2. deild
B71 var avgjrøt eitt av liðunum, sum nógv framman undan roknaðu við, kundi gera seg galdandi í kappingini um uppflyting, men higartil hevur einki gingið hjá teimum gulu.
Leygardagin var kanska seinasta útkall, tá LÍF vitjaði, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist sandoyingum at vinna, hóast teir høvdu bæði spæl og møguleikar til hetta.
Skelkaðu heimaliðið
Tvørtur ímóti høvdu leirvíkingar kanska bestu møguleikar at ogna sær stigini, tí longu áðrenn fyrsta korterið var runið, vóru teir á odda við tveimum málum.
Longu í fyrsta álopinum góvu teir heimaliðnum eina ávarin, tá Petur Sjúrðarberg var fyrstur á einum fløtum innleggi, og tó at heimaliðið royndi at trýsta, so svaraðu gestirnir enn einaferð aftur. Hesa ferð var talan um frísparksinnlegg, og eftir eitt sindur av aftur og fram eydnaðist Bárði Heinason at økja um leiðsluna.
B71 royndi sum sagt at trýsta, og tað eydnaðist teimum at javna fyri steðgin. Fyrst skeyt Eli Hentze fríspark, sum tók múrin á vegnum, so málverjin varð fullkomuliga snýttur, og nakað seinni javnaði Símun Hansen, tá hann smekkaði til úr 20 metrum.
Misnýta ov nógv
Í seinna hálvleiki var gongdin hin sama, sum hon hevur verið so ofta hjá B71 í ár. Teir høvdu nógv spæl, men inn vildi bólturin tó ikki. Í seinasta minuttinum av vanligu leiktóiðini bragdaði tó. Fríspark varð sent innfyri, og tætt undir málinum kundi Ib Mohr Olsen stýra í kassan, og so var frøin stór. Men hon var eisini stokkut, tí í minuttunum, sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist Sigríður Olsen at javna, og so fingu leirvíkingar kortini annað stigið.
Tað mundi ikki vera sørt, at sandoyingar iðraðu seg um hetta, men yvir høvur hevur hetta verið ógvuliga sigandi fyri avrik terira í ár. Undanfarna vikuskifti mistu teir í evstu løtu stig í Klaksvík, og undan hesum taptu teir móti B36 íu Havn. I báðum førum var talan um dystir, har sandoyingar høvdu nógv teir flestu møguleikarnar, men har úrtøkan ikki hevur staðið mát.
Hevði úrtøkan í hesum trimum dystunum verið full, hevði talan verið um sess frammi í oddinum, men tað fekst tú kortini ikki venjaran hjá sandoyingum, Eli Hentze, at siga eftir dystin.
- Nei. Soleiðis kanst tú ikki rokna í fótbólti. Við hvørt hevur tú hepnið við tær, og við hvørt ber einki til. So einfalt er tað. Tú kanst ikki rokna eftir, hvat tú kundi havt, tí sannleikin stendur á stigatalvuni, og hana fært tú ikki broytt.
- Men eg má tó viðganga, at tað kennist eitt sindur keðiligt. Eg havi spælt fótbólt í nógv ár, men eg haldi ongan tíð, at vit hava fingið somikið lítið burtur úr so nógvum møguleikum, sum vit hava havt seinastu tíðina, men tað fáa vit so ikki gjørt nakað við. Vit mugu bara royna at líta frameftir, vóru boðini frá Eli Hentze eftir javnleikin móti LÍF.
Dysturin í tølum
B71-LÍF 3-3(2-2)
0-1: Petur Sjúrðarberg
0-2: Bárður Heinason
1-2: Eli Hentze
2-2: Símun Hansen
3-2: Ib Mohr Olsen
3-3: Sigfríður Olsen