Tað hevur gingið væl hjá Toda Jónsson, síðani hann slapp av við skaðan hjá sær, og hann hevur verið raskastur at skjóta mál fyri FC Keypmannahavn, síðani danska kappingin byrjaði aftur aftan á vetrarsteðgin [...] 4-1, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 1-1. Todi og Thomas Thorninger myndaðu FCK-álopi frá byrjan, og FC Keypmannahavn byrjaði sum eitt ódnarveður. Tað vóru bert spældir 9 minuttir, tá liðið tók [...] komandi mikudag. Um FC Keypmannahavn kemur í donsku steypafinaluna, verður tað fyri triðju ferð seinastu fýra árini, men tað verður so fyrstu ferð, at Todi Jónsson sleppur at royna seg í so stórum dysti
Hansen var ytstur í høgra borði, og fleiri ferðir eydnaðist tað teimum at spæla seg ígjøgnum. Tvær ferðir vóru møguleikarnir stórir, men tað bleiv ikki meiri enn tætt við og næstan hjá Gert Langgaard og [...] men tað gav einki. Í staðin menti KÍ seg, og serliga í vinstra borði hjá John Hansen bar til at koma ígjøgnum og leggja innfyri nakrar ferðir. Lítil tíð var eftir, tá málið kom. Burtursæð frá at tað var [...] menti seg støðugt, og frá miðskeiðis í fyrra hálvleiki, stóðu teir fyri meiri av skipaða spælinum, og tað var staðfest, at Marek er stórfongur á miðvøllinum, har hann legði til rættis og tók lut. KÍ hevði
myndugleikarnar og danska bankan vísa, um tað ber til at semjast um eina loysn á trætuni ella ikki. Sjálvandi er ein samráðingarloysn at »fyritrekkja« Fyri tað fyrsta tíð at hon tekur nógv styttri tíð, [...] samráðingar við donsku stjórnina um bankamálið. Landsstýrið hevur stevnt stjórnini og Den Danske Bank, men tað er mest fyri at forhála fyrningarfreistini, siga løgfrøðingarnir. Ein samráðingarloysn er besta loysnin [...] m 51,2 og 39,4 og í Tjóðveldisflokkium er býtið 58,0 og 30,7 prosent. Tí má niðurstøðan verða, at tað var rætt av landsstýrinum at stevna mótpartinum soleiðis at fyrningarfreistin var úti áðrenn samráðingarnar
fíggjarliga, og tískil hevði tað stóran tørv á peningi, sum millum annað fekst til vega við einari sølustevnu. Annars hevur tað altíð verið soleiðis í Eysturoynni, at tað kemur nógv fólk til sølustevnurnar [...] hava stevnurnar hjá ÍF verið væl vitjaðar, og sjálvandi vóna tey í Fuglafirði, at soleiðis verður eisini í ár. Tað hevur eisini stóran týdning, at stevnan verður væl vitjað, tí at tað er eitt tungt fíggjarligt [...] stevnuni vegna ÍF. At fyrireika eina slíka sølustevnu tekur drúgva tíð, og tað meta leiðarnir í ÍF seg ikki hava stundir til, tí at tað er so nógv annað at takast við í felagnum. Ikki ókendir menn Teir báðir
. ? Í mínum føri ræður tað um, hvat er best fyri Tórshavnar Býráð og einki annað, sigur Ingi Mohr. Men tað næst lægsta tilboðið er 1,3 mill. krónur dýrari enn tað lægsta? ? Tað merkir, at vit fáa nakað [...] stevið í samgonguni hevur verið ringt leingi og at enda var einki annað at gera. Tað var Páll Petersen, sum kom til mín og ikki øvugt, og tað kann eg prógva. Fyri mær segði hann, at tað var ótolandi at vera [...] nú varð bátahylurin í Kaldbaksbotni av ongum. Og tað kundi hann ikki liva við. Tí fóru vit í gongd við at gera eina nýggja samgongu, skrivaðu undir og tað hildu vit vera nóg greitt. Men klokkan trý um náttina
ár á baki í ár. Eitt glaslistarverk er við, ið er rættiliga stórt. Tað er ein illusjón, sum er 7 m langt og 2 m høgt. Tað hevur verið rættiliga víða, í Týsklandi, Danmark og USA, og verður nú fyri fyrstu [...] 1982. Síðani hevur hann fyri tað mesta arbeitt við glasi, men hann arbeiðir eisini við málningum. ? Fyrstu árini søgdu fólk, at gløsini líktust málningum, í dag er tað øvugt. Tað vil væl siga, at glasið hevur [...] blánar tað burtur og so er einki meir. Er tað tann rætti blái liturin ber ikki til at gera av, um myndin er nær ella fjar. Og tí koma vit aftur til eina organiska kosmiska heildarkenslu. Tað kosmiska
teir í síni heild. Tað skal eitt vant eyga til. Alt sum hevur við sjógvin at gera, krevur ein sjómann, tí teknar man ein bát við seglum, skal lítið til, áðrenn tað virkar ónatúrligt. Tað er skjótt at gera [...] eystaru londunum har á leiðini, tí tað viðkemur teimum. Bókin sum nú er í umbúna verður eisini viðkomandi har, sigur Tróndur Patursson. ? Fyri okkum føroyingar hevur tað eisini týdning, tí økið vit fara [...] til rekur hvalaveiði soleiðis sum tey altíð hava gjørt. Og tað gera vit fyri so vítt eisini, burtur sæð frá tí, at vit hava motor í bátinum. Tað er einasti munurin, tí grindadrápið hjá okkum er ikki broytt
atkvøður ov lítið til at verða afturvaldur. Til seinasta val var Sandoyggin jøvn, men hesaferð var tað uppaftur meira spennandi. Fólkaflokkurin var fremstur tá avtornaði og fekk 289 atkvøður. Tjóðveldið [...] eitur John Petersen, sum hesaferð fekk 130 persónligar atkvøður. Hann kenna tey flestu, tí hann hevur verið í politikki í mong ár. Hjá Tjóðveldisflokkinum er Páll á Reynatúgvu. Hann fekk 107 persónligar atkvøður
sigur, at tað er ein greið orsøk til tað. ? Stóru flokkarnir hava stýrt kjakinum inn á ríkisfelagsskapin og har eru vit dotnir niðurímillum. Politikkurin hjá okkum á tí økinum hevur ikki verið nóg greiður [...] við at tað verður ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. ? Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava gingið hond í hond hesum viðvíkjandi og tí rokni eg við at tað verða [...] upp aftur til næsta val, sigur Lassi at tað er ov tíðliga at meta nakað um enn. Hvat skal Lassi Klein so takast við nú, hann ikki longur skal í tingið ? ? Ja, tað veit eg ikki rættuliga, men eg skal nokk
stýrisskipanin gevur og tað er at royna at skipa eina borgarliga samgongu í vikuskiftinum. Hetta vildi tó verið at hildi føroyingar til tað turra spott, tí størsta evni í valstríðnum hevur verið um at viðurskiftini [...] til valið í 1994 og teir mistu tveir mans. Men tað tykist ikki at rína við hjá Edmundi Joensen, løgmanni. Í formansrunduni søgdu flest allir formenn, at tað hevði sømt seg best, at løgmaður leggur frá sær [...] fekk fleiri atkvøður enn Fólkaflokkurin, men av tí at býtið av umdømisvaldum tingmonnum fall, sum tað gjørdi, so fekk Fólkaflokkurin fleiri tingmenn enn Javnaðarflokkurin. Javnaðarflokkurin misti Sandoynna