verða roknað sum tey sterkastu, so er tað eingin skomm í sjálvum sær. Í hinum dystunum hevur liðið eisini víst, at tær vilja vera við í oddinum í vetur, og so ræður um at fáa hondbóltslagið uppaftur. Næst [...] har Søljan skuldi vísa, um tær veruliga skulu vera við í oddinum, og har Stjørnan skuldi vísa, at tær eiga stigini, tá leikt verður í Klaksvík. Og tað kann helst róliga sigast, at tað var Stjørnan, sum [...] skrúvað í topp alt fyri eitt. Gjøgnumbrotsroyndirnar vóru bæði títtar og kraftmiklar, og alt fyri eitt kastaði hetta nøkur brotskøst av sær. Brotskøst, sum annars skadda Annika Ljósstein setti trygt í netið
Popppunkur Seinastu báðar vikurnar hevur The Dreams tikið fløgu upp í Studio Pegasus í Klaksvík. Hetta kann gerast bæði fyrsta og síðsta fløga, ið bólkurin ger til føroyska marknaðin. Tveir av limunum [...] Sum 41, sigur hann. Vit hava spælt popppunk í 4-5 ár nú, so tað liggur heilt nátúrligt hjá okkum, at spæla løgini í okkara stíli , sigur hann. Gomul ætlan Í MTV sendingini A Cut, tulkaðu The Dreams eitt [...] Gimmes Vit spæla popppunk, sigur hann. Leitaðu í Grønu Sangbók Tað eru teir í The Dreams, ið sjálvir hava valt løgini. Hetta varð m.a. gjørt við at blaða í Grønu Sangbók greiðir Eirikur frá. Nógv av løgunum
Høggini fella ógvusliga, og rættiligur dramatikkur er í luftini hesa løtuna, vit støkka inn á gólvið í gomlu fimleikarahøllini í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Teir átta 13 ?15 ára gomlu sjónleikararnir eru [...] Theatre-studio ?Atzalynas? at verða við á sjónleikarastevnuni í Litava. Stevnan er liður í eini størri leikverkætlan, sum ferðast um alt Europa í løtuni undir heitinum ?101 minutes of Street Theatre?, har [...] nevniliga heilt til Kretinga í Litava á sjónleikarastevnu, har tey skulu framføra leikin fyri russiskum og litaviskum leikarum á sama aldri. Øðrvísi venjingar Sjónleikarastevnan varir í 10 dagar, og eitt av
tvørtur ímóti væl við í dystinum. Tær stríddust í verjupartinum, spældu skilagott í álopinum, og hetta hepnaðist somikið væl, at tær eitt skifti hildu seg frammanfyri Stjørnurnar úr Klaksvík. Soleiðis var tað [...] Klaksvíksgenturnar eru sum sagt aftur í ár fremsti kappingarneytin hjá VÍF, og spurningurin er so, um hetta fer at eydnast í størri mun hetta kappingarárið enn í fjør. Tá var ein av vansunum, at tað tók [...] kvinnur Einki var at ivast í, at Stjørnan var stórfavorittur, tá tær sunnudagin komu til Havnar at spæla móti Kyndli. Hóast tær ikki megnaðu at gera nakað við meistararnar úr VÍF í fyrstu av fýra oddauppgerðum
men yvir høvur hevur hetta verið ógvuliga sigandi fyri avrik terira í ár. Undanfarna vikuskifti mistu teir í evstu løtu stig í Klaksvík, og undan hesum taptu teir móti B36 íu Havn. I báðum førum var talan [...] til úr 20 metrum. Misnýta ov nógv Í seinna hálvleiki var gongdin hin sama, sum hon hevur verið so ofta hjá B71 í ár. Teir høvdu nógv spæl, men inn vildi bólturin tó ikki. Í seinasta minuttinum av vanligu [...] Fríspark varð sent innfyri, og tætt undir málinum kundi Ib Mohr Olsen stýra í kassan, og so var frøin stór. Men hon var eisini stokkut, tí í minuttunum, sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist Sigríður Olsen
har TB-liðið sjáldan kom sær út í nakað sum líktist vanda. Tað var bara í triðja settinum, at heimaliðið veruliga hótti, og tá vóru tær eisini á odda eina góða løtu. Í teimum báðum fyrru settunum var tað [...] tí, TB hevur eisini spælt betri dystir enn henda. Tað var í roynd og veru bara í byrjanini av fyrsta og øðrum setti, at tær spældu væl. Men í báðum førum fór dampurin av, so sum settið leið. Annars fingu [...] Flogbóltur Í byrjanini av kappingini hjá kvinnunum sá út til, at TB fór at vera í einum flokki fyri seg. Tær vunnu alt, samstundis sum Mjølnir tapti alt. Men nú er kappingin meira spennandi enn nógv høvdu
tær úr Klaksvík nakað væl betri fyri. - Akkurát har er stórur munur, men okkara eru ikki heilt grønar kortini. Hóast liðið er ungt, so er kortini bert talan um tríggjar av tíggju, sum í ár spæla í meist [...] at hon eisini fær seinastu dystirnar í landskappingini við, og einki er at ivast í, at hon ætlar sær at fáa tvey gullmerki burtur úr allari ferðingini. Hóast munin í royndum, so heldur venjarin hinvegin [...] Flogbóltsfinala Fyri fyrstu ferð skal TB royna seg í steypafinalu í flogbólti, og hóast spenningurin á Tvøroyri sjálvsagt er stórur, so heldur venjarin hjá liðnum ikki, at hann fer at gera nakað serligt
ynskja vit honum alt gott í hansara framtíðar stað. Hjartaliga verðið tygum, Rasmussen, kona og børn, heilsað við ynskjum um, at Gud má vælsigna tykkum nú og í allari framtíð. Í ávikum góður, Altíð fróur [...] ein sannur Harrans tænari ? altíð fúsur til verka, Bæði í gleði og sorg. Prestagerning sín hevur hann røkt so væl, at ringt verður at fáa mann í mans stað, sum menniskja finst valla ein slíkur maður sum [...] og børnum við tí gamla føroyska orðinum: Jesus fylgi tykkum. Klaksvík, á mikkjalsmessu 1955 Fyri kirkjuliðið Karl Andreassen. Kirkjuliðið í Mikladals sókn vil á hnda hátt siga okkara kæra presti, N. J
útróðrarmenninar í Føroyum, og ikki varð helmað í fyrrenn umstøðurnar hjá útróðrarmonnum aftur komu í ordan, hetta hava vit tær at takka fyri, so eisini eftirkomararnir kunnu halda fram í hesum stætti. Tú [...] at tú ikki longur var í millum okkum, runnu nógvir tankar fram fyri meg. Fyrst um alt tað, sum Strøm familjan hevur verið ígjøgnum, um persónar, sum hava verið ryktir frá okkum inn í ævinleikan. So aftur [...] aftur nú, nu vóru boðini efitr tær. Og vit lesa í Sálma 139,16: »Sum fostur sóu eygu tíni meg, og í bók tíni stóðu teir allir upskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin«.
beinleiðis á internetinum, Í Tórshavnar Kommunu vóru postlistarnir – listar yvir allan inn- og útgangandi post – fyrr opnir fyri býráðslimunum at fylgja við í, og Í klaksvík hava hugsanir verið frammi [...] skal leggja seg út í. Kommunala eftirlitið er eitt sonevnt løggildiseftirlit. Tað merkir, at eftirlit verður hildið við, um kommunurnar halda galdandi lóg, meðan sjálvt innihaldið í kommunalum avgerðum [...] sum so. Men eftirlitið virkar, sum tað skal, í mun til politiska ynskið um kommunalt sjálvræði og verandi kommunulóg, heldur Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Almannamálaráðnum, sum hevur kommunala eftirlitið