VB og GÍ fingu eitt stig í part burtur úr dystinum í Vági sunnudagin, og tað var sum so eitt rættvíst úrslit.
Heimaliðið hevði fleiri kjansir, men GÍ hevði eisini fleiri góð álop. Tað var eisini GÍ, sum fekk fyrsta málið í dystinum, tá fyrri hálvleikur var komin í helvt. Ein verjuspælari hjá VB misti bóltin, Henning Jarnskor fekk fatur á honum og lyfti hann hegnisliga upp um Bjarna í VB-málinum.
VB megnaði ikki at svara aftur í fyrra hálvleiki, sum sostatt endaði 1-0 til GÍ.
Tað vóru eini 20 minuttir eftir av dystinum, tá VB uppiborið fekk javnað. John Eystberg takklaði seg ígjøgnum úti í vinstru síðu. Hann fekk drigið so nógvar GÍ-arar til sín, at Birgir Jørgensen varð rættiliga leysur inni í 16-metrinum. John spældi Birgir, og so stóð á jøvnum aftur.
Fleiri mál komu ikki, hóast bæði liðini høvdu brúkiligar møguleikar fyri fleiri. Nýggi danski álopsspælarin hjá GÍ fekk ikki so nógv burturúr, men VB-verjan ansaði væl eftir honum, og hann skal sjálvandi eisini spælast meira inn á liðið, áðrenn GÍ veruliga kann fáa gleði av honum.
GÍ ella B68
vinnur bólkin
Við tveimum javnleikum á heimavølli sær tað út til, at VB má lata sær lynda at enda sum nummar trý í bólkinum, men tað kann eisini geva víðari atgongd í kappingini.
VB hevur longu tapt á Svangaskarði, og teir hava eisini ein dyst eftir í Gøtu. Sostatt bendir alt á, at spurningurin um, hvør vinnur bólk 3, skal avgerast í dystunum millum GÍ og B68 seinni í hesi vikuni.
VB-GÍ 1-1 (0-1)
0-1: Henning Jarnskor
1-1: Birgir Jørgensen