Kommunurnar í Føroyum virka við sonevndari kommunalari fulltrú, ið gevur teimum víttfevnandi sjálvræði. Soleiðis er ikki allar staðir, eitt nú hava ensku kommunurnar bert lógarbundnar uppgávur at taka sær av.
Og við einum víttfevndum kommunalum sjálvræði er tað eisini avmarkað, hvat kommunala eftirlitið, sum nú hoyrir undir Almannamálaráðið, skal leggja seg út í.
Kommunala eftirlitið er eitt sonevnt løggildiseftirlit. Tað merkir, at eftirlit verður hildið við, um kommunurnar halda galdandi lóg, meðan sjálvt innihaldið í kommunalum avgerðum ikki verður viðgjørt sum so.
Men eftirlitið virkar, sum tað skal, í mun til politiska ynskið um kommunalt sjálvræði og verandi kommunulóg, heldur Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Almannamálaráðnum, sum hevur kommunala eftirlitið um hendi.
Fríar ræsur
- Kommunala fulltrúin merkir, at kommunurnar kunnu fáast við alt, sum ikki beinleiðis er bannað við lóg. Men tær skulu sjálvsagt halda kommunulógina og aðrar lógir, ið tær eru umfataðar av. Tað er heldur ikki so, at vit bara traðka til, um onkur klagar eina kommunu til okkum. Vit kunnu taka mál upp av egnari drift og gera tað eisini, um vit halda, at okkurt óregluligt fer fram, ella vit fáa boð um tað.
- Tað kann til dømis vera, um vit hava illgruna um, at ein kommuna letur ognir frá sær fyri onki. Ella um kommuna er passiv í mun til ymiskar lógir, ið áleggja kommununum at verða virknar. Eitt dømi kann eisini vera, at ein kommuna ikki heldur ásetingarnar í dagstovnalógini. Mentamálaráðið umsitur ta lógina, men vit kunnu hjálpa ráðnum at tvinga eina treiska kommunu at halda lógina við at skriva út dagbøtur til teir kommustýrislimirnar, sum kunnu ábyrgdast, sigur deildarstjórin.
Hilmar Høgenni hevur sum so onga meining um, hvørt kommunurnar eru ov afturlatnar ella ikki, men hann heldur tó ikki, at ein strangari eftirlitslóggáva er rætta amboðið at tryggja størri opinleika. Heldur ikki, tá enn ein stórur biti av landsumsiting, nevniliga eldraøkið, um eitt gott ár eftir ætlan verður lagt út til kommunurnar at umsita.
Nøktandi lógarverk
- Ein stýrislóg, altso kommunulógin, og rammulógir fyri serlig umsitingarøki er nóg mikið, tá tað snýr seg um at fremja eftirlit. Vit hava frammanundan dagstovnalógina, ið er ein rammulóg, og sum ásetir minstukrøvini til dagstovnaøkið, sum kommunurnar skulu lúka. Eisini fyri eldraøkið er eitt uppskot um rammulóg gjørt. Í tí eru eisini ásetingar um eftirlit, Her er tó lagt upp til, at kommunurnar sjálvar skulu fremja eftirlitið, sigur deildarstjórin.
Sumt er roynt og annað skotið upp at gera í ávísum kommunum fyri at skapa størri opinleika um kommunala arbeiðið.
Til dømis er Sunda Kommuna farin at senda bygdaráðsfundirnar beinleiðis á internetinum, Í Tórshavnar Kommunu vóru postlistarnir – listar yvir allan inn- og útgangandi post – fyrr opnir fyri býráðslimunum at fylgja við í, og Í klaksvík hava hugsanir verið frammi um at skipa fyri spurnarumførum í býráðnum, har býráðslimir skulu kunna seta beinleiðis spurningar til nevndarformenninar.
Hilmar Høgenni heldur tað tó vera ivasamt, hvussu góð hesi hugskotini eru.
- Í nógvum førum er talan um tvíeggjað svørð, tí royndir aðra staðir vísa, at kommunustýrislimir mest brúka hasi amboðini til persónligar markeringar, staðfestir hann.