Sløk 24 ár eru farin, síðani Rasmussen kom til okkara, og mangt er broytt í hesi ár; men sama gleðiboðskap hevur hann boðað ár eftir ár. Altíð var boðskapurin merktur av kærleika, veking og trúfesti. Hann hevur sostatt staðið sum ein sannur Harrans tænari ? altíð fúsur til verka,
Bæði í gleði og sorg.
Prestagerning sín hevur hann røkt so væl, at ringt verður at fáa mann í mans stað, sum menniskja finst valla ein slíkur maður sum Rasmussen, altíð líka við øll, stór og smá. Okkara ynski er nú tygum fara frá okkum, at hin altvaldandi Gud má styrkja tygum, konu tygara og børn og geva tykkum nógv góð arbeiðsár í tí kalli, tygum fara til á heimlandi tygara, so tygum verða til signing fyri tað kirkjulið, tygum koma til - eins væl og tygum hava verið fyri okkara.
Til síðst heilsa vit tygum, harra Rasmussen, frú og børnum við tí gamla føroyska orðinum: Jesus fylgi tykkum.
Klaksvík, á mikkjalsmessu 1955
Fyri kirkjuliðið
Karl Andreassen.
Kirkjuliðið í Mikladals sókn vil á hnda hátt siga okkara kæra presti, N. J. Rasmussen, nú skilnaðar-stundin er komin, stóra tøkk fyri ta longu tíð, hann dvaldist her hjá okkum.
Somuleiðis ynskja vit honum alt gott í hansara framtíðar stað.
Hjartaliga verðið tygum, Rasmussen, kona og børn, heilsað við ynskjum um, at Gud má vælsigna tykkum nú og í allari framtíð.
Í ávikum góður,
Altíð fróur,
hugar væl;
ikki tað grettir,
setti ongan eftir.
Kirkjuliðsráðið í Mikladali.
Okkara bestu kvøðu senda vit tygum á skilnaðarstundini.
Mætur maður hevur verið! Prestur av Guðs náði, vinsælur við øll, bæði stór og smá, innan og uttan kirkjudyr.
Vit ynskja, at tygum, kona tygara og børn mega fáa eina eydnuríka framtíð við Guds signing.
Guds friður og signing á skilnarstund
Kunoyar kirkjulið sendir.
Í minni okkara verið tú,
so leingi Kunoyggin stendur.
Kunoy, 30. sept. 1955.
Kirkjuliðráð1ið.
Eina hjartans tøkk veita vit tær, N. J. Rasmussen presti, fyri ta tíð, tú hevur verið her, og fyri ta hjartaligheit og bróðursinni, tú hevur víst móti okkum bæði í sorg og gleði.
Fyri meinigheitina.
Meinigheitráðsins vegna
Johs. Fr. Joensen
Húsar.
Nú Rasmussen prestur er farin frá okkum, loyva vit okkum her at bera honum fram tøkk okkara fyri tey ár, hann arbeiddi her okkara millum.
Um hann kann verða sagt, at hann var ein orðsins tænari í røttum týdningi, og hevði fingið tey evni og tær gávur, sum skuldu til fyri at bera fram orðið.
Meinigheitsráðið og við tí allir íbúgvar í Árnafirði, takka honum fyri trúfastan gerning tey ár, hann arbeiddi her; ikki bert sum prestur, men eisini sum menniskja: blídligur og fryntligur við øll, sum hann kom á tal við, yngri sum eldri.
Saknur verður í tygum. Men, sum orðatakið sigur; maður kemur í manns stað. Latum okkum vóna tað; men vøkkult verður her at fáa eins góðan mann aftur.
Vit ynskja tygum og konu tygara mangar góðar dagar á tí nýggja staði, har tit nú taka bústað, og ynskja, at Harrans signing má fylgja tykkum.
Enn einaferð takk.
Árnafjørð, 29. sept. 1955
Meinigheitsráðið.