Oddafiskarnir hildu tørn

Bæði TB og Mjølnir vunnu tryggar sigrar um vikuskiftið, og tí er støðan óbroytt upp undir toppdystin í Trongisvági komandi sunnudag. Har verður størsta trýstið á Mjølni, sum í roynd og veru má og skal vinna, um tær ætla sær at verða føroyameistarar

Flogbóltur

Í byrjanini av kappingini hjá kvinnunum sá út til, at TB fór at vera í einum flokki fyri seg. Tær vunnu alt, samstundis sum Mjølnir tapti alt.
Men nú er kappingin meira spennandi enn nógv høvdu ímyndað sær í byrjanini av kappingarárinum, og tað er serliga takkað verið Mjølni, sum rættiliga hevur vent byttuni og nú er annar parturin av oddastríðnum.
TB er enn fremst, men leiðslan hevur verið størri enn hon er nú. Tær í TB eru fult greiðar yvir, at tað ikki er pláss fyri mistøkum. Hvør taptur dystur frá nú av kann fáa ógvusligar avleiðingar.
Tí kundu suðuroyarkvinnurnar eisini fegnast um, at tær kundu fara av Kambsdali aftur við einum sigri og uttan at hava tapt nakað sett.
Mótstøðuliðið var ÍF, og tær høvdu satt at siga ikki nógv at bjóða uppá hesaferð. ÍF-liðið er steðgað fullkomiliga upp, og fáur hevði væntað, at tær fóru at gera nakað við oddaliðið.
Settúrslitini 25-17, 25-17 og 25-18 til TB benda eisini á ein støðugan dyst, har TB-liðið sjáldan kom sær út í nakað sum líktist vanda.
Tað var bara í triðja settinum, at heimaliðið veruliga hótti, og tá vóru tær eisini á odda eina góða løtu. Í teimum báðum fyrru settunum var tað TB, sum tók leiðsluna beinanvegin og helt síðani fast við hana.
Ikki tí, TB hevur eisini spælt betri dystir enn henda. Tað var í roynd og veru bara í byrjanini av fyrsta og øðrum setti, at tær spældu væl. Men í báðum førum fór dampurin av, so sum settið leið.
Annars fingu TB-kvinnurnar ein hvøkk longu undir upphitingini, tá miðspælarin Ingun Midjord keikti sær tummilin og ikki fekk verið við. Og miðskeiðis í øðrum setti mátti Beinta Klakkstein gevast, tá hon var óheppin og meiddi sær knæið so illa, at hon neyvan fær verið við komandi vikuskifti, tá TB tekur ímóti Mjølni í einum dysti, sum kann gerast ógvuliga avgerandi fyri kappingina.

Sannleikans tími verður sunnudagin
Mjølnir vann sum væntað sín heimadyst móti Fleyr sunnudagin, og tí er støðan óbroytt upp til toppdystin í Trongisvági nú sunnudagin. Mjølnir vann 3-0 við settúrslitunum 25-13, 25-15 og 25-20, og sostatt var teirra sigur uppaftur tryggari enn tann hjá TB.
Mjølnirkvinnurnar hava spælt ellivu dystir, meðan TB bert hevur spælt tíggju. Bæði liðini hava 11 stig, men TB hevur nógv betri settmun. Dagin fyri dystin millum TB og Mjølnir skal TB eisini spæla á heimavølli móti Fleyr, og vinna tær tann dystin, hava tær styrkt enn betur um sína støðu - so væl, at um tær so eisini vinna móti Mjølni dagin eftir, skal Mjølnir hava hjálp frá øðrum liðum til at vinna føroyameistaraheitið.
Tí var tað altumráðandi hjá Mjølni at vinna sannførandi móti Fleyr, ikki minst fyri moralin, tí dysturin komandi sunnudag verður ein »alt ella einki-dystur« fyri teirra viðkomandi. TB hevur ráð til at tapa hann, men so skulu tær vinna returdystin í Klaksvík 2. mars. Á pappírinum hevur TB eisini teir lættaru dystirnar eftir.
Allar hesar útrokningarnar eru sjálvandi grundaðar á, at bæði TB og Mjølnir vinna allar hinar dystirnar, tær hava eftir í kappingini, men slíkt ber jú ongantíð til at siga við vissu frammanundan...