin hjá Sumba, nakað úti í vinstru síðu. Ein B36-ari var annars um at sleppa ígjøgnum, men [...] B36, sum á pappírinum var og er betri enn Sumba, men sum higartil hevði havt trupult við at spæla seg ígjøgnum tøttu verjuna hjá suðuroyarliðnum. Mótálop Ein leiðsla upp á 1-0 er kortini ikki nøkur trygg
Tað gekk mangan heitt fyri seg í kaldliga várveðrinum í Gundadali sunnudagin, tá B36 og TB brustu saman í steypakappingini. Og dømingin spældi eisini ein óhepnan leiklut í einum dysti, sum TB heldur óvæntað [...] bjargaði frálíka væl. Eins og í dystinum móti Sumba dagin fyri hevði B36 nógv spæl, men tað var lætt at síggja, at TB í løtuni er nógv betur fyri enn Sumba. Verjan við Óla Johannesen og Pól F. Joensen stóð [...] góvu onga úrtøku. TB etablerað seg Sasha Radosavljevic vísti enn einaferð, at hann er ein av vandamiklastu áleyparum í landinum í løtuni, og at hann lættliga kann syrgja fyri, at TB fer at arga tey ovastu
vesturi á Eiðinum. Og tað skuldi skjótt vísa seg, at vágbingar als ikki høvdu eydnuna við sær henda dagin. VB hevði meginpartin av spælinum í dystinum og spældi seg til eina rúgvu av málmøguleikum, men Magnus [...] VB hevði allar møguleikar fyri at fáa í minsta lagi fýra stig burtur úr vikuskiftinum, men tað blivu bert til tvey, tá fyrst B68 og síðani GÍ vitjaðu í Vági. Leygardagin var tað B68, sum bjóðaði VB av [...] Fyrri hálvleikur endaði uttan mál, men seinni hálvleikur var ikki gamal, tá VB endiliga fekk løn fyri stríðið. Nýggi jugoslaviski spælarin hjá vágbingum, Milan Kulic, sendi eitt fríspark úr vinstru síðu
Tað vóru eini 20 minuttir eftir av dystinum, tá VB uppiborið fekk javnað. John Eystberg takklaði seg ígjøgnum úti í vinstru síðu. Hann fekk drigið so nógvar GÍ-arar til sín, at Birgir Jørgensen varð rættiliga [...] Birgir, og so stóð á jøvnum aftur. Fleiri mál komu ikki, hóast bæði liðini høvdu brúkiligar møguleikar fyri fleiri. Nýggi danski álopsspælarin hjá GÍ fekk ikki so nógv burturúr, men VB-verjan ansaði væl eftir
, men KIL kom fyri seg eftir steðgin og kom upp á 2-1, áðrenn Brann javnaði til 2-2, tá eini fimm minuttir vóru eftir. Julian Johnsson spældi aftur hesaferð við allan dystin og stóð seg væl. Hann spældi
Ziskason og Allan Joensen, sum royndi seg fyri fyrstu ferð í ár. Um hann heilt er sloppin av við skaðan, sum hevur forðað honum at spælt í nógvar mánaðar, fer at vísa seg næstu vikurnar. KÍ-FS Vágar 8-0 (5-0) [...] álopsplássini. Vágaliðið hevði einki at bjóða uppá í álopspartinum. Fyri teir mugu vit vóna, at sjálvsálitið ikki hevur fingið eitt orduligt skot fyri bógvin, eftir stóru lúsingarnar, sum teir hava lagt rygg til
Brøndby. Men hóast nógvir av spælarunum eru teir somu, og hóast teir hava styrkt seg við onkrum donskum spælarum, sum hava roynt seg í útlandinum, so hava avrikini síðstu vikurnar verið vánalig. Aftur hesa ferð [...] nógv um at seta seg sjálvar fremst ? kanska í vónini um, at landsliðsvenjarin leggur merki til teirra, nú hann situr við puslispælinum, sum skal hanga saman, tá landsliðið skal royna seg í HM í Fraklandi [...] vístur í føroyska sjónvarpinum. Tað var ikki nakað, eg hugsaði um, meðan vit spældu, men tað sigur seg sjálvt, at eg eri vónbrotin, tí vit taptu, tí vit spældu vánaliga, og tí eg sjálvur varð tikin út.
høgru síðu, sum bleiv sent væl inn fyri. Eftir nakað av ping-pong spæli endaði bólturin hjá Einari Petersen, sum úr 10 metra fjarstøðu smekkaði bóltin í meskarnar aftan fyri Erling Joensen í fuglfjarðamálinum [...] var 1-1. Tá ið 18 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, legði ÍF seg á odda. Eyðálvur Petersen fekk bóltin einar 5 metrar uttan fyri brotsteigin. Hann ivaðist ikki og smekkaði til, og bólturin smeyg sær [...] num til støðuna 1-0 til TB. Stutt eftir leiðslumálið hjá tvøramonnum fekk ÍF ein rimmar møguleika fyri at javna til 1-1. Tveir fuglfirðingar gjørdust einsamllir við einum verjuspælara hjá TB. Bólturin
møguliga undir havinum og óteljandi aðrar møguleikar í tøkniøldini. Sjálvræði snýr seg ikki um stødd og nøgd. Tað snýr seg um dygd og samstarv. Høgni Hoydal Tjóðveldisflokkurin [...] persónligt frælsi og demokrati. Sum ásetir rættin til útbúgving, heilsurøkt, almannahjálp og forsorg fyri allar borgarar í Føroyum. Sum skapar okkum skipaði og trygg viðurskift í einari samfelagsskipan, vit [...] í eini endurreising og endurnýgging av samfelagnum. Tjóðveldisflokkurin vil gera menningarætlanir fyri vinnulívið, gransking, útbúgving og mentan. Vit skulu leggja langtíðarkarmar um nýggjar íløgur í