Hondbóltur
Soleiðis sum kvinnukappingin hevur lagað seg fyrstu umførini, so hava greiðar ábendingar verið um, at talan kann gerast um eina heilt spennandi kapping. Eina kapping, har Stjørnan og VB eru stóru favorittarnir, men har bæði Neistin og Søljan hava givið greið tekin um, at tey so sanniliga eisini vilja bíta frá sær.
Ballónin brast
Men sunnudagin mundi ein partur av hesum spenningi fara úr ballónini. Dysturin millum Stjørnuna og Søljuna varð frá fleiri síðum sagdur at vera eitt slag av próvtøku. Ein próvtøka, har Søljan skuldi vísa, um tær veruliga skulu vera við í oddinum, og har Stjørnan skuldi vísa, at tær eiga stigini, tá leikt verður í Klaksvík.
Og tað kann helst róliga sigast, at tað var Stjørnan, sum stóð hesa próvtøkuna. Frá fyrsta bríksli vóru leikararnir tendraðar, og áskoðararnir mundu neyvan trúgva, at hetta vóru júst tær somu, sum fyri einari viku síðani vóru hepnar við at toga ein sigur á Neistanum heim.
Ferðin varð skrúvað í topp alt fyri eitt. Gjøgnumbrotsroyndirnar vóru bæði títtar og kraftmiklar, og alt fyri eitt kastaði hetta nøkur brotskøst av sær. Brotskøst, sum annars skadda Annika Ljósstein setti trygt í netið.
Søljan royndi at fylgja við eftir førimuni, men tað stóð teimum skjótt greitt, at her var onkra staðni millum lítið og einki at gera. Sum dysturin leið, so bara vaks munrin, og senastu 20 minuttirnar kundi Stjørnan veruliga seta trumf á. Kreftirnar hjá Søljuni vóru við at vera uppi, og tá Stjørnan so samstundis koyrdi í einum at kalla sálarligum rúsi, har alt bar til, skrædnaði av álvara. 39-22 er kanska ikki veruliga mátingin fyri styrkismunin millum liðini bæði, men júst hendan dagin var tað reglan.
Mugu ressast
Og so man fáur ivast í, at Stjørnan av álvara er um at koyra kanónirnar í skotstøðu. Ein vansi á liðnum kann tó kanska vera, um Joan M. Djordjevic ikki verður tøk til allar dystirnar. Higartil hevur tó borið til at flogið hana heim til dyst, og tó at tey í Stjørnuni tykjast ivast í, hvussu ofta hetta er neyðugt, so hevur avgerðin hvørja ferð verið játtandi higartil.
Hjá Søljuni man tað nú einamest vera avgerandi, at liðið fær lyft seg aftur sálarliga. Tvey tap á rað kunnu vera tung at bera, men tá hesi eru ímóti teimum báðum liðunum, sum á pappírinum verða roknað sum tey sterkastu, so er tað eingin skomm í sjálvum sær. Í hinum dystunum hevur liðið eisini víst, at tær vilja vera við í oddinum í vetur, og so ræður um at fáa hondbóltslagið uppaftur. Næst avbjóðingin eitur Kyndil á heimavølli, og tað er í øllum førum ein dystur, sum skal vinnast, um hald skal vera í tosinum um heiðursmerki.
Fakta um dystin
Stjørnan-Søljan 39-22 (17-12)
Málskjúttar
Stjørnan: Bára S. Klakstein 11(1), Annika Ljósstein 8(8), Alina Olaru 5, Anna Kristina Samson 4, Una Olsen 4, Maria við Neyst 3, Katarina Stepanov 2, Louisa Andreasen 1(1), Joan M. Djordjevic 1
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 8(1), Arnleyg Haraldsen 5(1), Heidi Maria Akselsen 3, Hertha Simonsen 2, Fía Selma Nielsen 2, Lina Andriulyte 1, Kristianna Petersen 1
Brotskøst: Stjørnan 11, Søljan 3
Útvísingar: Stjørnan 4, Søljan 6
Dómarar: Brandur Johannesen & Heri Petersen.










